Mótmælistiltak: Black lives matter – eisini í Føroyum

Amnesty International Føroyar stuðlaði tiltakinum um rasismu. Eitt evni, sum eisini er átrokandi at varpa ljós á her heima í Føroyum.

Vit  lata her orðini hjá teimum, sum upplivað hetta, tala her.

Jasmin Mote


Tá ið Marianna nevndi, at tey fóru at skipa fyri einum BLM-tiltaki, og um vit vildu vera við og koma at spæla nøkur løg, so var ongin ivi. Hon nevndi eisini, at eg gjarna mátti siga nøkur orð, og í byrjanini var eg sodan: Nei, eg vil helst ikki vera í front upp á tann mátan, so vil eg heldur kempa friðarliga. Eg kom skjótt til ta konklusiónina, at um eg ikki kundi tosa, hvør skuldi so tosa fyri meg og øll hini her í Føroyum?

Tíðin er komin til at siga frá.

Sum lítil fann eg skjótt útav, at har var ein munur millum meg og hini, eg gekk í flokki við í lítla Vestmanna.

Sum teenagari fann eg skjótt útav, at fólk sum eg í ymiskum situatiónum blivu behandlað annarleiðis.

Og sum ung kvinna fann eg skjótt útav, eg ikki bara kundi tiga. Tað er tí, eg standi her í dag.

Eg eri klár yvir, at flestu minnilutar hava havt upplivingar, har tey sita eftir við einari kenslu av at vera øðrvísi og at føla seg forkert. Vegna hendingarnar runt um í verðini hesa seinastu tíðina, og tí eg kenni meg aftur í tí, havi eg í dag valt at hava fokus á rasismu vegna húðarlit.

At vaksa upp sum myrkur í Føroyum er betri enn so nógva aðrastaðni í verðini. Men tað merkir ikki, at tað bara hevur verið gott. Eg havi ongantíð verið útsett fyri grovan harðskap ella ógvusliga sjikanu.

Tíbetur.

Men eg havi, síðani eg var lítil, verið útsett fyri gerandisrasismu, og tað slítur. Tí tað er so ræðuliga ringt at siga frá, um mann skal gera tað einsamallur – serliga sum barn og ung – tá ið tað størsta ynskið er at passa inn saman við øllum hinum og vera partur av bólkinum. Tá hevði eg ikki ein gong orð fyri, hvat eg bleiv útsett fyri, men bleiv bara ordiliga kedd og føldi meg forkerta. Og so skammaði eg meg.

Tí segði eg alt ov sjáldan frá sum barn og ung. Eg hevði eingi orð, onga mótreaktión – einans eina rúgvu av tárum, nógv av teimum innantanna, og so enn meira skomm.

Tað er torført hjá mær at fortelja um mínar upplivingar, tí tað er so sárbært og er forbundið við nógva skomm. Men eg vil gjarna fortelja um mínar upplivingar og upplivingar hjá øðrum, sum eg kenni. Nógvar av upplivingunum sum yngri havi eg fortrongt. Men eg havi havt vitnir í lívinum, sum kunnu fortelja mær um tað.

Mamma mín hevur m.a. fortalt um eina hending, tá ið eg var 6 ára gomul. Barnagarðurin skipaði fyri jólahugna fyri familjunum. Vit skuldu upp á scenuna at syngja nakrar jólasangir, og eg var so spent og stolt um hetta. Eg stóð fremst á scenuni. Meðan vit sungu, teskaði ein drongur aftanfyri inn í mítt oyra: ”Tú líkist runu!” Eingin sá nakað á mær, meðan eg stóð har, men aftaná kom eg tútbrølandi oman til mammu.

Mamma hevur eisini fortalt mær um systur mína, tá ið hon var um eini 3–4 ár. Eitt kvøldið, tá ið hon legði hana at sova, bleiv hon nakað so kedd og græt illa. Tá handlaði tað um, at onkur børn í barnagarðinum høvdu nevnt hennara húðarlit, og knappliga gekk tað upp fyri henni, at hon ikki var líka sum hini. Áðrenn hesa hendingina hevði hon slett ikki hugsað um tað.

