Móttøkan til fólk, sum hava upplivað neyðtøku, má setast á skrá nú

4 felagsskapir hava sent áheitanarskriv til Landsstýrismannin í heilsumálum og til Landssjúkrahúsleiðsluna.

Les skrivið HER.

Í gjár hava niðanfyristandandi felagsskapir sent áheitanarskriv til Landsstýrismannin í heilsumálum og sjúkrahúsleiðsluna um at seta gongd á arbeiðið við eini móttøku fyri fólk, sum hava upplivað neyðtøku ella annan kynsligan harðskap.

Hetta skriv er sent í sambandi við, at fjórði serlæknin innan kvinnusjúkur er settur og byrjaður í føstum starvi tann 1. mai.

Felagsskapirnir vóna nú at síggja ítøkilig stig til at seta seta gongd aftur á arbeiðið við eini móttøku á Landssjúkrahúsinum har fólk, ið hava uppliva neyðtøku ella líknandi harðskap, kunnu fáa nøktandi kunning, hjálp og kanning.

Hetta málið hevur verið frammi fleiri ferðir seinastu árini. Seinast í sambandi við, at fyrrverandi landsstýriskvinna setti gongd á arbeiðið við einum TILMÆLI (2016) um, hvussu ein slík móttøka kundi verið skipað. Á fundi í desember 2018, har táverandi landsstýriskvinna, sjúkrahússleiðslunan og Amnesty luttóku, fingu vit lyfti um, at nú skuldi arbeiðið fara ígongd.

Eftir nakrar mánaðir vísti leiðslan hjá Landssjúkrahúsinum tó tíverri á, at m.a. av tí at tað framvegis manglaði lækni í kvinnusjúkum, metti leiðsan ikki, at orka var til at seta gongd á hetta arbeiðið.

Felagsskapirnir meta, at tað er av alstórum týdningi, at ein, sum hevur upplivað neyðtøku ella annan líknandi harðskap, hevur eitt stað, har viðkomandi fær hjálp, kanning og kunning, uttan at viðkomandi má seta seg í samband við løgregluna og melda málið.

Tøl frá politi.fo

Forbrydelser mod kønssædeligheden, bl.a. voldtægt og blufærdighedskrænkelser (kap. 24)

Ár

2013

2014201520162017

2018

Tal av málum

24

25262221

53

Tølini omanfyri vísa, at hetta er eitt øki, sum má raðfestast. Afturat hesum tølunum eru øll tey, sum ikki síggja seg føran fyri at seg seg í samband við løgregluna. Hesi hava í verandi støðu ongan at venda sær til.  Tølini hjá løgregluni síggjast HER .

Vit vóna at síggja ítøkiligar broytingar skjótast gjørligt.

Amnesty International Føroyar,
Kvinnufelagið í Havn,
Kvinnuhúsið
og Kvinnufelagssamskipan Føroya.