FYLG ÁRSINS SKUNDMÁLUM – Hvat hava vit skrivað fyri, og hvat er nýtt í málunum?

A Turkish journalist holds a banner whic

STUÐLA TALUFRÆLSI Í TURKALANDI

30. mars 2017

Turkaland hevur nú heimsmetið í at seta journalistar í geglið. Triðingurin av øllum fongslaðum journalistum, miðlafólkum og blaðstjórum í heiminum situr nú í turkiskum fongslum. Alment eru tey ákærd fyri yvirgang o.a.t., óalment fyri at hava givið andstøðuni eina rødd. Talufrælsið er undir stórum trýsti og tann frælsi journalistikkurin í­ stórum vanda.

Trýstið á talufrælsið í Turkalandi er vaksið støðugt tey seinnu árini. Mótmælisgongur verða niðurbardar við harðskapi, tilfar á netinum verður sensurerað, og heimasíður verður stongdar. Síðan kvettroyndina í juli hava myndugleikarnir jagstrað allar óheftar fjølmiðlar. Meira enn 120 journalistar og miðlafólk eru afturhildin, og 160 dagbløð, sjónvarsprásir, útvarpsstøðir o.t. eru stongd við tvingsli. Eitt tað størsta dagblaðið, Zaman, fekk í fjør nýggja leiðslu – sum dómsvaldið hevði tilnevnt.

Journalistarnir verða í høvuðsheitum ákærdir fyri yvirgang, propaganda og ætlanir um at fella stjórnina. Yvirhøvur eru prógvini annaðhvørt veik ella ikki til. Nógv tey flestu eru fongslað fyri slíkt, sum tey hava skrivað.

Fjølmiðlafrælsi í andróðri

Hugsa tær eitt land við ongum frælsum miðlum. Eitt land, har kunningin um umheimin er avmarkað. Eitt land, har bara ávísar hugsanir fáa rúmd. Eitt land, har alt alment orðaskifti er partískt. Eitt land, har myndugleikar og stovnar ikki opið og gjøgnumskygt kunnu standa til svars.

Óheftir miðlar eru ein aðaltáttur í einum vælvirkandi, pluralistiskum samfelag. Teir hava ein týðandi leiklut, tá ið rætturin til frælst at bera sína hugsan fram skal útinnast. At leita sær og at taka ímóti alskyns kunning er ein mannarættur. Óheftir miðlar eru avgerandi, tá ið valdið skal standa til svars fyri sínar gerðir.

Tað snýr seg ikki um rættar ella skeivar hugsanir; tað snýr seg um at sleppa báðum pørtum til orðanna.

Enn eru teir óheftu miðlarnir í Turkalandi ikki heilt týndir, men teir eru illa løstaðir. Fjølmiðlafrælsið er í stórum vanda, og tað er talufrælsið eisini. Tað er nú, vit skulu rætta eina hjálpandi hond. Journalistar og onnur miðlafólk skulu sleppa at útinna sítt arbeiði. Journalistikkur er einki brotsverk.

DØMIR

Hitt tveir handtiknar journalistar

Ahmet Şık er ein royndur journalistur, sum er vanur at verða jagstraður og sita í fongsli av politiskum ávum. Einaferð sat hann meira enn eitt ár í fongsli fyri at hava skrivað eina bók um, hvussu stuðlar hjá Fethullah Gülen høvdu sníkt seg inn í turkiskar myndugleikastovnar.

Í desembur í fjør varð Ahmet aftur afturhildin, hesa ferð skuldsettur fyri at hava framleitt propaganda fyri tann kurdiska arbeiðaraflokkin PKK og felagsskapin, sum stjórnin kallar Feto (Fethullahis Terrorist Organisation) og sigur vera undir leiðslu av Fethullah Gülen, sum Erdogan forseti leggur undir at hava skipað fyri tí miseydnaðu kvettroyndini í fjør summar.

Í fyrstu syftu sat Ahmet tveir dagar í Metris-fonslinum í Istanbul í einum skitnum kliva við ongum vatni. Hann slapp ikki at hitta sínar sakførarar og fekk ikki boð um, at teir høvdu roynt at vitjað hann. Hann er nú fluttur í Silivri-fongslið, har hann situr í kliva saman við tveimum øðrum fangum. Familjan sleppur bara at vitja hann eina ferð um vikuna, og tá verður lurtað eftir hvørjari samrøðu. Hann sleppur ikki fáa bøkur, brøv ella dagbløð uttanífrá.

”Fongslingin av Ahmet er ein boðskapur til teirra, sum enn eru uttanfyri: Sáa iva um okkum, um tú torir – sig tína hugsan, um tú torir.”  
Yonca Verdioğlu, kona Ahmet Şık

 

 

 

 

 

 

Asli Erdogan: Afturhildin frá 16. august til 29. desembur 2016

Tann ummælarafagnaði rithøvundurin, Asli Erdogan, sat næstan fimm mánaðir í fongsli fyri at hava arbeitt sum sjálvboðin ráðgevi og høvundur á tí nú stongda kurdiska dagblaðnum Özgür Gündem.

Vápnaðir og í maskum komu politistar heim til hennara klokkan trý á morgni. Í átta tímar rannsakaðu teir heimið, m.a. 3.500 bøkur og notat. Hóast eingi prógv spurdust burtur úr rannsóknini, handtóku teir hana og skuldsettu hana fyri yvirgang.

Á politistøðini varð eg sett í ein kliva, sum var 2 x 4 m, saman við trimum øðrum kvinnum. Har vóru eingi vindeygur, og ljósið var tendrað alla tíðina. Vit sluppu bara á ves, tá ið starvsfólkini tímdu at fylgja okkum. Eg blundaði ikki ta fyrstu náttina.

Tá ið Asli kom í rættin, væntaði hon at verða leyslatin. Hon var hóast alt ongantíð lógsøkt fyri nakað, sum hon hevði skrivað, og sum ráðgevi hjá dagblaðnum hevði hon ikki havt løgfrøðiliga ábyrgd av innihaldinum í blaðnum. Men dómarin sendi hana aftur í klivan at bíða eftir tí endaliga rættarmálinum. Asli Erdogan er varandi sjúk, og sjúkan versnaði í fongslinum

Tað ringasta í fongslinum var kuldin frá septembur og fram. Einaferð varð eg flutt í ein kliva við 20 øðrum kvinnum. Teirra hjástøða helt mær á lívi.”

Asli Erdogan varð umsíðir leyslatin móti veðhaldi. Hon bíðar enn eftir endaligum dómi.

Eg havi ikki skrivað eitt orð, síðan eg varð leyslatin. Eg vænti, at tað gongur rúm tíð, áðrenn eg aftur kann skriva. Eg royni at koma aftur fyri meg. So leingi eg var í fongslinum, megnaði eg at halda á, men síðan eg varð leyslatin, havi eg veruliga merkt tær likamligu avleiðingarnar.

SKRIVA UNDIR HER

Skriva undir og verjið tælufrælsi!

SEND "BJARGA" TIL 1919 OG VER VIÐ AT BJARGA LÍVUM.

Ein av trimum geva úrslit. Sostatt eru tíni sms boð við til at bjarga lívum.

Les meira her

UM LÍVLINJUNA

Kanningarfólk hjá Amnesty eru sjónarváttar og kanna umstøður kring heimin. Tá tey meta, at ein skjót undirskriftainnsavnan kann gera ein mun, verður málið sent út til allar Amnesty deildir.

Les meira um Lívlinjuna her

ER TAÐ TRYGT AT SKRIVA UNDIR?

Les meira um trygdina her

TAÐ GER MUN

Eitt út av trimum Lívlinju málum geva úrslit. Les meira um úrslitini frá 2015 her

bahrain

DEYÐADØMDIR EFTIR GROVA PÍNING

 

13. mars 2017

Mohamed Ramadhan Issa Ali Hussain og Hussain Ali Moosa Hussain Mohamed bíða bara eftir at verða avrættaðir. Eftir sjey ára steðg hevur Barhrain nú tikið táttin at avrætta deyðadømd upp aftur. Teir deyðadømdu menninir bíða bara eftir, at Hamad kongur góðkennir deyðadómarnar. Teimum tørvar hjálp í stundini.

