Aktivistar

Soleiðis arbeiða vit

Alt arbeiðið hjá Amnesty byggir á altjóða átøk, sum altjóða felagsskapurin raðfestir.

Arbeitt verður í trimum stigum.

  1. Fyrsta stigið er, at eygleiða mannarættindastøðuna í brennideplum kring heimin.
  2. Næsta stigið er at skjalprógva við frágreiðingum.
  3. Og triðja stigið snýr seg um at broyta mannarættindastøðuna við átøkum, aktivismu og lobbyvirksemi, sum serliga er rættað mótvegis myndguleikum – bæði altjóða og lokalt.

Tey seinnu árini hevur deildin valt at arbeiða við altjóða átøkum, men eisini úr lokalum sjónarhorni. Vit eru sostatt viðkomandi bæði altjóða og lokalt. Og vit hava longu sæð fleiri ítøkilig úrslit. Vit varpaðu ljós á harðskap móti kvinnum og fingu eina heildarætlan um harðskap. Vit høvdu almennan fund um støðuna hjá LGBT-persónum í Føroyum, og hetta førdivið sær, at LGBT Føroyar varð stovnað.
Nú arbeiða vit hart víðari.

Í 2015 varð altjóða átakið Mín Kroppur Míni Rættindi raðfest fremst. Vit kravdu, at ítøkilig stig vórðu tikin á tí politiska pallinum her í Føroyum, tí eingin skal hava avsláttur eftir at hava framt eina neyðtøku, hvørki tá ið tann neyðtikni er verjuleysur, ella tá ið neyðtøkan fer fram í hjúnabandi. Arbeiðið gav úrslit, og vit fingu eina orðing um revsilógina og neyðtøkur í samgonguskjalið í 2015.

Í 2016 vænta vit at síggja ítøkiligu úrslitini eins og vit eisini fara at arbeiða fyri, at umstøðurnar hjá neyðtøkuofrum vera munandi betur. Bæði rættartrygdin og heilsan.