Flóttafólk og rætturin til friðskjól

VÆLKOMIN

Næstu fýra árini heitir Amnesty International m.a. á stjórnirnar um:

  • At endurhúsa eina millión flóttafólkum, sum her og nú hava tørv á nýggjum heimi.
  • At stovna ein altjóða flóttafólkagrunn, sum m.a. skal veita fíggjarligan stuðul til lond, sum hava nógv flóttafólk.
  • At allur heimurin tekur undir við flóttafólkasáttmálanum hjá ST.
  • At londini seta í verk rættvísar skipanir at meta um krøv hjá flóttum og tryggja, at flóttar hava atgongd til grundleggjandi tænastur, so sum útbúgving og heilsurøkt.

Heimurin kann ikki longur hyggja at, meðan lond sum Libanon og Turkaland taka á seg so ógvusligar byrðar. Einki land skal noyðast at  átaka sær so stóra menniskjasliga neyð við so lítlari hjálp frá øðrum, bert tí at hetta landið hevur mark við annað land í krígsstøðu.

Føroysk hugburðskanning um flóttafólk og friðskjól frá 2016:

Føroya deild hevur latið gjørt eina hugburðskanning. Endamálið er at fáa innlit í, hvør hugburðurin hjá føroyingum er í samband við flóttafólk og friðskjól.

Les um kanningina her.

VIT HAVA ÁBYRGD

Amnesty fer áhaldandi at arbeiða við at minna polistisku skipanina á okkara altjóða ábyrgd. Føroya Deild hevur ta greiðu sannføring, at politiski myndugleikin eigur at taka eina støðu og átaka sær altjóða ábyrgd yvirfyri heimsins neyðstøddu. Og politiski myndugleikin eigur síðani at gera eina ætlan við bæði stutttíðar- og langtíðarmálum sum greitt áseta, hvussu vit kunnu hjálpa heimsins neyðstøddu.

Amnesty heitir í hesum døgum á Evropa um at standa saman um at endurskoða flóttafólkapolitikkin og at deilast um ábyrgdina. Evropa má standa saman um at tryggja lógligar og tryggar farleiðir til Evropa. Evropa má standa saman um at bøta um umstøðurnar í móttøkumiðstøðunum í móttakaralondunum. Og Evropa má standa saman um at endurhúsa teimum flóttunum, sum hava rætt til uppihald.

Í hesum samstarvinum kann Føroyar taka sín lut, t.d. við at senda bjarginarskip, t.d. við at senda pening til neyðhjálp og t.d. við at endurhúsa serliga sárbærum flóttum, sum ST metir hava átrokandi tørv á endurhúsing.

POLITISKA LANDSLAGIÐ 2013 – ER NAKAÐ BROYTT?

HVØRJI RÆTTINDI HEVUR EITT FLÓTTAFÓLK

Hvør kann søkja um friðskjól?

Øll at hava rætt at søkja um friðskjól ímóti forfylging. Øll hava rætt til eina rættvísa viðgerð av teirra umsókn, og øll at hava rætt at kæra eina avgerð. Øll hava eisini rætt til tolk, málsliga og løgfrøðliga hjálp.Øll hava eisini rætt til at vera vard ímóti at ólógliga og óneyðugt at vera sett í varðhald. Og øll hava rætt til at koma í samband við familju, tolkar, advokatar og felagsskapir sum kunnu veita teimum hjálp. Herímillum felagsskapin í ST fyri flóttafólki ST hákommisering fyri flóttafólk. (UNHCR). Eisini hava øll rætt til grundleggjandi rættindi sum at arbeiða, útbúgving og heilsutrygd. Tá ein umsøkjari fær noktandi svar skal viðkomandi sendast aftur virðiliga og við virðing fyri mannarættindum.

Børn undir 18, sum ikki er saman við foreldrum ella øðrum vaksnum hava serlig rættindi. Tey hava rætt til serliga málsviðger. Tað eiga at vera serligar miðstøðir fyri børn, sum søkja friðskjól.

Hvat er eitt flóttafólk?

Sambart ST sáttmálanum um flóttafólk er eitt flóttafólk:  “Ein persónur, sum hevur grundaðan ótta fyri at vera forfylgdur orsaka av rasu, átrúnað, nationaliteti, tilknýti til serliga sosilan bólk ella politiska áskoðan, og sum ikki er í heimlandi sínum .“

Hvørji rættindi hevur eitt flóttafólk?

Sambært ST sáttmálanum um flóttafólk hevur eitt land ábyrgd at verja tey menniskju, sum eru í vanda fyri at vera fyri grovum mannarættindabrotum, um tey venda aftur til heimland sítt. Hetta er tað sokallaða: NON REFOULMENT prinsippið, sum tryggjar, at ein persónur ikki skal sendast til eitt land, har viðkomandi er í vanda fyri at gerast samvitskufangi, vera fyri píning, hvørvingum osfr.