Mohamed Ramadhan og Hussain Ali Moosa eru í ógvuliga stórum vanda. Í desembur 2014 vórðu teir deyðadømdir fyri at hava lagt eina bumbuspreinging til rættis í bygdini al-Deir. Spreingingin kostaði seinni einum politisti lívið. Menninir kærdu beinanvegin dómin og vístu á, at teir vóru ákærdir av órøttum og síðani píndir og noyddir at játta seg sekar fyri brotsverk, sum teir ikki høvdu framt. Men eftir enn eitt órættvíst rættarmál varð dómurin staðfestur.

Báðir menninir siga frá, hvussu teir vórðu píndir undir avhoyringunum, sum vardu í tveir mánaðir. Hussain Ali Moosa ”játtaði” seg umsíðir sekan, eftir at hann í fleiri dagar á rað hevði hingið niður úr loftinum, meðan vaktarmenninir høvdu bart hann av og givið honum elektriskar stoytir. Játtanin, sum gjørdi Mohamed Ramadhan samsekan, gjørdist tað avgerandi prógvið í rættarmálinum.

Mohamed Ramadhan og Hussain Ali Moosa meldaðu píningina til tann almenna ákæran, men einki batti. Ákærin sendi teir aftur í fongslið, har teir vóru píndir. Hussain Ali Moosa greiðir frá, at eftir hetta helt píningin fram í tveir mánaðir afturat.

Kona Mohamed Ramadhan kærdi eisini til umboðsmannin í landinum, men haðani fekst heldur eingin hjálp. Ikki fyrr enn eftir altjóða trýst lovaði umboðsmaðurin at seta eina heildarkanning í verk viðvíkjandi málinum. Familjan og sakførararnir hjá teimum báðum monnunum bíða enn eftir kanningarúrslitinum.

Bjarga lívinum á teimum báðum monnunum! Skriva undir!

SKRIVA UNDIR HER

Bjarga lívinum á teimum báðum Mohamed Ramadhan og Hussain Ali Moosa! Skriva undir!

SEND "BJARGA" TIL 1919 OG VER VIÐ AT BJARGA LÍVUM.

Ein av trimum geva úrslit. Sostatt eru tíni sms boð við til at bjarga lívum.

Les meira her

UM LÍVLINJUNA

Kanningarfólk hjá Amnesty eru sjónarváttar og kanna umstøður kring heimin. Tá tey meta, at ein skjót undirskriftainnsavnan kann gera ein mun, verður málið sent út til allar Amnesty deildir.

Les meira um Lívlinjuna her

ER TAÐ TRYGT AT SKRIVA UNDIR?

Les meira um trygdina her

TAÐ GER MUN

Eitt út av trimum Lívlinju málum geva úrslit. Les meira um úrslitini frá 2015 her

zaghari_ratcliffe_1080

BRETSK MAMMA FONGSLAÐ EFTIR ÓRÆTTVÍSAN RÆTTARGANG

 

2. mars 2017

Í apríl 2016 eru Nazanin og tvey ára gamla dóttirin Gabriella og ferðast í Iran. Tær vitja foreldrini hjá Nazanin. Á veg heim aftur til Stórabretlands verða tær afturhildnar á flogvøllinum, og síðan hevur einki verið, sum tað var.

Eftir órættvísan rættargang situr Nazanin í tí illa gitna Evin-fongslinum. Lítla Gabriella býr hjá ommuni og abbanum. Av tí at teir iransku myndugleikarnir hava lagt hald á tað bretska passið hjá Gabriellu, sleppur hon ikki heim til pápa sín í Stórabretlandi.

Nazanin Zaghari-Ratcliffe arbeiðir fyri ein vælgerðarfelagsskap í Stórabretlandi. Í fjør vár vitjaðu hon og dóttirin foreldur hennara í Iran. Komnar til innskrivingina á flogvøllinum, byrjar marrudreymurin. Kollveltingargardan handtekur Nazanin, flytur hana burtur og leggur hald á passið hjá dóttrini. Familjan fær onga frágreiðing.

Nakrar dagar seinni sleppur Nazanin heilt stutt at ringja til familjuna. Síðan verður hon avbyrgd í hálvan annan mánað, har hon – veit maðurin at siga – verður náðileyst avhoyrd. Ikki fyrr enn tríggjar dagar fyri rættargangin fær hon advokathjálp.

Í januar verður Nazanin dømd fimm ára fongsul. Hetta hendir eftir loyniligan rættargang fyri dómstólinum hjá tí iransku Kollveltingargarduni. Sambært manninum er tað enn ógreitt, akkurát hvat ið hon er ákærd og dømd fyri, men tað hevur okkurt við “trygdina hjá statinum” at gera. Sambært okkara keldum siga myndugleikarnir hana vera njósnara. Orsøkin er, at hennara vælgerðararbeiði (aðrastaðni enn í Iran, red.) m.a. fevnir um at undirvísa journalistum. Eitt av teimum sokallaðu “prógvunum” er tann stóra fjølmiðlaumrøðan, sum málið hevur fingið. Umrøðan bendir sambært myndugleikunum á, at hon er ein “týdningarmikil persónur”. Amnesty metir Nazanin at vera samvitskufanga. Hon er m.a. fongslað fyri sítt tilknýti til Onglands og sín dupulta ríkisborgaraskap.

Tvey ára gamla Gabriella er enn hjá ommuni og abbanum í Iran. Við ongum passi sleppur hon ikki heim til pápan, Richard, í Stórabretlandi. Síðan handtøkuna er Nazanin bara sloppin at síggja Gabriellu ein tíma um vikuna. Síðan altjóða fjølmiðlar fóru at bera tíðindini hava fongsulsmyndugleikarnir roynt at trýsta Nazanin at velja tað ómøguliga: Hon sleppur at velja ímillum at hava dóttrina hjá sær í fongslinum tríggjar dagar um vikuna og at missa alt samband við hana. Valið er ómøguligt, tí Evin-fongslið er víðagitið fyri ótespiligar umstøður. Heilsan hjá Nazanin sjálvari er eisini undir stórum trýsti. Pína í høgra armi og hond ger, at henni tørvar at koma undir læknahond sum skjótast. Fongslið er tí als einki at bjóða einum tvey ára gomlum barni.

Familjan Zaghari-Ratcliffe er undir stórum trýsti. Í oktobur sendi Nazanin manninum sjálvmorðsbræv. Amnesty International leggur uttan íhald trýst á teir iransku myndugleikarnar, samstundis sum vit senda Nazanin samhugakvøður. Hjálp okkum at hjálpa teimum! Skriva undir fyri, at Nazanin verður leyslatin beinanvegin.

 

SAYDNAYA DETAINEES BEFORE AND AFTER THEIR DETENTION

VANLIGIR BORGARAR PÍNDIR OG HÓPAVRÆTTAÐIR

 

9. februar 2017

Tað sýriska Saydnaya-fongslið er eitt satt sláturhús, vísir ein nýggj frágreiðing. Okkara vitnir siga frá hópavrættingum av vanligum borgarum, grovari píning, hungri og kynsligum harðskapi. Heimssamfelagið kann ikki sita hendur í favn: Trygdarráðið hjá ST má gera nakað við støðuna beinanvegin.

Frágreiðingin byggir á samrøður við 84 vitnir. Fyrrverandi fangar, rýmdir fangavørðir, dómarar og onnur starvsfólk í fongslinum siga frá ræðuligum søgum, um hvussu politisk mótstøðufólk verða viðfarin. Nógv teir flestu fangarnir í hernaðarfongslinum eru vanligir borgarar: mannarættindaverjar, journalistar, læknar, neyðhjálparfólk, lesandi og mótmælisfólk. Í eini lon fyri seg sita eisini hermenn úr herinum hjá Assad sjálvum, sum sigast at vera falnir í ónáði.

