SKRIVA EITT BRÆV OG BIRT VÓN

HEIMSINS STØRSTA MENNISKJARÆTTINDAÁTAK

Familjan hjá einum LGBTI aktivisti sundurskorin til deyðis í Bangladesh, systurin hjá einum ungum manni skotin av løgregluni í Jamaika og 11 mannarættindaverjar í Turkalandi eru í millum tey, sum fáa stuðulsbrøv frá Amnesty International stuðlum í desember, tí at felagsskapurin byrjar fimtanda altjóða átakið, sum kallast skriva fyri lívi.
Hvørt ár í desember skriva stuðlar hjá Amnesty International runt um allan heimin milliónir av brøvum og gera átøk fyri fólki, hvørs mannarættindi eru hótt og hetta er vorðið heimsins størsta menniskjarættindaátak. Seinasta ár vóru næstan 4.5 milliónir átøk framd.
“Í fimtan ár hevur skriva fyri lívi givið fólki vón, tá tað annars hava verið sera ring útlit fyri tey. Ímynda tær at sita sjúkur í fongsli og fáa túsundavís av brøvum við stuðli og samhuga, ella tú finnur út av, at fólk um allan heimin stuðla tær í tíni leitan eftir rættvísi fyri einum familjulimi, sum er myrdur. At skriva brøv, kann veruliga broyta lív”, segði Salil Shetty, aðalskrivari í Amnesty International.
”Menniskjarættindaverjar um allan heim eru undir álopi og tey verða viðfarin, sum brotsmenn einans orsakað av at tey siga sína hugsa á netinum ella verja umhvørvið. Tað er meira týdningarmikið enn nakrantíð, at vit vísa teimum, at tey ikki eru einsamøll. Skriva fyri lívi ber ein sterkan boðskap til myndugleikarnar um, at vit hava eyguni við teimum. Hóast tey eru før fyri at pína, sensurera ella seta einstaklingar í fongsul, kunnu tey ikki fáa milliónir av fólki runt um í heiminum, sum vísa teimum samhuga, at tiga”.
Av teimum, sum móttaka brøv í ár eru fyri fyrstuferð tveir persónar frá altjóða felagsskapinum, sum eru ákærd uttan orsøk fyri at hava samband við yvirgang í Turkalandi, orsakað av teirra arbeiði fyri menniskjarættindum. Formaðurin í nevndini í Amnesty í Turkalandi, Taner Kılıç varð handtikin tann 6. juni 2017 og er enn fongslaður. Aðalskrivarin hjá Amnesty í Turkalandi İdil Eser og ein av teimum limunum, sum stovnaðu Amnesty í Turkalandi, Özlem Dalkıran, vóru millum teir tíggju menniskjarættindaverjarnar, sum vórðu handtikin ímeðan tey vóru til eitt tiltak hjá Amnesty tann 5. juli. Tey vórðu leyslatin í oktober eftir at hava sitið í fongsli í næstan fýra mánaðir, men tey eru enn ákærd.

Eins og at senda boð og boða frá samhuga, kunnu Amnesty stuðlar skriva brøv til fólk, sum sita við valdi og heita á tey um at verja mannarættindaverjar.

Seinasta ár handaði Amnesty International, saman við samstarvspørtum í USA 1.101.252 undirskriftir til tað Hvíta húsið fyri at heita á Barack Obama um at náða varskógvaran Edward Snowden. Snowden segði:
“Eg vil fegin takka tykkum eyðmjúkiliga og av øllum mínum hjarta fyri tykkara áhaldandi stríði og stuðli. Fleiri enn ein millión av tykkum komu saman fyri við einari rødd at siga, at sannleiki hevur týdning. Mítt takksemi er størri enn eg kann greiða frá”.
Fyrsta skriva fyri lívi átakið var fyri fimtan árum síðan. Síðan tá hava verið milliónir av átøkum, sum aktivistar hava gjørt runt um í verðini. Hvørt ár hava hesi átøk við sær stórar broytingar. Fólk, sum eru sett í fongsul av órøttum eru leyslatin. Tey, sum hava framt píning verða sett til svars og fólk, sum sita í fongsli verða viðfarin meira menniskjaliga.