Flóttafólk hava rætt til altjóða verju og hava grundleggjandi rættindi. T.d. tryggjar ST sáttmálin um flóttafólk og aðrir altjóða sáttmálar, at flóttafólk hava rætt til átrúnaðarfrælsi, at fáa samleikaprógv, at arbeiða, bústað, útbúgving og heilsutrygd og til at verða vard móti mismuni. ST hákommiseriatið undirstrikar eisini, at flóttafólk hava rætt til integratión í landinum, har tey hava fingið friðskjól, endurbúseting í einum triðja landi ella sjálvboðin at ferðast til heimlandið.

Hvørji rættindi hevur ein tilflytari?

Ein tilflytari er ein persónur sum fyribils ella permanent slær seg niður í einum øðrum landi enn eins egna heimland/upprunaland. Umleið 100 mió. menniskju eru í dag uttanfyri egið heimland, herímillum umleið 13 mió. flóttafólk, sum eru flýtt frá forfylging (Sambært Dansk flygtningehjælp). Hini eru farin av øðrum orsøkum. Summi fara sjálvboðin og onnur føla seg noydd vegna fíggjarligar trupulleikar, sosialar trupulleikar ella av trygdarávum. Orsøkirnar kunnu vera mangar. Hesi fólkini kunnu uppihalda seg bæði legalt og illegalt (illegalt merkir, at viðkomandi ikki hevur neyðugu pappírini fyri at vera í landinum).

Eisini tilflytarar hava mannarættindi eins og øll onnur menniskju. Heilt grundleggjandi hava tey rættin til lív og til hóskandi lívskrøv. Tey hava rætt til at verða vard ímóti mismuni og tilvildarligum handtøkum og píning. Og Amnesty leggur dent á, at útvísing av sokallaðum illegalum tilflytarum skal fara trygd fram, virðiliga og við virðing fyri mannarættinum.

Nær kunnu fólk verða hilin aftur í varðhaldi?

Altjóða og evropeisk mannarættindalóggáva setur greið krøv fyri, nær tað er møguligt at seta ein persón, sum roynir at koma inn í eitt land, í varðhald.

  • Undir ongum umstøðum skal talan verða um tilvildarliga varðhaldsfongsling/ella at halda fólk aftur (tað er ikki altíð talan um eitt fongsul). Tað skal verða neyðugt og hóskandi – altso í tráð við tað brot, sum viðkomandi hevur gjørt ella kann hugsast at gera.
  • At seta ein persón í varðhald skal altíð verða seinasti vegurin.
  • Børn – serliga børn uttan fylgjara – skulu undir ongum umstøðum verða hildin í varðhaldi, bara tí tey royna at koma inn í eitt land.

Menniskju verða viðfarin sum brotsfólk

Tað er ein vaksandi rák í Evropa, at kriminalisera “óregluligar” tilflytarar. Summi lond hava revsingar í lógini fyri fólk, sum óregluliga uppihalda seg í einum landi. Og onkur lond revsa eisini tey, sum hjálpa tilflytarum í neyð. Tað er t.d. læknar, sjúkrarøktarfrøðingar, lærarar, sum koma í samband við tilflytarar. Hesi hava ábyrgd at víðarigeva hesi til myndugleikarnar. Úrslitið er, at hesi sera sárbæru fólk t.d. kvinnur við barn og illa sjúk fólk, søkja ikki læknahjálp. Foreldur senda ikki børnini í skúla. Fólk, ið eru fyri harðskapi ella fáa t.d. ikki løn fyri arbeiðið melda ikki, tí tey eru bangin at vera útvíst. Og fleiri kanningar hjá Amnesty vísa eitt vaksandi tal av hatursgerðum og mismuni mótvegis sárbærum flóttum av m.a. fasistiskum kreftum. Í Grikkalandi eru dømi um, at valdir politikkarar hava verið partur av harðskapsmálum. Støðan er ógvuliga spent. Ein borgarstórin á eini av grisku oyggjnunum, har flest flóttafólk koma uppá land, sigur tað soleiðis: “Vit eru ikki rasistar – vit hava sjálvi verið tilflytarar – men tað er ógjørligt hjá okkum at handfara henda trupulleika sjálvi.” Hann vísir m.a. á, at har á oynni hava tey bert rá til løn til alment sett í tvær mánaðir fram í tíðina. Tey eru trýst, og tað er tí avgerandi, at alt Evropa tekur felags ábyrgd.