Dagin á tamb er fongslið karmur um píning, hungur, tosta og kynsligan harðskap. Fangarnir verða miðvíst ógvuliga illa viðfarnir, og maturin verður bara tveittur inn á tað blóðdálkaða gólvið í klivunum. Eina til tvær ferðir um vikuna verða millum 20 og 50 fangar avrættaðir eftir eitt sokallað rættarmál, sum bara varir nakrar fáar minuttir. Okkara kanningar vísa, at næstan 13.000 fólk eru avrættað síðan 2011. Talið á deyðum er uppaftur størri, um vit telja tey við, sum eru deyð av píningini og umstøðunum í fongslinum.

Tað er fullkomiliga óhugsandi, at tann ovasta politiska leiðslan í landinum ikki hevur góðkent illgerðirnar í Saydnaya-fongslinum. Illgerðirnar eru so nógvar í tali, og so nógv fólk hava tikið lut í teimum, at stjórnin má hava góðkent, at so nógv orka er løgd er í at fremja tær. Harafturat skal annaðhvørt ríkisleiðarin ella verjumálaráðharrin sambært lóggávuni í landinum góðkenna deyðadómarnar.

Altjóðasamfelagið hevur eina ferð enn latið vera við at gera nakað fyri at steðga tí ómetaliga álvarsliga áganginum, sum fer fram í Sýria. Ágangurin er brot á tær mest grundleggjandi meginreglurnar í mannarættindunum og krígsfólkarættinum. Talan er um krígsbrotsverk og brotsverk móti mannaættini

Tí er tað so umráðandi, at Trygdarráðið hjá ST beinanvegin ger nakað við støðuna. Og av tí at teir russisku sameindu hjá Assad eru fastur limur í Trygdarráðnum, eiga vit at krevja, at Russland alt fyri eitt átalar píningina, avrættingarnar og tær ómenniskjansligu umstøðurnar og ger alt, sum landið er ment, fyri at steðga áganginum. ST eigur í stundini at krevja at sleppa inn í øll fongslini í Sýria.

Talan er um eitt langt og tógvið stríð, men vit kunnu ikki sita hendur í favn. Skriva undir og krev, at óheftir eygleiðarar hjá ST sleppa inn í øll fongslini í Sýria.

Frágreiðingin kann lesast her

Vit mugu ongantíð gloyma

FÓLK, SUM SØKJA FRIÐSKJÓL, FRYSTA Á GRISKU OYGGJUNUM

 

27. januar 2017

Skriva undir og krev, at ES tekur ábyrgd fyri teimum menniskjum, sum eru strandað í vetrarkuldanum á grisku oyggjunum. Túsundatals lív eru í vanda!

Evropa kann ikki lata hesi menniskju frysta til deyðis. Onkur má gera okkurt nú!

Støðan:

Suðurevropa er rakt av eini ógvusligari kuldabylgju, og ein avleiðing av avtaluni um flóttafólk millum ES og Turkaland er, at børn, kvinnur og menn í hesum døgum eru í vanda fyri at frysta til deyða í kuldanum. Nógv sova í vánaligum teltum, men tey sleppa ongan veg, tí tey verða afturhildin av evropeiskum myndugleikum, sum hava svikið í samband við ringastu flóttafólkakreppuna síðani annan heimsbardaga.

Síðani “ES-Turkaland” avtalan varð var sett í gildið í mars 2016 hevur ætlanin verið, at fólkini, sum eru stødd á grisku oyggjunum og sum ætla sær at søkja friðskjól, skulu sendast aftur til Turkalands. Men henda avtalan byggir á eina fortreyt um, at rættindini hjá hesum fólkum verða vird í Turkalandi. Aftursendingar eru ikki gjøgnumførdar eftir ætlan, og vit standa nú í eini humanitærari kreppu, har hesi menniskju liva undir óvirðiligum umstøðum í útkantinum av Evropa.

Tíverri er tað politiskum vilji í evropeisku londunum at halda hesi menniskju á oyggjunum, tí um fólkini koma víðari, so kann hetta vísa seg at gerast ein trupulleiki fyri ES-Turkaland avtaluna. Ein avtala, sum londini vísa seg at halda fast í, hóast stórar menniskjasligar avleiðingar.

Vánaligu viðurskiftini sum fólkini á griksu oyggjunum liva undir er eitt prógv um tey harðrendu miðlar, sum evropeiskir politikkarar eru klárir at brúka fyri at halda fólkunum aftur at koma til Evropa. Høvuðsmálið er at hesi fólkini verða aftursend til Turkalands.

Mátin sum Evropa fer við hesum flóttafólkum er vanvirðilig. Men heimurin hyggur ein annan veg.

Amnesty International krevur av ES kommisiónini:

  • at øll neyðug stig verða tikin at tryggja, at hesi menniskju sleppa inn á fastlandið, har tey fáa nøktandi hjálp og verða skrásett.
  • tryggja at grisku myndugleikarnir fáa nøktandi hjálp og stuðul til at skráseta og viðgera umsóknirnar hjá hesum menniskjum á ein nøktandi hátt.

Tú kanst:

  • Skriva undir!
  • Deila innsavnanina á sosialu miðlunum og eggja øðrum at skriva undir!

Undirskriftirnar verða sendar til forsetan í ES-kommisiónini Jean-Claud Juncker.

210118_torture-reconstruction1080x460

UNGUR MALAISIARI BÍÐAR EFTIR AT VERÐA AVRÆTTAÐUR

19. januar 2017

 

Myndugleikarnir í Singapore gera klárt til at avrætta malaisiska Prabagaran Srivijayan, sum er dømdur til deyða fyri at hava smuglað 22,24 gramm av heroini. 29 ára gamli Srivijayan leggur dýran við, at hann er ósekur.

Í apríl 2012 lænti hann ein bil, tí hann hevði eitt ørindi inni í Singapore. Politiið steðgaði honum og fann 22,24 gramm av heroini krógvað í handarstuðlinum á bilsetrinum. Hóast Srivijayan alla tíðina tvíhelt um, at hann einki visti um rúsevnini, varð hann dømdur til deyða.

Sambært einum av advokatunum hjá honum kann avrættingin verða avgreidd longu í næstu viku.

Sambært lóggávuni á staðnum eru ólóglig rúsevnir, sum verða funnin í einum bili, at rokna at sum ogn hjá bilføraranum. Sostatt er tað tann ákærdi, sum hevur próvbyrðuna. Srivijayan skal sjálvur prógva, at onkur annar hevði krógvað rúsevnini í bilinum. Myndugleikarnir hava heldur ikki kannað sakina nóg gjølla. Bæði hesi viðurskiftini eru brot á tær báðar altóða rættarmeginreglurnar um, at ein ákærdur er ósekur, til tað øvuta er prógvað, og at øll hava rætt til rættvísa rættargongd.

Brot á altjóða lóg

Sambært altjóða lóg kunnu fólk bara dømast til deyða fyri ”ógvuliga álvarslig brotsverk”. ST hevur fleiri ferðir staðfest, at rúsevnabrotsverk ikki lúka hesa treytina.

Tó hómast ein lítil vón. Eitt nýtt ískoyti til rúsevnalóggávuna í Singapore letur upp fyri, at rúsevnabrotsverk ikki av sær sjálvum verða revsað við avrætting. Hetta er eitt nú galdandi, tá ið tann ákærdi bara hevur verið útberi.

Bjarga lívinum á Srivijayan – skriva undir fyri, at hann skal verða náðaður.