Eg kann fortelja um ein lítlan drong, sum eg kenni, sum kom heim úr barnagarðinum og alla tíðina vildi vaska sær um hendurnar. Eingin skilti hví. Eftir hondini funnu tey út av orsøkini. Ein drongur á stovuni hevði spurt hann, hví hann hevði so skitnar hendur, tí hann var brúnur. Teir vóru 4 ár, tá ið tað hendi.

Eg kann sum teenagari og ung fortelja um óteljandi upplivingar í býarlívinum, har onkur kemur yvir og hevur tørv á líka at fortelja mær, at ”tú ert fanin meg ikki føroyingur”, ella at ”tú ert ein sovorðin nekari”, og samstundis siga, at ”eg eri ikki rasist”.

Eg minnist serliga eina hending, har eg akkurát hevði gjørt mær langar flættur. Eg var so glað og fór í býin. Ta einu løtuna stóð eg og prátaði við tveir vinmenn hjá mær í Kovanum og drakk øl. ’Out of nowhere’ kemur ein maður til mín og sigur: ’’Ert tú afrikanari ella okkurt sovorðið har?’’ Eg sigi: ’’Hvat meinar tú?’’ og hann sigur aftur: ’’Tí tú hevur fucking ljótar flættur’’. Eg fari í svart, og fyri at vera erlig, so minnist eg ikki ein gong, hvat hendi aftaná, ella hvat eg svari aftur. Eg minnist bara, at eg fari at rópa eftur honum, og knappliga er tað eg, sum føli meg flovva, tá ið tað átti at verið hann. Har stóðu onkrir vinir við síðuna av mær. Tey blivu so bilsin, at tey einki søgdu. Tað var, sum tey ikki trúðu, at hetta kundi henda her. I hasari støðuni hevði eg ynskt, at onkur, sum var við mær, segði frá, so eg ikki skuldi standa sjálv og siga frá og føla meg flovva.

Eg kann fortelja um pápa mín, sum seinast í 80-unum júst var komin til Føroyar og bleiv sligin niður í býnum av nøkrum ungum monnum, hann hevði tosað við. Hann breyt kjálkabeinið.

Eg kann eisini fortelja um pápa mín, sum var á Høvuðbanagarðinum í Keypmannahavn og bleiv handtikin fyri ikki at hava billett til tokið. Hann bleiv settur í detentiónina í 12 tímar uttan møguleika fyri at siga við mammu, hvar hann var.

Eg kann fortelja um heilt ungar afrikanskar, eysturlendskar og grønlendskar kvinnur, sum í býnum óuppfordraðar verða spurdar av vaksnum føroyskum monnum, um tær vilja koma heim við teimum í song og fáa pengar afturfyri.

Og so kann eg fortelja um eina hending í gjár, sum nógv av tykkum nokk longu hava lisið um á Facebook. Til tykkum, sum ikki hava lisið, kann eg fortelja, at …

Eg segði í byrjanini á taluni, at eg ongantíð hevði verið útsett fyri álvarsligan harðskap og ógvusliga sjikanu. Frá í gjár kann eg siga, at eg havi verið útsett fyri ógvusliga sjikanu, sum eg metti, hatta var.

Eg kundi fortalt nógvar aðrar søgur um meg og aðrar minnilutar.

Vit kunnu spyrja okkum sjálvi, hvussu slíkar upplivingar frá barnsbeini ávirka børn, ung og vaksin. Hvat ger tað t.d. við identitetin hjá teimum – at vera úti fyri slíkum upplivingum, serliga í ungum aldri?

Aftur at upplivingunum kemur at vera vitni til útsagnir og kjak í almenna rúminum og ikki minst á sosialu miðlunum, og hvat tað ger við ein.

Eg kann fortelja um ta ferðina, tá ið onkur gjørdi eina kanning úti á Facebook, har fólk skuldu siga, um tað var rætt ella skeivt at brúka orðið ”nekari”. Høvuðsparturin av øllum, sum svaraðu, segði, at tað ikki var skeivt at brúka orðið. Eingin spurdi tey eftir, sum tað handlaði um, hvussu tað upplivist at blíva kallaður nekari. Tey settu ikki spurnartekn við, hví orðið kann vera særandi fyri nógv, og hvør søga langt aftur í tíðini liggur aftanfyri.