At fáa eitt bræv kann eisini geva fólki vón í eini tíð, har útlitini ikki eru so bjørt.

Tá aktivistarnir úr Kongo Fred Bauma and Yves Makwambala vórðu leyslatnir í 2016 eftir at hava sitið 17 mánaðir í fongsli, høvdu teir hesi boð til stuðlar, sum høvdu skrivað til teirra:
“Hvørt bræv, hvør vitjan, hvørt orð hevur givið okkum styrki og hevur styrkt okkara avgerð í hesum langa stríði fyri frælsi og demokrati.”
Amnesty International heitir á fólk um at vísa stuðul í ár fyri at hjálpa fleiri fólkum, bólkum og felagsskapum runt um í heiminum, soleiðis at teirra rættindi verða vird: frá rættindum til frælsi at úttala seg í Chad til rættindi til heim í Kina.

________________

Í ár hava vit í Føroyum valt hesi fýra átøk, sum øll hava átrokandi tørv á tínum stuðli:
Mahadine
Tadjadine Mahamat Babouri, vanliganevndur Mahadine, er einaktivistur á netinum úr Chad. Í september 2016 legði hann video á Facebook, sum høvdu atfinningar av stjórnini í Chad. Innan fáar dagar, varð hann tikin av gøtuni, sligin og settur í leinkjur í fleiri vikur. Hann stendur til at fáa lívslangan fongsulsdóm og er eisini sjúkur, eftir at hava fingið tuberklar í fongslinum.
Sakris Kupila
Sakris Kupila er ein 21 ára gamal læknalesandi úr Finnlandi, sum ongantíð er vorðin eyðmerktur, sum maður. Hóast tað, má hann halda dagligan mismun út, tí at hansara samleikakort sigur, at hann er ein kvinna, sum er tað kynið, hann fekk, tá hann varð borin í heim. Fyri at broyta kyn í Finnlandi, mást tú verða staðfest við eini sálarligari sjúku og verða steriliseraður. Sakris mótmælir hesi eyðmýkjandi viðferð. Hóast hann hevur fingið hóttanir og fólk vísa honum illvilja, heldur hann áfram at krevja, at lógin í Finnlandi verður broytt.
Turkaland
Í skrivandi stund eru 11 fólk, sum brúka sítt lív upp á at verja mannarættindi hjá journalistum, aktivistum og øðrum fólki við øðrum hugsanum í Turkalandi í vanda. Millum tey er aðalskrivarin hjá Amnesty í Turkalandi, İdil Eser og formaðurin í nevdini hjá Amnesty Turkalandi Taner Kılıç. Taner er enn í fongsli og har hevur hann sitið í fimm mánaðir. Øll eru undir ákæru fyri brotsverk, sum verða sett í samband við yvirgang. Hetta er ein høpisleys ákæra og tey kunnu fáa eina fongsulsrevsing í upp til 15 ár.
MILPAH uppruna rørslan
Fyri uppruna Lenca fólkið í Honduras, er jørðin teirra lív. Men stór vatnorkuverk, námsídnaður og onnur áhugamál eru úti eftir at ovnýta jørðina. MILPAH, tann óhefta Lenca uppruna rørslan úr La Paz er í fremstu røð fyri at berjast móti teimum. Ærumeiðandi átøk verða gjørd móti teimum, tey fáa deyðshóttanir og verða likamliga álopin og hóast tað eru teirra álopsfólk sjáldan handtikin og sett fyri ein dómstól.
Skriva fyri lívi 2017 verður frá 6. desember – 16. desember. Til ber at luttaka umvegis heimasíðu okkara www.marathon.amnesty.fo Har ber til at skráseta tiltak ella finna tiltak, sum tú kanst luttaka í. Eisini ber til at skriva til okkara liv@amnesty.fo ella ringja á 235818. Vit hjálpa fegin!!
*Dirvi átakið hjá Amnesty International heitir á allar stjórnir runt um í heiminum um at verja mannarættindaverjar.