Fomusoh Ivo Feh

TÍGGJU ÁRA FONGSUL FYRI AT SENDA SKEMT VÍÐARI

 

6. januar 2017

Tað byrjaði sum skemt, men endaði við tíggju ára fongsli. Fomusoh Ivo Feh sendi einum vinmanni eini speisk sms-boð um Boko Haram, og síðan fór tann høpisleysa sakin fullkomiliga av sporinum. Ivo og vinmenninir vórðu handtiknir, settir fyri ein hernaðardómstól og dømdir fyri virksemi, sum hevur samband við yvirgang. Teir skulu nú í fongsul í tíggju ár.

Framtíðin hjá Fomusoh Feh var annars lovandi. Hann skuldi byrja á universitetinum í Kamerun, har hann býr. Men eini sms-boð endavendu øllum.

 

Ein dagin fekk Ivo soljóðandi sms-boð:

”Boko Haram sóknast eftir ungum, 14 ár og eldri, til hertænastu. Upptøkutreytir: 4 fak á miðnámsstigi, og eitt skal vera átrúnaður.”

Skemtið hjá vinmanninum snúði seg um, hvussu torført tað er at fáa arbeiði uttan ta røttu útbúgvingina og royndirnar. Í skemti søgdu teir, at sjálvt ikki Boko Haram skoytti um teg, um tú ikki stóðst teg væl til próvtøkurnar.

Tá ið Ivo hevði fingið sms-boðini, sendi hann vinmanninum Azah tey, sum so aftur sendi einum øðrum vinmannni, miðnámsskúlanæmingnum Afuh, tey. Lærarin hjá Afuh legði hald á telefonina hjá honum, sá boðini og vísti politinum tey. Ivo, Azah og Afuh vórðu allir handtiknir.

Familjan hjá Ivo frætti einki um, at hann var handtikin. Tey settu seg í samband við politistøðina á staðnum at melda hann horvnan, men fingu einki at vita. Ikki fyrr enn Ivo varð fluttur í fongslið í Yaoundé, fekk hann samband við beiggja sín.

Ivo og vinmenninir vórðu settir fyri eini hernaðardómstól, sum dømdi teir tíggju ára fongsul fyri ”brotsverk, sum hava samband við yvirgang”.

Amnesty metir Ivo, Azah og Afuh at vera samvitskufangar. Hjálp okkum at fáa teir leysar – skriva undir!

9db37ebe10682d118b9a1a71c7aaab3fd3be77c5

2016 – IKKI SO GALIÐ SUM TÚ KANSKA HELT

28. desember 2016

Nógv tykjast hava kolldømt 2016 sum eitt ræðuligt ár. Men var tað nú so galið? Tykkum fyri at takka hava vit funnið 33 grundir at fegnast um 2016.

Tað svitast ikki, at vit sóu nógv afturstig í 2016, men tykkum fyri at takka hava vit eisini funnið nógv at fegnast um. Í ár hjálptu tit okkum at fáa 650 órættvíst fongslað og illa viðfarin fólk leyslatin. Tað er næstan tvey um dagin. Saman broyttu vit eisini lóggávuna í 40 londum. Vit kravdu altjóða stjórnareindina hjá fótbóltinum til svars og gjørdu okkara til, at krígsbrotsfólk vórðu dømd. Og í einum ári, sum var merkt av stórari óvissu, funnu vit eitt, sum vit øll kunnu vera vís í: Tað er ikki nóg mikið at ilskast um órættin; broytingin hendir, tá ið vit saman bretta upp um armar og fara til verka.

Her eru 33 lívsjáttandi søgustubbar um, hvussu tit hjálptu okkum at broyta lív og umstøður hjá fólki úr øllum heraðshornum á heiminum í 2016.

TOPSHOT-SYRIA-CONFLICT

TRYGGAR LEIÐIR TIL BORGARAR Í ALEPPO

15. desember 2016

Hvørt sekund telur, og í Aleppo verða fólk júst nú bumbað og myrd á gøtuni.

Túsundtals ósek fólk er í vanda fyri at verða tikin til fanga, pínd ella avrættað, og tey hava átrokandi tørv á tryggum leiðum út úr býnum.

Støðan í Aleppo er meira sárbær enn nakrantíð. Beint nú leggja fólk úr Aleppo teirra seinastu heilsur út á sosialu miðlarnar, meðan stjórnin tekur ræðið á býnum. Í staðin fyri at tryggja teimum tryggar leiðir út úr býnum, eru tey fastlæst í einum heilt lítlum býarparti, har tey standa yvir fyri avrættingum og píning.

Sambært ST fremur herurin hjá Assad avrættingar av kvinnum og børnum mitt á gøtunum í býnum. Les meira um hetta her.

Tað er tí ógvuliga átrokandi, at vit leggja trýst á Putin og Assad. Tað eru bert teir, sum kunnu tryggja, at borgarar sleppa trygt úr býnum.

Vit hoyra, at arbeiðið við at loyva hesum borgarum út úr býnum er byrjað, og boð eru send eftir Altjóða Reyða Krossi, men vit kunnu ikki kenna okkum trygg fyrr enn øll eru úti úr býnum. Tí er tað ógvuliga týdningarmikið, at vit áhaldandi leggja trýst ámynduleikarnar.

Hvat kanst tú eisini gera?

Brúka tínar sosialu miðlar at spjaða boðskapin og deil røddirnar frá Aleppo við umheimin.

Palm Oil Production – Indonesia

Avdúking: Barnaarbeiði aftan fyri vørur sum sjokolátu og sjampo

7. desember 2016

Barnaarbeiði, tvingsilsarbeiði, lívshættisligar arbeiðsumstøður og mismunur ímóti kvinnum. Frágreiðingin hjá Amnesty um pálmaídnaðin vísir, at vørur hjá nøkrum av heimsins størstu vørumerkjum, eitt nú Unilever, Nestlé, Procter & Gamble, Colgate-Palmolive og Kellog’s, verða virkaðar undir út av lagi vánaligum umstøðum. Pálmáolja verður brúkt í gerandisvørum sum sjampoi og sjokulátu.

Pálmaolja er neyvan eitt tilfar, sum fær nakrar klokkur at ringja hjá tí vanliga brúkaranum. Men pálmaolja verður í dag brúkt í øllum frá sjokulátu, ísi, keks og morgunmatarvørum til sjampo, krem, sápu og varrastift. Satt at siga er pálmaolja og pálmaoljugrundað tilfar í uml. 50 % av vanligum brúkaravørum.

Wilmar International Limited stendur fyri 43 % av heimsframleiðsluni av pálmaolju. Tann asiatiska búnaðarfyritøkan og hennara veitarar eiga tær indonesisku plantasjurnar, sum Amnesty hevur hugt nærri at.

Hvørji rættindabrot fara fram?

Kanningarnar hjá okkum vísa, at børn heilt niður í átta ára aldur gera vandamikið arbeiði í plantasjunum. Hóast eitrandi evnir verða brúkt í framleiðsluni, arbeiða børnini við ongari trygdarútgerð. Tey bera tungar sekkir, sum kunnu viga upp í 25 kg, og summi teirra eru givin í skúlanum fyri at arbeiða allan dagin saman við foreldrunum.

Frágreiðingin hjá okkum vísir eisini, at teir vaksnu plantasjuarbeiðararnir eru undir ómetaliga stórum trýsti. Nógvir hava fingið álvarsamar løstir av at arbeiða við tí sera eitrandi evninum paraquat, sum við sama lag verður brúkt í plantasjunum. Eins og ES og onnur hevur Wilmar International alment bannað evninum.

Tey stóru dagligu framleiðslukrøvini hava stóra ávirkan á ta kropsligu heilsuna hjá arbeiðarunum. Bøturnar fyri óloystar uppgávur og hóttanirnar um lønarniðurskurð og uppsøgn noyða plantasjuarbeiðararnar at gera tað tunga handliga arbeiðið í 10-12 tímar um dagin. Hava vit so eisini ta svinnandi lítlu lønina í huga, eigur arbeiðið í veruleikanum at verða bólkað sum tvingsilsarbeiði.