Við árunum er tað ikki blivið lættari fyri meg at hoyra orðið nekari, antin tað er brúkt móti mær ella øðrum. Eg kann læra at stýra mínari reaktión, men eg fái enn sama klumpin í búkin hvørja ferð.

Tað er so sanniliga ikki blivið lættari í hesum tíðum, tá ið tað verður tosað nógv um, at nú ”blíva fólk krenkað fyri eitt gott orð – tey tola einki av”. Í Danmark er eitt nýtt orð komið í brúk, sum lýsir tað – ”krænkelsesparathed”.

Hetta ger tað ikki lættari hjá mær og øðrum at siga frá, tí aftur at rasismuni kunnu vit risikera at verða ákærd fyri at vera ”krænkelsesparat”. Hetta ger, at vit ikki einans skulu uppliva rasismu, men eisini fáa ábyrgdina av rasismuni lagda á okkara herðar, sum ber nógva skomm við sær.

Tað er hart at vera vitni til tað, sum er hent í Amerika seinastu tíðina. Og flest øll eru samd um, at tað, sum hendi við George Floyd, var forferdiligt og skeivt. Nógv kenna maktarloysi og vita ikki, hvat tey skulu gera. Tey seta kanska ein svartan fýrakant á facebook og fara so víðari í gerandis trummirumminum.

Fyri meg og onnur er støðan ein heilt onnur. Síðani eg fyrstu ferð sá filmklippið, har politisturin situr við fullari vekt við knænum á hálsinum á George Floyd í meira enn 8 minuttir, og vit øll vóru vitni til, at hann læt lív, havi eg gingið heilt við síðuna av mær sjálvari. Eg skifti ímillum at føla stóra sorg, at gráta, at vera kedd, at vera ill, at vera rasandi, at uppgeva, at vilja rýma frá øllum og so at vilja kempa.

Eg kann blíva bangin um meg, beiggja mín, systrar mínar, pápa mín og tey smáu børnini í familjuni. Ikki minst verði eg bangin um mína framtíð og tá ið eg einaferð sjálv fari at fáa børn. Eg vil ikki, at nakar skal uppliva hetta.

Her heima verður oftað tosað um, UM tað finst rasisma í Føroyim. Niðurstøðan er sum oftast, at ”tað man ikki vera so galið”. Sum eg nevndi í áðni, so hava Føroyar verið eitt betri stað at búgva enn so nógva aðrastaðni. Men hendingar sum hesar, eg havi nevnt, seta seg øgiliga djúpt í sálina og fylgja einum restina av lívinum. Tí skulu vit eisini gera upp við gerandisrasismuna, sum fyri nógv kann virka eitt sindur óskyldig. Men fyri okkum, sum tað gongur út yvir, er hon ikki óskyldig.

Tað finst eitt sitat, sum sigur: ”Einki um okkum uttan okkum”. Áðrenn ein sum meiriluti vil úttala seg um, UM tað finst rasisma í Føroyum, so spyr tey, sum tað handlar um. Áðrenn ein sum meiriluti kann siga nakað um, hvat er krenkandi fyri ein minniluta – so spyr minnilutan, hvat tey uppliva er krenkandi.

Um eg skal geva føroyingum nøkur góð ráð, so er tað fyrsta góða ráðið at góðtaka, at rasisma finst í Føroyum. Tit skulu góðtaka og trúgva okkum, tá ið vit fortelja, hvat hendir okkum í gerandisdegnum.

Tað næsta góða ráðið er, at tá ið tit uppliva rasismu móti mær og øðrum, so
ikki bara yvirlata tað til mín at forsvara meg, men at tit eisini siga frá og brúka tykkara privilegii sum meiriluti. Tað hevur týdning, at ”meirilutin” í landinum sigur frá, tá ið tey uppliva gerandisrasismu. Tað harða og krevjandi arbeiðið er ikki einans fyri okkum við myrkari húð.

Eg havi sjálv eisini eitt privilegii. Eg eri av blandaðum uppruna og havi tí eisini nakrar fyrimunir fram um onnur, sum hava myrkari húð enn eg. Soleiðis er veruleikin.

