Neyðtøka og kropslig rættindi

Kropslig rættindi

Í 2015 og 2016 hevur Amnesty arbeitt fyri, at neyðtøka og kropslig rættindi koma á dagskrá. 

MÍN KROPPUR MÍNI RÆTTINDI

Altjóða átak um kropslig rættindi

Hvør hevur rættin til tín kropp? Hvør avgerð, hvønn partnara tú skal hava og nær? Og nær og um tú skalt hava børn?

Fyri milliónir av kvinnum í heiminum, verða hesar avgerðir tiknar av øðrum. Av manninum, av familjuni og av samfelagnum. MÍN KROPPUR MÍNI RÆTTINDI er altjóða átak hjá Amnesty International, har ljós verður varpað á rættin til egið kropsligt sjálvræði.

Átakið hjá Amnesty, MÍN KROPPUR MÍNI RÆTTINDI, snýr seg um kynslig rættindi hjá kvinnum. Tað snýr seg heilt grundleggjandi um rættin til sjálv at gera av, um og nær ein vil hava børn. Rættin til at velja sín maka. Rættin til upplýsing um kynslív. Rættin til føði- og læknahjálp. Og rættin til eitt lív uttan neyðtøku og kynsligan ágang.

Føroya deild hevur valt at varpa ljós á ta mentan og tann hugburð, sum liggur handan hagtølini fyri neyðtøkur

“Ein og hvør hevur rætt til lív, frælsi og perónliga trygd” – Heimsyvirlýsingin um mannarættindi, 1948

Hetta eru rættindi, sum eru tryggjað í eini røð av altjóða sáttmálum. Men hóast hetta síggja vit, at kynslig rættindi hjá kvinnum eru undir stórum trýsti. Við átakinum arbeiðir Amnesty við at avdúka lond, sum kúga kvinnur og gentur, og vit krevja broytingar. Tað er ikki í lagi, at ein 10 ára gomul genta, sum hevur verið fyri kynsligum ágangi, verður tvungin at gerast mamma. At ein tannáringur verður tvungin at giftast burtur. At ein kvinnu verður dømt 40 pískasløg eftir eina spontana abort. At ein kvinna ikki kann keypa sær fyribyrging uttan loyvi frá einum manni. Og at ein neyðtøkufremjari sleppur undan revsing, um hann giftir seg við offrinum, soleiðis sum t.d. galdandi lóg í Føroyum loyvir. Og hvør er hugburðurin og mentanin handan eina slíka lóg?

Føroya deild hevur valt at varpa ljós á ta mentan og tann hugburð, sum liggur handan hagtølini fyri neyðtøkur, eins og vit hava sett okkum fyri at dagføra lógina og bøta um rættartrygdina hjá neyðtøkuofrum. Vit hava sæð ítøkilig úrslit, og vit vilja síggja fleir ítøkilig úrslit. Tað skal ikki vera nakar ivi hjá nøkrum um, at sex uttan samtykki er brot á kynsligu rættindini og kropsliga sjálvræðið hjá tí einstaka.

Føroyar og neyðtøkur

Veruleikin anno 2016 er, at støðan hjá føroyskum neyðtøkuoffrum er verri enn í okkara grannalondum.

Hóast allir myndugleikar siga seg stuðla rættinum til kropsligt sjálvræði, trongja bæði lóg og mannagongdir til grundleggjandi eftirmeting.

Hjálparsleys kunning

Mótvegis okkara grannalondum finst eingin almenn kunning um, hvat ein skal gera og hvørji rættindi ein hevur, um ein hevur verið fyri neyðtøku. Tú kanst ikki “googla” teg fram til nakað. Einki kemur fram á heimasíðunum hjá Landssjúkrahúsinum ella løgregluni, tá tú leitar við orðinum “neyðtøka”. So hvat er at gera, um tú eisini ert bangin fyri avleiðingunum av at ringja til løgregluna?

Eingin kanning

Á Landssjúkrahúsinum er hjálpin eisini avmarkað. Tí í hesi skelkandi støðu skal ein taka eina skjóta avgerð um at melda málið, áðrenn ein fær møguleikan at kannast av einum lækna og m.a. tryggja spor av eini neyðtøku og at prógva sína søk seinni. Amnesty undrast stórliga á hesa mannagongd, serliga tá tað sambært løgregluni er avgerandi fyri kanningararbeiðið og prógvini, at kanningin fer fram so skjótt sum gjørligt – helst áðrenn ein hevur verið í bað, á vesi, bustað tenn ella skift klæði. Hetta er ein ómenniskjanslig mannagongd, sum átti at verið endurskoðað.

Ein bráfeingismóttøka til neyðtøkuofur á landssjúkrahúsinum og betur almenn kunning um rættindi er ein loysn.

Í 2016 arbeiða vit fyri at dagføra revsilógina og tryggja rættartrygdina hjá neyðtøkuofrum

Sálarlig heilsa

Sum støðan er í dag kann eitt neyðtøkuoffur heldur ikki tryggja egna sálarliga heilsu, tí hóast ein lækni kann velja at senda eina ávísing til Psykiatriska depilin, so er bíðitíðin ofta drúgv, og vandin fyri varandi sálarligum løstum er vaksandi.

Rætturin til ein hjásiti

Tá neyðtøka verður meldað til løgregluna, hevur órættaði rætt til at fáa ein hjásita, sum skal hjálpa og vegleiða í sárbæru støðuni.  Sjálvt um løgreglan skal upplýsa um hendan lógartryggjaða rætt, so vísir tað seg, at hjásitin kemur alt ov seint inn í leikin.

Hvat er samtykki?

Ja til kaffi merkir ikki ja til sex!

Í eini kanning, sum danska deildin hjá Amnesty gjørdi í ár, svaraðu ein av sjey, at ein kvinna, sum sjálvboðin fer heim við einum manni eftir t.d. eitt ball ella ein býtúr, hevur ábyrgd sjálv, um hon verður neyðtikin.

Eitt nei er sostatt ikki eitt nei í øllum førðum. Hetta er serliga hugstoytt, tá hugsað verður um, at flestu neyðtøkur eru sonevndar ”kontaktneyðtøkur”, har offur og neyðtakari kennast frammanundan. Og hetta boðar frá, at tað framvegis er alneyðugt er arbeiða eini hugburðsbroyting, tí eitt ja til kaffi merkir sjálvandi ikki ja til sex.

Nei ER Nei

Tann 16. apríl 2016 var stórt tiltak um samtykki í Perluni í Havn

 Emma Holten

um samtykki

Súni Poulsen um “hví menn eru so illir”

Kjak um hvussu vit tryggja samtykki

SEX KREVUR SAMTYKKI

Samstarv millum Amnesty International, Fólkaheilsuráðið, Føroya Politi og Sig frá.
Samstarvið Samtykki hevur til endamáls at fyribyrgja neyðtøku og kynsligum ágangi – og styrkja fatanina av hugtakinum samtykki.

Føroya Deild

Les meira um Føroya Deild