Tað eru eisini tey stóru dagligu framleiðslukrøvini, sum eru orsøkin til, at børnini arbeiða í plantasjuni. Tá ið plantasjuarbeiðarin ikki sjálvur megnar at liva upp til síni framleiðslukrøv, má hann hava børnini at hjálpa sær.

 

Hvat kanst tú gera?

Vit vita, at pálmaolja frá Wilmar er í vørum hjá Colgate-Palmolive, Kellog’s, Nestlé, Reckitt Benckiser, Procter & Gamble og Unilever. Men brúkarin sær ikki, hvaðani pálmaoljan í eini ávísari vøru stavar. Kanningarnar hjá okkum vísa tíverri eisini, at hóast ein vøra hevur frámerkið RSPO, sum sigur frá burðardyggari framleiðslu, er tað eingin trygd fyri, at plantasjuarbeiðararnir ikki verða misbrúktir.

 

Sum brúkari kanst tú leggja trýst á fyritøkurnar.

Hjálp okkum at leggja trýst á fyritøkurnar!

Undirskriftin hjá tær verður brúkt til:

  • at leggja trýst á fyritøkurnar Colgate-Palmolive, Kellog’s, Nestlé, Reckitt Benckiser, Procter & Gamble og Unilever at fáa tær at merkja sínar vørur, so at brúkarin sær, hvaðan pálmaoljan í sjampoinum, keksunum, ísinum o.ø. stavar.
  • at leggja trýst á somu fyritøkur at fáa tær, hvør sær og í felag, at trýsta fyritøkuna Wilmar International og hennara dótturfeløg og veitarar at virða mannarættindini hjá arbeiðarunum.
  • at leggja trýst á fyritøkurnar Colgate-Palmolivem Kellog’s, Nestlé, Reckitt Benckiser, Procter & Gamble og Unilever at fáa tær at seta í verk nøktandi mannagongdir fyri neyðug fyrilit (t.e. veruligar mannagongdir fyri at staðfesta tey brot, sum fara fram í plantasjunum, fyribyrgja, at brotini halda fram, bøta tey brot, sum eru farin fram, og skapa opinleika um ábøturnar), so at tað slepst undan mannarættindabrotum í framtíðini.
  • at leggja trýst á Wilmar International at fáa fyritøkuna at broyta sínar mannagongdir, verja rættindini hjá sínum starvsfólkum og steðga verandi mannarættindabrotum.

 

Skriva undir fyri at mótmæla, at plantastjuarbeiðararnir eru fyri mannarættindabrotum.

Mahmoud Abu Zeid Shawkan

Fongslaður fyri at taka myndir

25. november 2016

”Tað var sum í einum Hollywood-filmi”, greiðir Shawkan frá. Tað var bara tað, at kúlurnar vóru veruligar. Táragassið var veruligt. Stríðsvognarnir, sum rullaðu fram ímóti mótmælisfólkunum um alt Egyptaland, vóru veruligir. Og tey túsund fólkini, sum vórðu dripin, vóru alt ov verulig.

Mahmoud Abu Zeid, betur kendur sum Shawkan, gjørdi bara sítt arbeiði. Hann er myndajournalistur og tók myndir undir einum sitimótmæli í Kairo tann 14. august 2013, tá ið trygdarlið brádliga hertóku økið.

Hann skrivaði seinni, at tað var sum at vera við í einum Hollywood-filmi. ”Tað kendist, sum vóru vit í kríggi. Har vóru kúlur, táragass, eldur, politi, hermenn og stríðsvognar allastaðni.”

Við myndatólinum fangaði Shawkan ruðuleikan rundan um seg. Politiið og herurin vórðu send um alt landið at basa ófriðinum. Talan gjørdist um blóðugastu hending í nýggjari egyptiskari søgu. Av teimum meira enn túsund fólkunum, sum doyðu henda dagin, vórðu meira enn 700 dripin, har sum Shawkan var staddur.

Tá ið politiið kom eftir, at Shawkan var journalistur, varð hann tikin og bakbundin við plaststrimlum, sum skóru ígjøgnum húðina og gjørdu opin sár um skøvningarnar á honum. Síðan varð hann sligin og pískaður við einum belti.

Í dag situr Shawkan í tí vandamikla Tora-fongslinum í Kairo og bíðar eftir dómi. Hann kann verða deyðadømdur. Næsti rættarfundur er settur at vera tann 10. desembur. Tí leggja vit nú serligt trýst á egyptiskar myndugleikar.

Trý ár eru liðin, síðan Shawkan varð fongslaður. Í rættinum í mai segði hann við dómaran: ”At taka myndir er eingin brotsgerð.” Og rætt hevur hann.

Journalistar rinda høgan prís

Sambært CPJ, eini nevnd fyri journalistavernd, er Egyptaland tað vandamiklasta landið í heiminum aftan á Kina at vera journalistur í. Sambært felagnum fyri egyptiskar journalistar eru í minsta lagi 20 journalistar fongslaðir í løtuni bara fyri at gera sítt arbeiði.

Í mai handtóku myndugleikarnir formannin í felagnum fyri egyptiskar journalistar, Yahia Galash, og tveir starvsfelagar hansara, Khaled Elbalshy og Gamal Abd el-Reheem. Teir vórðu millum annað skuldsettir fyri at hava ”borið skeiv tíðindi, sum hótta tann almenna friðin”. Handtøkan ber ófrættakend boð um, at egyptiskir myndugleikar herða stríðið ímóti talufrælsinum.

Skriva undir fyri, at samvitskufangin Shawkan verður leyslatin. Send SKRIVA og títt fulla navn til 1919.

qin_1080

Slepp Qin Chao leysari

15. november 2016

Saman við øðrum sokallaðum borgarajournalistum hevði Qin Chao ætlanir um at skriva um G20-toppfundin í Hangzhou í septembur í ár. Men longu tann 30. august varð Qin afturhildin av politinum. Tann almenna frágreiðingin var, at hon ”eggjaði til klandur og voldi trupulleikar”. Hon situr enn í fongsli uttan rætt til sakførara og í vanda fyri at verða pínd.

Qin Charo varð handtikin á veg til Hangzhou. Hon náddi sostatt ongantíð at skriva um mótmælistiltøkini, men varð afturhildin, áðrenn toppfundurin byrjaði. Hon hevur sitið í fongsli líka síðani.

Tað politiska umhvørvið í Kina er soleiðis vorðið, at tað er trupult hjá kinesiskum fjølmiðlum at siga frá mannarættindabrotum, sum fara fram í sambandi við eitt nú mótmælisgongur. Tí hava sokallaðir borgarajournalistar – tað eru vanligir borgarar, sum gera journalistiskt arbeiði – ein týðandi leiklut, tá ið slík mannarættindabrot skulu lýsast og almannakunngerast í netmiðlum.

Tað er ein slíkan miðil, Tianweng 64, Qin Chao skrivar fyri. Miðilin hevur verið fyri nógvum ágangi frá myndugleikunum. Tey meta sjálv, at tey eru afturhildin meira enn hundrað ferðir tey seinastu fýra árini. Borgarajournalistarnir eru fyrr handtiknir fyri millum annað at skriva um byggigølur í samband við Wenchuan-jarðskjálvtan í 2008.

Umframt Qin Chao vórðu eisini fimm aðrir borgarajournalistar hjá Tianweng 64 handtiknir í sambandi við G20-toppfundin. Hesir eru allir leyslatnir eftir trýst frá eitt nú Ammesty.

Hjálp okkum at fáa Qin Chao leyslatna! Skriva undir! Send SKRIVA og títt fulla navn til 1919.

A migrant prays on the Migrant Offshore Aid Station ship Topaz Responder after being rescued around 20 nautical miles off the coast of Libya

Flóttafólk illa viðfarin og pínd í Italia

4. november 2016

Undir ES-trýsti hevur Italia sett í verk nýggjar mannagongdir fyri at fáa flóttafólk at lata síni fingramerkir. Men kanningar hjá Amnesty vísa, at tær nýggju mannagongdirnar eru á markinum og í summum førum fara langt út um mark. Vit hava hitt meira enn 170 flóttafólk og migrantar á máli, og tey siga frá ógvisligum søgum um elektriskar stoytir, avsmyrjing og kynsliga eyðmýking.