Eg vil gjarna takka fyrireikarunum fyri at skipa fyri hesum tiltakinum. Tað hevur stóran týdning fyri meg og nógv onnur. Eg vil eisini takka fyri møguleikan at spæla tónleik saman við mínum bandi. Ikki minst vil eg takka fyri møguleikan at siga hesi orðini her í dag.

Sum eg segði, so er tað sera sárbært, men eg velji at gera tað fyri at standa upp fyri meg sjálva, pápa mín, beiggjar mínar, mínar 3 systrar og mínar komandi eftirkomarar. Eg geri tað eisini fyri øll tykkum, sum vegna tykkara húðarlit eru úti fyri rasismu, og sum ikki føla, tit hava eina rødd.

Michael Anthony Charles


Góðan dagin,

Mín søga byrjaði, tá ið eg ferð aftaná ferð var komin grátandi ella óður heim til fastur mína í Skopun, og eg fortaldi, hvat hini børnini í bygdini høvdu sagt ella gjørt. Fastir mín segði nakað við meg, sum hevur fylgt mær restina av mínum lívi. “Tað eru ikki øll, sum tú møtir, sum vilja tær tað gott.” Hesi orðini fyrireikaðu meg til, at mítt lív fór at vera øðrvísi enn hjá øðrum. Tað var her, at eg sjálvur sá, at eg ikki var sum øll hini.

Hesi orðini gjørdu eisini, at eg fekk harða húð, og tá børn ella vaksin søgdu okkurt rasistiskt, so lat eg tað ikki ávirka meg. Men hetta er sjálvandi ein lygn. Eg havi ikki latið tað ávirkað meg sjónliga, men innast inni hevur hvør hending og hvørt orð sett seg djúpt.

Eg eri oftani blivin spurdur, um rasisma er til í Føroyum, og um eg nakrantíð havi upplivað nakað. Eg havi næstan altíð svara, “jú, men tað er ikki so ringt, sum aðrastaðni.” Tað er eitt svar, sum sigur eitt sindur um, hvar eg komi frá, og hvat eg havi vant meg við.

Eg flutti til Danmarkar fyrstu ferð, tá eg skuldi ganga í 9. flokki. Í Jyllandi upplivdi eg fyri fyrstu ferð at vera bangin orsakað av mínum húðarliti. Fyrsta skúlaballið, eg var blivin bjóðaður til, var ein bólkur á 10 dreingir, sum vildu buka meg av, og eg noyddist at ringja eftir pápa mínum og biðja hann koma eftir mær. Í hesum skúlanum upplivdi eg eisini fyrstu ferð at verða útsettur fyri rasismu í einum fótbóltsdysti. Eg segði tað ikki við nakran, tí hvønn skuldi eg siga tað við. Tað var bara eg, sum var myrkur, og hvør kann skilja, hvussu eg veruliga hevði tað.

Eg kláraði bara at ganga á skúlanum í einar 4 mánaðir, og so fór eg aftur til Føroyar. Aftur til ta rasismu, eg var vanur við. Nekarakiss og nekari róp frá børnunum. Hyggerasisma, sum verður goymd undir einum “nei, eg meini tað ikki seriøst” og “eg tvætli bara”. Fólk, sum vilja nerta við krúllurnar og fortelja mær, hvussu tey altíð høvdu ynskt, at tey høvdu krúllur – uttan at vita, at við krúllunum fylgir eitt menniskja við, sum gjøgnum sítt lív hevur verið útsettur fyri bæði hatur, mismun og happing grundað á sín húðarlit.

Tá eg havi sagt “Tað er ikki so ringt, sum aðrastaðni”, hevur tað verið ein máti at drepa samrøðuna. Ein máti at verja meg sjálvan og ikki grava í gomlum sárum. Eg skal vera sterkur, eg skal vísa, at eg eri sterkur, og eg skal vísa, at tað ikki hevur vunnið á mær.

Men tað er at ganga við einari masku, altíð at skula spæla sterkur. Tí eingin er sterkur allatíð, tað er ógjørligt, og tað er ikki ein sunnur máti at liva uppá. Eg hevði ynskt, at eg hevði sagt okkurt, spurt um hjálp, ella gjørt vart við tað, so onnur heldur ikki føldu, at tey stóðu einsamøll, tá tey komu út fyri rasismu. Tí haldi eg, at hetta tiltakið er eitt fantastiskt høvi at síggja, at man ikki stendur einsamallur, og at tað faktiskt eru fólk, sum standa saman við tær.

