MYND KREVUR SAMTYKKI

Samtykki samstarvið byrjaði í 2016, við átakinum SEX KREVUR SAMTYKKI. Undir sama evni varpaðu vit í 2017 ljós á samtykki í talgilda heiminum. Sum liður í arbeiðinum at varpa ljós á rættin til egnan kropp er tað natúrligt eisini at varpa ljós á, at hesin rættur sjálvsagt eisini fevnir um talgilda heimin og myndir. Átakið verður í okkara føri bólka undir størra átakinum hjá Amnesty International  MÍN KROPPUR MÍNI RÆTTINDI, sum vit hava arbeitt við í nógv ár.

Í juni 2017 vitjaðu brøðurnir handan Pulterkammerets Aktivister okkum, og vit høvdu væleydnaðað tiltakið NAKIN Á NETINUM í Perluni. Hóast vit vistu tað áðrenn, so gjørdust vit í samband við fyrireikingar og samrøður, tá enn meira varug vid hvussu viðkomandi og aktuellur hesin trupulleiki er.

Tey ungu hava veruliga tørv á einum talgildum ella digitalum dannilsi, og vit trúgva uppá, at tað ber til at læra hvønn annan tað. Tey vaksnu skulu eisini rustast, umframt børnini. Vit eiga øll lut í, at samtykki og siðilig viðferð av hvørjum øðrum fer fram – on eins og offline.

Tey eru alsamt fleiri børn og ung, sum verða útsett á alnótini, tí at nakinmyndir av teimum fara í umferð. Myndirnar kunnu vera stolnar ella tiknar, uttan at persónurin veit av tí, t.d. í einum skiftingarrúmi, ella tað kann vera ein mynd, sum er send og ætlað einum ávísum persóni, men sum endar í skeivum hondum, ella í hevnisøku verður deild uttan samtykki. Sambært løgregluni er hetta eisini ein stórur trupulleiki her í Føroyum.

Við hesum tiltaki vilja vit varpa ljós á, at tað er ólógligt at deila myndir á netinum uttan samtykki. Persónsálop og ágangur umframt deiling av nakinmyndum og øðrum persónsviðkvomum upplýsingum, uttan samtykki, er beinleiðis ólógligt. Tað eru tað nógv, sum ikki vita, men kanska verri – nógv sum vita og ikki virða. Tað er púra vanligt, at serliga ung nýta viðkvæmar persónligar upplýsingar sum undirhald, hevndarálop ella hóttanaramboð ímóti verjuleysum persónum. Er myndin komin á alnótina, er mest sannlíkt ógjørligt at fáa hana aftur. Slíkur ágangur og skemmilsi eru álvarsom, og hjá tí rakta kunnu árinini samanlíknast við tey, tú fært av harðskapi og øðrum ágangi. Tey eru álvarsom, og tað er í 2017 neyðugt hjá okkum at tosa um talgilda mentan og dannilsi, um rættindi á netinum og um galdandi lógarkarmar. Somuleiðis er ikki minst týdningarmikið at tosa um virðiliga og siðiliga framferð, og hvussu vit fara at yvirfyri hvør øðrum. Tað er neyðugt at gera tað púra greitt fyri øllum, at tað er ALTÍÐ tann, ið deilir myndina, sum hevur skyldina, og at tað tí ONGANTÍÐ er tann, sum hevur tikið ella sent myndina í trúnaði, ið skal revsast fyri nakað, hvørki moralskt ella sambært lóg. Hinvegin er tað tann, sum hevur deilt myndina uttan samtykki, ið sambært revsilógini kann revsast.

SAMTYKKI skal gevast tvær ferðir

SAMTYKKI skal gevast tvær ferðir. Tú skal hava SAMTYKKI fyri at taka myndina og SAMTYKKI fyri at deila myndina. At tú hevur fingið eina mynd sendandi merkir ikki, at tú harvið hevur rætt at deila hana.

Á Facebook síðuni SAMTYKKI og umvegis okkara INSTAGRAM profil, fara vit at taka prátið digitalt m.a. við tagginum #samtykki og #stýrtær, meðan vit í góðum gomlum stíli, eisini eru at hitta í fysiskum formi  á G!

Átakið er skipað soleiðis, at stórar plakatir verða hongdar upp kring landið, eins og gjørt varð í fjør í sambandi við SEX krevur SAMTYKKI. Vit skjóta átakið í gongd í dag, sama dag sum G! vit vóna at hitta tykkum, og práta meira um evni.