Í summar hava kanningarfólk hjá Amnesty gjørt samrøðu við meira enn 170 flóttafólk og migrantar í Italia. Teirra frásagnir tekna eitt mynstur av harðligari valdnýtslu. Við avsmyrjing, elektriskum stoytum og kynsligari eyðmýking tvingar tað italska politiið flóttafólk og migrantar at lata síni fingramerkir. Í summum førum er valdnýtsan av so grovum slag, at talan beinleiðis er um píning.

16 ára gamli Djoka sigur frá:

”Tey góvu mær elektriskar stoytir við einum stavi. Fyrst nógvar ferðir í vinstra bein og síðan í høgra bein, bringuna og búkin. Eg var máttleysur og megnaði ikki at gera mótstøðu. At enda tóku tey báðar hendurnar á mær og løgdu tær á maskinuna. Eg fekk ikki gjørt mótstøðu.”

Ishaq sigur frá, hvussu hann varð kynsliga píndur:

”Tey fingu okkum øll at fara úr øllum klæðunum. Politistarnir grinu.”

Av tí at hann alla tíðina gjørdi mótstøðu, royndu tey aðrar snildir:

”Tey hildu mær føstum í allar fýra limir, ein persónur í hvønn. Tann fimti togaði kynslimin á mær niðureftir, til eg mátti seta meg niður. So avmyndaðu tey meg, meðan ein teirra snaraði høvdinum á mær ímóti myndatólinum. Og so eydnaðist teimum at fáa míni fingramerkir. Í tveir dagar bløddi eg, hvørja ferð eg pissaði.”

Tá ið ein myndugleikapersónur við vilja og við einum ítøkiligum endamáli veldur einum menniskja svára kropsliga og sinnisliga pínu, er talan um píning. Øll píning er forboðin sambært altjóðasáttmálum, sum eisini Italia hevur bundið seg til at virða og halda.

Av ymsum orsøkum sýta flóttafólk ofta fyri at lata síni fingramerkir. Nógv ræðast myndugleikar yvirhøvur og skilja ikki, hví tey skula lata síni fingramerkir. Nógv vilja ikki verða skrásett í Italia, tí tey ætla sær at biðja um friðskjól í øðrum landi. Orsøkin kann vera, at skyldfólk eru í øðrum europeiskum landi, ella at tey vænta sær betri umstøður aðrastaðni.

Ein 29 ára gomul sudansk kvinna segði soleiðis við Amnesty:

”Eg visti ikki so mikið sum, hvussu vit vóru komin higar. Eg græt. Eg sá øgiliga nógvar politistar. Eg var bangin. Eg var ikki før fyri at hugsa. Tað var ikki so frægt, at eg mintist navnið á foreldrum mínum.”

Tað er týdningarmikið at nevna, at nógv tey flestu fingramerkini verða skrásett friðarliga og professionelt, men frágreiðingin hjá okkum skjalprógvar eitt mynstur av valdsgerðum ímóti  flóttafólki og migrantum. Okkum tørvar eina óhefta kanning av verandi mannagongdum. Í øllum førum eiga fólk ikki at verða noydd við harðskapi og píning at lata síni fingramerkir.

Píningin skal halda uppat. Send SKRIVA og títt fulla navn til 1919.

A migrant prays on the Migrant Offshore Aid Station ship Topaz Responder after being rescued around 20 nautical miles off the coast of Libya

Flóttafólk illa viðfarin og pínd í Italia

4. november 2016

Undir ES-trýsti hevur Italia sett í verk nýggjar mannagongdir fyri at fáa flóttafólk at lata síni fingramerkir. Men kanningar hjá Amnesty vísa, at tær nýggju mannagongdirnar eru á markinum og í summum førum fara langt út um mark. Vit hava hitt meira enn 170 flóttafólk og migrantar á máli, og tey siga frá ógvisligum søgum um elektriskar stoytir, avsmyrjing og kynsliga eyðmýking.

Í summar hava kanningarfólk hjá Amnesty gjørt samrøðu við meira enn 170 flóttafólk og migrantar í Italia. Teirra frásagnir tekna eitt mynstur av harðligari valdnýtslu. Við avsmyrjing, elektriskum stoytum og kynsligari eyðmýking tvingar tað italska politiið flóttafólk og migrantar at lata síni fingramerkir. Í summum førum er valdnýtsan av so grovum slag, at talan beinleiðis er um píning.

16 ára gamli Djoka sigur frá:

”Tey góvu mær elektriskar stoytir við einum stavi. Fyrst nógvar ferðir í vinstra bein og síðan í høgra bein, bringuna og búkin. Eg var máttleysur og megnaði ikki at gera mótstøðu. At enda tóku tey báðar hendurnar á mær og løgdu tær á maskinuna. Eg fekk ikki gjørt mótstøðu.”

Ishaq sigur frá, hvussu hann varð kynsliga píndur:

”Tey fingu okkum øll at fara úr øllum klæðunum. Politistarnir grinu.”

Av tí at hann alla tíðina gjørdi mótstøðu, royndu tey aðrar snildir:

”Tey hildu mær føstum í allar fýra limir, ein persónur í hvønn. Tann fimti togaði kynslimin á mær niðureftir, til eg mátti seta meg niður. So avmyndaðu tey meg, meðan ein teirra snaraði høvdinum á mær ímóti myndatólinum. Og so eydnaðist teimum at fáa míni fingramerkir. Í tveir dagar bløddi eg, hvørja ferð eg pissaði.”

Tá ið ein myndugleikapersónur við vilja og við einum ítøkiligum endamáli veldur einum menniskja svára kropsliga og sinnisliga pínu, er talan um píning. Øll píning er forboðin sambært altjóðasáttmálum, sum eisini Italia hevur bundið seg til at virða og halda.

Av ymsum orsøkum sýta flóttafólk ofta fyri at lata síni fingramerkir. Nógv ræðast myndugleikar yvirhøvur og skilja ikki, hví tey skula lata síni fingramerkir. Nógv vilja ikki verða skrásett í Italia, tí tey ætla sær at biðja um friðskjól í øðrum landi. Orsøkin kann vera, at skyldfólk eru í øðrum europeiskum landi, ella at tey vænta sær betri umstøður aðrastaðni.

Ein 29 ára gomul sudansk kvinna segði soleiðis við Amnesty:

”Eg visti ikki so mikið sum, hvussu vit vóru komin higar. Eg græt. Eg sá øgiliga nógvar politistar. Eg var bangin. Eg var ikki før fyri at hugsa. Tað var ikki so frægt, at eg mintist navnið á foreldrum mínum.”

Tað er týdningarmikið at nevna, at nógv tey flestu fingramerkini verða skrásett friðarliga og professionelt, men frágreiðingin hjá okkum skjalprógvar eitt mynstur av valdsgerðum ímóti  flóttafólki og migrantum. Okkum tørvar eina óhefta kanning av verandi mannagongdum. Í øllum førum eiga fólk ikki at verða noydd við harðskapi og píning at lata síni fingramerkir.

Píningin skal halda uppat. Send SKRIVA og títt fulla navn til 1919.

Illustration Image – Torture Philippines

Vaktir neyðtaka kvinnufangar

25. oktober 2016

Tær verða neyðtiknar og bukaðar og svølta og tysta. Kvinnufangar í fongslum í Somalilandi eru fyri kynsligum valdsgerðum og aðrari píning og hava ongan møguleika at klaga. Royna tær at klaga hjá fongsulsstjórnini, verða tær ofta revsaðar við meira harðskapi.