Tiltakið í dag er ein rørsla, ein uppreistur móti rasismuni. Black Lives Matter vísir á, hvussu rasisma kann breiða seg sum krabbamein í einum samfelagi, um eingin steðgar henni. Tí hava vit brúk fyri at siga frá.

Vit kenna alt ov væl, hvussu vit í Føroyum ofta ikki hava hug at tosa um tey keðiligu tingini, vit feia tað undir teppið. Vit lata rasistiskar viðmerkingar liggja, tí vit ikki orka at taka kampin. Avleiðingarnar av tí er, at einki verður broytt, og onnur sum eg stríðast einsamøll.

Tí vóni eg, at øll vit, sum eru her í dag, hava orkuna og viljan at siga frá og at taka kampin, tá hann er har. Einasti mátin, vit kunnu berjast móti rasismuni í Føroyum, er at kjakast um hana, gera vart við hana, og íðin berjast ímóti henni.

Takk fyri.

Ingilín D. Strøm


Tað er ringt at velja orðini í dag. Kanska serliga tí hevði eg hug at siga nei, tá ið Marianna ringdi og bað meg koma. Tí tað er akkurát tað mótsetta av tí, ið eg sjálv føli, at eg burdi gjørt. Eg føli, at verðin sigur mær, at eg sum priviligerað og hvít skal fyri eina ferð skyld tiga, lurta, læra og stuðla treytaleyst. Tí tað er milt sagt dupultmoralskt at standa her og halda eina talu um, at eg skal lurta, læra og stuðla. Og tó …

Samstundis dugi eg at skilja, at tað er neyðugt at fáa bóltin á rull, at tosa um hesi tingini. At lufta, at eg sum hvít ongantíð havi skulað tikið støðu til mína egnu rasu, men havi livað í einum skraddaraseymaðum samfelag til júst mín, sum er innbúgvið rasistiskt, uttan at vit geva okkum far um tað. Og vissi tað skal vera skraddaraseymað til onnur enn hvít, so skulu vit fáa eyga á og útrudda rasismuna, aktivt.

Mantraið má vera, at tað er ikki nokk bara at vera ikki-rasistur. Vit skulu vera aktivt anti-rasistar. Listafólkið Banksy haldi eg hevur megnað at lýsa sinnisstøðuna væl:

“Í fyrstani hugsaði eg, at eg skuldi tiga og lurta eftir svørtum fólki um hetta. Men hví skuldi eg gjørt tað? Hetta er ikki teirra trupulleiki. Hetta er mín trupulleiki. Systemið svíkur litt fólk. Tað hvíta systemið. Sum eitt brotið rør, sum fær vatnið at seyra inn í íbúðirnar niðriundir. Hesin trupulleikin ger lívið hjá teimum, sum búgva niðriundir, óliviligt. Men tað er ikki teirra trupulleiki at fáa greiðu á. Tað kunnu tey ikki – ongin lovar teimum inn í íbúðina uppiá at gera tað.

Hetta er ein hvítur trupulleiki. Og um hvít fólk ikki orðna tað, so má onkur koma uppá og sparka hurðina inn.”

Vit eru her orsakað av eskalering av politiharðskapi mótvegis svørtum í USA gjøgnum nógv ár. Vit sóu til fulnar drápið á George Floyd á okkara telefonum, teldum, heima í stovunum. Politisturin, hesin álitispersónurin. Hvat fær hann at hugsa, at tað, sum hann ger, er ókey? Tað er rasisma. Tað er, at lívið hjá honum, sum liggur og stríðist og ferð eftir ferð sigur, at hann ikki fær andað, er minni vert enn lívið hjá politistinum, ið heldur knæið niður á hálsin. Ella politistarnir, ið brutu inn í íbúðina hjá Breonnu Tyler og myrdu hana. Ella Tony McDoyd, ið politistar skutu uttan grund tveir dagar eftir George Floyd. Uttan konsekvensir. Tað er eingin onnur forkláring. Eingin. Tað er rasisma í heilum líki beint fyri eygunum á okkum. Og hetta eru bara tey dømini, vit kunnu nevna innan seinastu mánaðirnar, ið hava verið í tíðindunum, og har avleiðingin var fatal. Men hvussu nógv onnur dømi eru? Hvussu stór er útbreiðslan av órættvísi mótvegis svørtum?

