Aðalfundur og alment tiltak um Ísland og kvotaflóttafólk tann 27. apríl 2017

Vit vilja bjóða øllum limum at vera hjartaliga vælkomin á aðalfund hjá Amnesty International Føroya Deild.

Aðalfundurin byrjar kl. 17.00 til 18.30 í Posthúskjallaranum 27. apríl.

Á skránni verður m.a. stovnan av eini tilvísingarnevnd, sum framyvir skal tryggja, at nevndin í Amnesty livir upp til altjóða krøv um fakligheit og ymiskleika. Eisini hava vit fingið uppskot inn um at broyta navnið á felagsskapinum í Føroyum frá Amnesty International Føroya Deild til Amnesty International Føroyar. Vit fara somuleiðis at umrøða innihald í uppskoti til bygnaðarbroytingar, sum skulu samtykkjast á altjóða aðalfundi í august.

Hevur tú hug, ella kennir tú onkran, sum hevur hug at gerast virking í Amnesty ella í nevndini hjá Amnesty, vinarliga set teg í samband við skrivstovuna á amnesty@amnesty.fo.

Eftir aðalfundin verður alment tiltak um Ísland og kvotaflóttafólk byrjar kl. 19.30 í Posthúskjallaranum.

Sum ein part av arbeiðinum at lýsa flóttafólkaevnið, hava vit bjóðað tveimum umboðum út Íslandi at greiða frá, hvussu Ísland hevur átikið sær leiklutin at hjálpa kvotaflóttafólki seinastu nógvu árini. Endamálið við kvøldinum er at skapa innlit í kvotaflóttafólkaskipanina hjá ST og at fáa eina mynd av, hvussu Ísland hevur samstarvað við ST um at hjálpa nøkrum útvaldum menniskjum í neyð.

Linda Rós Alfreðsdóttir hevur arbeitt við evninum seinastu 10 árini sum fultrúi í íslendska vælferðarmálaráðnum, og hon fer at greiða frá íslendsku skipanini við kvotaflóttafólkum, og hvussu myndugleikar og sivilsamfelag átaka sær hesa avbjóðing saman við m.a íslendska Reyða Krossi.

Síðani fer Zahra Mesbah at greiða frá hennara upplivingum. Zahra kom til Íslands saman við systur síni og mammu síni sum kvotaflóttafólk úr Afganistan í 2012. Hon fer at greiða frá sínum persónligu upplivingum við at gerast partur av íslendska samfelagnum, og hvussu íslenngar hava tikið ímóti henni, sy
stur og móður.
Kvøldið verður stýrt av Una Holm Johannesen, sum fer at seta upplegghaldarunum spurningar, eins og áhoyrarar sjálvsagt eisini fáa høvi at seta spurningar.

ØLL ERU HJARTALIGA VÆLKOMIN