Kvinnufangar í Gabiley-fongslinum í Somalilandi siga frá, hvussu vaktir á kvøldvaktini píndu tær. Kvinnurnar siga frá neyðtøku og øðrum kynsligum valdsgerðum, ógvisligum harðskapi og døgum við ongum mati og drekka. Klaga tær hjá fongsulsstjórnini, eru tær í vanda fyri at verða revsaðar við meira harðskapi. Kvinnurnar hava tí vent sær til Amnesty og biðið um hjálp.

Hvussu fært tú hjálpt?

Skriva undir! Av royndum vita vit, at altjóða tr‎‎‎‎‎‎‎‎‎ýst munar væl í sakum sum hesari. Tá ið heimurin frættir og fær fylgt við, hvat ið fer fram, verður tað verri at skúgva klagurnar til viks.

Tí savna vit inn undirskriftir til frama fyri kvinnufangarnar og brúka tær at leggja trýst á myndugleikarnar og fongsulsstjórnina. Vit heita á tey um:

  • at tryggja, at valdsgerðirnar steðga og alt samband við fangarnar hereftir fer fram undir umsjón av kvinnuligum starvsfólki
  • kanna sakirnar hjá kvinnunum og, um prógv eru, loysa teir seku úr starvi og rættarsøkja teir
  • tryggja, at kvinnur, sum klaga, ikki eru fyri revsiatgerðum

Send SKRIVA og títt fulla navn til 1919, at heita á statin um at steðga valdsgerðunum ímóti kvinnufangum, ið verða píndir í fongslum í Somalilandi.

A girl in Khakhe camp who was a victim of Islamic State abuse

Burturfluttar kvinnur verða sviknar

10. oktober 2016

Yazidikvinnurnar har norðuri í Irak liva hvønn dag í stúran fyri, at IS fer at burturflyta tær. Tær vita, at ein slík burturflyting merkir neyðtøku, píning og trælahald. Tíverri fáa kvinnur, sum hava verið burturfluttar, heldur ikki ta hjálp, teimum tørvar. Tær eru hinvegin í vanda fyri at verða settar í fongsul. Eitt dømi um hetta er tann 34 ára gamla Bassema.

Bassema Murad var við barn, tá ið IS burturflutti hana og mannin. Eftir nakrar mánaðir í varðhaldi hjá IS, varð hon bjargað. Men heldur enn at fáa sálarliga hjálp varð Bassema, sum var komin at eiga, sett í fongsul. Hóast hon og dóttirin, Nour, hava sitið í fongsli í tvey ár, er hon framvegis hvørki alment ákærd ella dømd fyri nakað.

Amnesty hevur tosað við 18 kvinnur og gentur sum Bassemu. Tær siga frá ræðuligum søgum um tíðina hjá IS. Søgum um neyðtøkur aftur og aftur, harðskap, píning, trælahald og kvinnur, sum gera enda á sær fyri at sleppa undan eyðmýkingini.

Kvinnur í hundraðtali liva við likamligum og sálarligum løstum eftir at hava verið burturfluttar, men tær fáa ikki ta læknahjálp og ta sálarligu hjálp, sum teimum tørvar. Teimum leyslatnu kvinnunum og gentunum tørvar hjálp og stuðul frá altjóðasamfelagnum alt fyri eitt.

Beint nú varpa vit ljós á Bassemu, sum situr í fongsli.

Vit vilja hava hana leyslatna í stundini og krevja, at sakin hjá henni verður kannað. Vit heita eisini á myndugleikarnar um at geva yazidikvinnunum ta neyðugu hjálpina.

Skriva undir fyri, at Bassema beinanvegin verður leyslatin. Send SKRIVA og títt fulla navn til 1919.

AIUK_ Edward Snowden Q&A

Áheitan á Obama: Náða Snowden beinanvegin

29. september 2016

Ein maimorgun í 2013 fór Edward Snowden til Hong Kong við fullari tasku av loyniligum skjølum, sum stavaðu frá hansara arbeiði fyri NSA. Skjølum, sum avdúkaðu, hvussu ómetaliga víðtøkið tað heimsfevnda hópeftirlitið við púra vanligum fólki er. Leikluturin hjá Snowden sum sonevndur ‘whistleblower’, t.e. varskógvari, gjørdi hann til mannarættindahetju. Kortini er hann í vanda fyri at verða dømdur 30 ára fongsul fyri njósning.

Sambært Snowden sjálvum var endamálið við avdúkingini eina og aleina at ”kunna almenningin um tað, sum verður gjørt í hansara navni og ímóti honum”. At avdúka, akkurát hvussu víðtøkið eftirlitið er, sama hvør borgarin er.

Hann avdúkaði, hvussu stjórnir loyniliga goyma okkara persónliga samskifti – okkara telefonsamrøður, okkara teldupost, okkara slóð á netinum og mangt annað. Hetta fer alt fram, uttan at vit vita av tí og uttan okkara samtykki.

Dirvið hjá Snowden broytti heimin. Hann setti gongd á eitt heimsfevnt orðaskifti og fleiri lógarbroytingar og hjálpti okkum at verja okkara privatlív. Fyri fyrstu ferð í 40 ár samtykti USA lógir fyri ríkiseftirlit. Og á altjóðastigi leggja stórar fyritøkur sum Apple og WhatsApp nú meira fyri til tess at verja okkara privatu upplýsingar.

Men arbeiðið hjá Snowden hevur havt stórar persónligar avleiðingar. Teir amerikonsku myndugleikarnir hava lagt hald á passið hjá honum, og hann er nú strandaður í Russlandi. Um hann fer aftur til USA, er hann í vanda fyri at verða dømdur 30 ára fongsul fyri njósning. Hann hevur onga trygd fyri einum rættvísum rættarmáli. Fleiri myndugleikapersónar hava longu dømt hann sekan í miðlunum.

Beint nú hava vit ein gyltan møguleika: Áðrenn Obama forseti fer frá tann 20. januar, kann hann náða Edward Snowden.

Oliver Stone – full interview from AmnestyDK on Vimeo.

Aser Mohamed

14 ára gamal drongur burturfluttur og píndur

19. september 2016

Tíðliga ein januarmorgun burturflyta egyptisk trygdarlið tann 14 ára gamla Aser Mohamed. Í 34 samdøgur er hann horvin, og familjan leitar vónleys eftir honum. Aser sigur seinni frá, hvussu hann varð píndur, eitt nú við elhvøkki. Hann er nú í vanda fyri at fáa 15 ára fongsulsrevsing, tí hann undir píning hevur játtað seg sekan.  

Trygdarliðini hava hvørki handtøkuboð ella húsarannsóknarúrskurð frá rættinum við sær, tá ið tey koma eftir Aseri. Foreldrini fáa at vita, at drongurin bara skal avhoyrast í nakrar fáar tímar. Men Aser kemur ikki heim aftur, og foreldrini leita vónleys eftir honum á politistøðum í økinum.

Ikki fyrr enn 34 dagar seinni ringir Aser til foreldrini og fortelur, at hann hevur verið settur fyri ein ákæra við ongum verja á staðnum. Hann fortelur eisini, hvat ákærin segði, tá ið hann sýtti fyri at játta seg sekan:

”Eg skilji, at tú fegin vilt hava nakrar elhvøkkir aftrat.”

Av hesum skilst, at ákærin væl visti, at Aser hevði verið píndur.

Tann 15. februar verður ákæra reist, og Aser verður varðhaldsfongslaður. Tað er annars forboðið sambært egyptiskari lóg at varðhaldsfongsla børn, sum eru yngri enn 15 ár. Aser situr saman við 12 øðrum í einum kliva, sum er 4×6 metrar til støddar. Hann hevur ongan møguleika at sleppa út.

Aser er m.a. ákærdur fyri at vera limur í Tí muslimska brøðralagnum. Verður hann dømdur, er vandi fyri, at hann fær 15 ára fongsulsrevsing.

Skriva undir fyri, at Aser beinanvegin verður leyslatin og myndugleikarnnir fara at kanna ákærurnar um píning. Send SKRIVA og títt fulla navn til 1919.

