Undirvísing og mannarættindi

Kennir tú tíni rættindi?

Mannarættindi - hvat er tað?

Meira um mannarættindi

Heimsyvirlýsingin um mannarættindi

Virðisgrundarlagið hjá AIFO byggir á heimsyvirlýsingina hjá ST um mannarættindi frá 1948.

Ásetingarnar í hesi heimsyvirlýsing eru grundarlagið fyri øllum, sum vit arbeiða fyri, og visiónin er ein heimur, har hvør menniskja hevur øll hesi 30 rættindi, ein og øll tey rættindi, sum aðrir altjóða sáttmálar tryggja.

Altjóða sáttmálar

Føroyar eru partur av altjóða samfelagnum og hava bundið seg til eina røð av mannarættindasáttmálum. Á hesi síðuni fært tú yvirlit yvir altjóða sáttmálarnar og innlit í, hvussu eftirlitið við hesum sáttmálunum fer fram.

Amnesty fylgir við hesum arbeiði og hevur gjørt viðmerkingar og frágreiðingar í samband við onkrar av eftirmetingunum.

Undirvísingartænastan

Eitt av aðalmálunum hjá Amnesty er at børn og ung kenna síni rættindi. Og brúka vit tíð og orku uppá at halda upplegg fyri skúlanæmingum.

Vit koma gleðiliga út á skúlar, men bjóða ofta eisini smærri bólkum inn á skrivstovuna at fáa eitt upplegg og høvi at seta spurningar um eitt ávíst evni.

Set teg í samband við okkum

Tí skulu mannarættindi inn um skúlagátt

Vegleiðandi kanning, sum Amnesty hevur gjørt vísti, at bert 1 av trimum vita, at børn av serlig rættindi. Og fyrr í ár, spurdi vit 7. floks næmingar, hvørt ein genta, sum fer inn í eitt kamar við einum drongi, sjálv hevur eina ábyrgd, um kvøldið endar við neyðtøkur. Heili 2 av trimum svaradðu JA. Hetta vísir, at børn og ung í Føroyum ikki í stóran mun eru tilvitað um teirra grundleggjandi rættindi og skyldir.

Samgonguskjalið 2015: “Samgongan vil arbeiða fyri tí inkluderandi samfelagnum. Altjóða sáttmálar – eitt nú mannarættindasáttmálin, barnarættindasáttmálin og ST-sáttmálin um rættindi hjá teimum, sum bera brek – eiga at verða virdir og fylgdir.”

Og sambært hesum sáttmálum eiga vit sum land at tryggja, at børn og ung kenna síni rættini.

Greinasavn um mannarættindi

Í 2009 gav Amnesty eitt greinasavn út, har altjóða sáttmálar, sum Føroyar hava bundið seg til, verða umrøddir. Hetta greinasavn gevur eitt innlit í sáttmálarnir og hvussu hesir verða eftirmettir í ST.

Tilfar til undirvísing

NÁM hevur eina síðu á heimasíðuni SNAR, har tú fært eitt yvirlit yvir viðkomandi tilfar um mannarættindi.

Á síðuni eru eisini ymiskt tilfar, sum Amnesty hevur ment.

Hefti um mannarættindi

Í 1995 gav Amnesty International Føroya Deild út heftið „Mannarættindi“. Endamálið var at gera frálærutilfar til fólkaskúlan. Heftið er serliga ætlað framhaldsdeildini, men kann eisini brúkast sum íblástur til undirvísing í yngru flokkunum og á miðnámsskúlum. Tak tilfarið niður her.

Men hvørji eru hesi rættindi?

3 grundleggjandi rættindi

Øll børn hava rætt

Barnarættindi

Evni til undirvísing

Samkynd kunnu giftast

Føroyar og flóttafólk

Samtykki og kropsligt sjálvræði