Tað er ringt at tala út frá nøkrum, sum mann fær so ógvusligar kenslur av. Sum ristir í tað innasta í okkum – okkara fatanir av, hvat er rætt og skeivt. Tí tað er ongin av okkum, sum ivast í, at tað at drepa ósek er skeivt. Vit verða ill, kedd, frustrerað. Tað er orka. Sum kann umsetast til at brúka í okkara egna nærumhvørvi.

Tí kúgan, hatur og órættvísi kennir ikki landamørk. Heimurin er bundin saman.

Hetta hatrið í Føroyum sæst sum speirekandi viðmerkingar á netinum, í skúlagarðinum, í skiftingarrúminum, – og vit skulu ikki bara vera ímóti hesum og tiga. Hatur má temjast við konfrontatión, sannleika og tí góða.

Hatur má ikki fáa pláss at vaksa seg sterkt.

Eg vil siga eitt sindur um politiska korrektheit. Og sartheit. Tí tá ið vit øll fara í holt við at tala at við familjudøgurðaborðið ella í kantinuni, fara vit at fáa at vita, at vit “ikki skulu vera so sart”. Fyri tað fyrsta: Um tað ikki skal meir til enn ein lítil rættleiðing at oyðileggja góða stemningin – hvørji eru so sart? Fyri tað næsta, er tað sart aktivt at arbeiða ímóti órættvísi? Og hvussu innilukkað og veruleikafjart er eitt samfelag, sum brúkar politiska korrektheit sum skeldsorð? So komfortabul í okkara hyggerasismu, sum allíkavæl er so sart, at ein lítil rættleiðing koppar henni.

Um vit suma heilt út. Heimurin í dag. Vit eru øll partur av rasistiskari kúgan hvønn dag – vit útnýtta tilfeingi og arbeiðsmegi til at verja og økja um yvirflóð av vørum og vøkstur, venda blinda eygað til kríggj og ófrið. Vit eru so avskorin frá heiminum, at vit halda, tað er í fínasta lagi við eini “Nei til flóttafólk”-kampagnu, ið tapetserar allan býin, og økja ótarnað og uttan at blunka um okkara forbrúk, tí vit simpulthenn eru von at síggja myndir av svøltaðum børnum, av druknaðum líkum, ið skola upp á strendur, av skógareldum, av flóttafólkalegum og slummum.

Vit eru von við, at heimurin fortelur okkum, at summi lív eru meir verd enn onnur. Hví góðtaka vit tað? Hví halda vit, at tað er soleiðis, tað skal vera? Hví eru vit von og uppald til at góðtaka nakað, sum er so ringt at svølgja, um vit siga tað hart?

Vit eru úrslit av hesi heimsfatanini, hesum mynstrunum. Og sjálvandi seyrar tað eisini ígjøgnum okkara samfelag. Sum rasisma, ótilvitað og tilvitað í okkum øllum, sum ein sótt. Og tað er bara eitt at gera. Eina nullstrategi mótvegis rasismu. Og í dag byrja vit hesa nullstrategiina. Við at siga, at eisini vit priviligeraðu hava ábyrgd. At rasisma ikki er vælkomin her.

Tí automatiskt hatur og kúgan er ikki nakað, sum er innbygt í okkum sum persónum. Sonur mín, sum er trý ár, spurdi meg herfyri: “Mamma, hvat er at hata?”. Kærleiki, rúmligheit og viljin til at betrast eru innbygd í okkum. Tað skulu vit lata seyra gjøgnum samfelagið.

Ymiskt at lurta eftir og hyggja at:


Breddin viðger rasismu: Prátið byrjar 17:21 https://kvf.fo/breddin?sid=ü09954

Eydna Cecilia Dalsgaard og Marianna Winther Nagata práta um rasismu í Nón:https://kvf.fo/non?sid=109950

ALLÝSINGAR