AMNESTY heitir á ES:

  • At fólk við mørkini verða handfarin við virðing. At teirra rættindi verða vird, tá eftirlit við landamørkini verða framd. Og tá tey verða send av aftur landinum.
  • At tryggja fólkunum teirra rætt at søkja um friðskjól
  • Rættin til frælsi hjá migrantum – handtøkur og at halda fólk í varðhaldi skal vera seinasta loysnin.
  • At børn mugu ikki vera hildin í varðhaldi bert tí tey royna at koma inn í landið
  • At fólk ikki eru fyri misnýslu og harðskapi einans tí tey eru migrantar ella tilflytarar – tað veri seg flóttafólk, tilflytarar ella fólk, ið søkja friðskjól.

HARÐAST RAKTU ØKINI

Sýria: Ringasta flóttafólkakreppa í heiminum

Meira enn fimm milliónir flóttafólk eru flýdd úr Sýria, og 95% av teimum eru í einans fimm høvuðsvertslondum: Turkalandi, Libanon, Jordan, Irak og Egyptalandi. Hesi lond stríðast nú við avbjóðingina. Altjóða samfelagið hevur ikki veitt teimum ella humaniteru felagsskapunum, sum stuðla flóttafólkum, neyðugan stuðul. Hóast UNHCR, flóttafólkasavn hjá ST, hevur sent áheitanir, eru alt ov fá endurbúsetingarpláss boðin sýriskum flóttafólkum. Støðan er so desperat, at summi av grannalondunum hjá Sýria hava tikið sera álvarslig stig, herundir at nokta desperatum fólkum at koma inn á teirra øki og hava trýst fólk aftur inn á stríðsøkið. Síðani fyrst í 2015 hevur Libanon sett strangar avmarkingar fyri atgongd fyri fólk, sum flýggja úr Sýria. Myndugleikarnir í Libanon hava sett í gildi nýggjar leiðreglur, sum krevja, at fólk úr Sýria skulu lúka serligar treytir fyri at kunna koma inn. Síðani hesar treytir vórðu settar, hevur verið eitt munandi fall í skrásetingum av flóttafólki úr Sýria.

Miðalhavið: Vandamiklasta sjófarleið

Eftir fleiri ógvusligar hendingar í mun til deyðsfall í Miðalhavinum, hava leiðarar í Europa seinast sett størri orku av til leitingararbeiði og bjarging. Harumframt hava ES lond so sum Týskland, Írland og Stórabretland sent skip og flogfør fyri at økja um orkuna at hjálpa fólki á sjónum. Hesi átøk, sum Amnesty International leingi hevur tosað fyri, eru eitt vælkomið stig á leiðini at økja trygdina á sjónum fyri flóttafólk og migrantar. Kommissiónin hjá ES hevur eisini skotið upp, at ES lond skulu bjóða 20.000 endurbúsetingarpláss afturat til flóttafólk, sum koma úr londum uttan fyri ES. Hetta er eitt stig á røttu leiðini, men 20.000 er eitt ov lítið tal fyri á nøktandi hátt at virka fyri einum altjóða ábyrgdarbýti. Sum dømi kann nevnast, at flóttafólk úr Sýria, sum nú kunnu vænta minni humaniteran stuðul í høvuðsvertslondunum, og sum ikki hava møguleika fyri at koma heim í næstu framtíð, framhaldandi mugu væntast at royna at koma um Miðalhavið fyri at koma til Europa. Uttan aðrar nøktandi tryggar og lógligar farleiðir fyri flóttafólk – men eisini fyri migrantar – vilja fólk framhaldandi seta lív teirra í vága.

Afrika: Gloymdar kreppur

Tað eru fleiri enn tríggjar milliónir flóttafólk í Afrika sunnan fyri Sahara. Stríð í londum sum Suðursudan og Miðafrikanska Lýðveldinum hava ført til økt tal av fólki, sum flyta seg – og flýggja undan stríði og forfylging. Av teimum 10 londunum í heiminum, har flest fólk flýggja sum flóttafólk, eru fimm í Afrika sunnan fyri Sahara. Fýra av 10 høvuðsvertslondunum í mun til flóttafólk eru sunnan fyri Sahara. Stríðini og kreppurnar á økinum hava ført til økt tal av flóttafólkum til grannalond, og nógv av hesum hava longu tíggjutúsundtals langtíðar flóttafólk frá londum so sum Somalia, Sudan, Eritrea og Etiopia. Í onkrum av hesum støðum, so sum Suðursudan og Sudan, eru flóttafólkini í londum, sum sjálvi eru í stríði. Flóttafólkakreppan í Afrika fær lítið ella einki uppmerksemi í regionalum ella alheimspolitiskum samanhangi.