 SAMTYKKI

Samstarv millum Amnesty International, Fólkaheilsuráðið, Føroya Politi og Sig frá.
Samstarvið Samtykki hevur til endamáls at fyribyrgja neyðtøku og kynsligum ágangi – og styrkja fatanina av hugtakinum samtykki.

Á sumri 2017 setur Amnesty gongd á upplýsandi átak um rættindi á netinum. Tí tað er ikki bara sex, sum krevur samtykki. Ein mynd krevur eisini samtykki. Tey flestu av okkum eru tó rættuliga nakin, tá tað snýr seg um, at vera ílatin til at tryggja seg á netinum. Á hesi síðu fara vit ígjøgnum summarið 2017 at dagføra við upplýsingum um evnið.

Hvat geri eg, um mín mynd endar á netinum uttan mítt samtykki?

STRIKA MEG.FO

SLET DET.DK

MYNDIN ER TIL TÍN – IKKI TÍNAR VINIR

SAMTYKKI skal gevast tvær ferðir. Tú skal hava SAMTYKKI fyri at taka myndina og SAMTYKKI fyri at deila myndina.
At tú hevur fingið eina mynd sendandi merkir ikki, at tú harvið hevur rætt at deila hana. Myndin er til tín – ikki tínar vinir!

Filmur hjá Red Barnet (www.sletdet.dk)

TILTAK 1. JUNI 2017: NAKIN Á NETINUM

Tiltakið varð tikið upp, og vit fara at leggja upptøkur frá hesum tiltakinum út á hesa síðuna so skjótt, sum upptøkurnar eru klárar.

“Nógv halda at tað bert er ein ósek mynd á netinum, men um viðkomandi er undir 18 ár og myndir verður deild uttan samtykki, so er talan um barnaporno. Tey flestu kenna ikki avleiðingarnar av at deila eina nakinmynd”, siga donsku brøðurnir, sum eru ávikavist 18 og 25 ára gamlir. Teir siga, at fyri teir snýr tað seg um næstakærleika og um at forða øðrum ungum at deila ólógligar myndir á netinum. Heldur enn at melda myndina til løgregluna beinanvegin, seta aktivistarnir seg í samband við foreldrini. Harvið fáa ung og foreldur møguleika at bjarga sær sjálvum undan eini brennimerktari revsiváttan, samstundis sum ein ólóglig mynd vónandi í nóg góðari tíð verður strikað av netinum. Vísir tað seg ikki at rigga, melda teir sjálvsagt myndina og lógbrótaran til løgregluna.

PULTERKAMMERETS AKTIVISTER

“Deilir tú eina nakinmynd, so siga vit tað við mammu tína!” hetta siga brøðurnir í Pulterkammerets Aktivister, sum eru farnir í hernað ímóti hevndarporno, og sum eisini hava fleiri dømi at vísa á úr Føroyum.

Tey eru alsamt fleiri børn og ung, sum verða útsett á alnótini, tí at nakinmyndir av teimum fara í umferð. Hetta er sambært løgregluni eisini ein stórur trupulleiki í Føroyum. Sum liður í arbeiðinum hjá Amnesty, at varpa ljós á rættin til egnan kropp, er tað natúrligt eisini at varpa ljós á, at hesin rættur sjálvsagt eisini fevnir um talgilda heimin og myndir. Myndir krevja samtykki, og við hesum tiltaki vilja vit varpa ljós á, at tað er ólógligt at deila myndir á netinum uttan samtykki. Persónsálop og ágangur umframt deiling av nakinmyndum og øðrum persónsviðkvomum upplýsingum hoyrir ongastaðni heima – hvørki off- ella online. Eitt NEI er eitt NEI – eisini á netinum!

Tiltakið var í PERLUNI í Havn hóskvøldið 1. JUNI KL. 19.00

Á tiltakinum umrøddu vit LÓGINA, fyri at fáa staðfest: Hvat er ein lóglig mynd? Nær kunnu vit deila eina mynd? Hvussu geva vit samtykki á netinum, og hvussu taka vit tað aftur? Og nær er talan um barnaporno?

Vit hoyrdu eisini brot úr SØGU um eina kvinnu, og um hvussu hon var útsett fyri ágangi á netinum.

Jan og Michael Lauritsen frá PULTERKAMMERETS AKTIVISTER greiddi síðani saman við næstformanni teirra Stefan Roy Frederiksen, hvussu teir eru farnir í hernað ímóti hevndarporno og grovum ágangi á netinum, hví hetta er ein hjartamál fyri teir, og hvussu teir halda, at vit øll kunnu vera við til steðga hesum vaksandi trupulleika.