Tribute to Dhaka terrorist attack victims

Lesandi í vanda fyri 14 ára fongsulsrevsing fyri at finnast at umhvørvispolitikki

9. september 2016

Í Bangladessj er 22 ára gamli Dilip Roy í vanda fyri 14 ára fongsulsrevsing fyri í tveimum uppsløgum á Facebook at hava funnist at umhvørvispolitikkinum hjá forsætisráðharranum. Roy situr í løtuni á politistøðini í Rajshahi, eftir at dómarin sýtti fyri at sleppa honum leysum móti veðhaldi. 

Í tveimum uppsløgum á Facebook fanst Roy at forsætisráðharranum, Sheikh Hasina, fyri at stuðla ætlanunum um at byggja eitt kolorkuverk har suðuri í Bangladessj. Nógv umhvørvisfólk rópa varskó, tí tey bera ótta fyri, at orkuverkið fer at hava skaðilig árin á Sundarbans – heimsins størsta mangrovuskóg.

Dilip Roy, sum gongur á Rajshahi-universitetinum har vesturi í Bangladessj, er aðalskrivari í tí friðarliga studentafelagsskapinum, Biplobi Chhatra Maitri, sum m.a. arbeiðir fyri umhvørvismálum.

Roy er í vanda fyri í minsta lagi 7 ára og heilt upp í 14 ára fongsulsrevsing. Hann verður ákærdur eftir eini serlóg, sum revsar tey, sum m.a. ”kunngera skeivar, ósømiligar og útspillandi upplýsingar í elektroniskum líki”. Myndugleikarnir í Bangladessj brúka dúgliga lógina til at vera eftir og fongsla atfinningarsamar røddir og til at skerja talufrælsið.

Hjálp Dilip Roy! Skriva undir fyri, at ákærurnar verða sleptar og hann verður leyslatin beinanvegin.

Vit brúka eisini tína undirskrift til at leggja trýst á myndugleikarnar at fáa teir at virða talufrælsið og strika serlógir.

Nour  Islam Khalil

Islam Khalil leyslatin!

2. september 2016

Fyri tveimum døgum síðan bendi lítið á, at tað fór at henda. Dómarin hevði givið boð um at sleppa Khalil leysum, men politiið helt honum aftur og helt fram at pína hann. Men eftir 465 dagar í fongsli er hann nú loksins leyslatin.

Sambært rættarúrskurði tann 21. august skuldi Khalil latast leysur ímóti 50.000 EGP (uml. 37.000 krónum) í veðhaldi. Hann varð fluttur á Raml-politistøðina í strandarbýnum Alexandria, meðan bíðað varð eftir, at veðhaldið fekk virknað. Men heldur enn at sleppa honum leysum helt politiið fram at berja hann av, til hann at enda fall í óvit. Tá ið hann raknaði við aftur, skuldsetti politiið hann fyri nýggj viðurskifti, millum annað harðskap ímóti einum tænastumanni.

”Islam Khalil átti ongantíð at verið fongslaður. Men heldur enn at sleppa honum leysum alt fyri eitt finnur ríkistrygdarpolitiið upp á nýggjar skuldsetingar og fremur enn meira harðskap ímóti honum. Málið um Islam Khalil vísir okkum, hvussu átrokandi tað er, at teir egyptisku myndugleikarnir nú seta tiltøk í verk fyri at basa tvingsilshvørvingum, píning og øðrum harðskapi.”

– Magdalena Mughrabi, varastjóri hjá Amnesty International í Miðeystri og Norðurafrika

Eftir 465 dagar í fongsli er Islam loksins heima hjá sær sjálvum. Vit senda honum góðar tankar og halda fram at arbeiða fyri rættvísi í sakini hjá honum.

RB PLUS Ligene hober sig op i Manilas gader TOPSHOT-FILES-PHILIPPINES-CRIME-DRUGS-RIGHTS

Deyð ella livandi – forsetin í Filipsoyggjum lovar ómaksløn

22. august 2016

Sambært fjølmiðlum og politinum á staðnum hava politiið og vanligir borgarar í Filipsoyggjum myrt í minsta lagi 600 fólk, síðan tann nýggi forsetin Duterte tók við valdinum tann 30. juni. Í ríkissjónvarpinum hevur forsetin Duterte sent rúsevnabrotsfólki eina krígsavbjóðing. Hann lovar øllum borgarum ómaksløn, um teir gera sína skyldu og myrða fólk, sum eru undir illgruna fyri rúsevnabrotsverk.

Eingin veit neyvt at siga, hvussu stórt talið á deyðum er.

Sambært politinum á staðnum eru í minsta lagi 600 fólk deyð í sambandi við átakið hjá forsetanum. Sum frættist, høvdu øll tey deyðu samband við rúsevnaumhvørvið, men uttan ákæru, sakarmál og dóm fáa vit ongantíð vissu fyri, at so er.  Duerte forseti hevur givið boð um at skjóta fyri at drepa.

Harumframt hava sivilir sjálvtektarmenn myrt fólk í ókendum tali. Við teimum upplýsingum, vit hava, hava vit illgruna um, at slíkir hava myrt fólk í hundraðtali. Fjølmiðlar á staðnum http://newsinfo.inquirer.net/794598/kill-list-drugs-duterte siga frá tilburðum, har ókendir menn koyra framvið á motorsúkklum og myrða fólk, sum eru undir illgruna, og leggja pappskeltir eftir sær, sum lýsa ákæruna.

Skriva undir ímóti tí blóðuga harðskapinum í Filipsoyggjum og hjálp okkum at tryggja, at:

  • forsetin beinanvegin fordømir tey mongu drápini og tekur lyftið um ómaksløn og boðini um at skjóta fyri at drepa aftur
  • politiið livir upp til altjóða krøv um valdnýtslu
Islam Khalil

EGYPTISKI KHALIL Í VANDA FYRI DEYÐAREVSING EFTIR PÍNING

15. august 2016

Islam Khalil hvarv sporleyst í 122 dagar. Tá ið familjan loksins frætti frá honum, sat hann í fongsli. Píndur og hóttur eftir lívinum hevði hann játtað seg sekan í ákærunum. Khalil er í vanda fyri at verða dømdur til deyða.

Tíðliga á morgni tann 24. mai 2015 vórðu Islam, beiggin Nour og pápin el-Said Khalil handtiknir. Av tí at hann var politiskt virkin, hevði trygdarpolitiið fyrr havt eyguni við tí løgfrøðilesandi Nour. Men Nour varð leyslatin longu aftan á fýra dagar. Islam Khalil hevur verið spoleyst horvin í 122 dagar.

Sí filmsbrot um søguna hjá Khalil her: bit.ly/2aDjV64

Vit vita ikki, hví Islam verður afturhildin so leingi. Kanska blandar trygdarpolitiið hann við onkran annan. Meðan hann situr í varðhaldi, verður hann bukaður, fær elhvøkk, verður hongdur úr loftinum við limunum og hóttur eftir lívinum, til hann skrivar undir, at hann er sekur í ákærunum.

Hann er ákærdur fyri at vera limur í tí Muslimska brøðralagnum, fyri at hava eggjað til harðskap og fyri sjálvur at hava lopið á trygdarpolitiið. Hann er í vanda fyri at verða dømdur til deyða.

Hvønn dag hvørva í minsta lagi trý fólk í Egyptalandi. Ríkistrygdarpolitiið brúkar miðvíst hvørvingar til at leggja trýst á øll, sum sáða iva um stjórnina ella veita henni mótstøðu.

One of eight activists who were detained after posting critical comments on Facebook of ruling military junta arrives at the military court in Bangkok

TEILAND: 12 ára fongsulsrevsing fyri at gera gjøldur við herovastanum

15. juni 2016

Á facebook-bólkinum “Vit elska Herovasta Prayut” løgdu limir í bólkinum falsaðar myndir og memes út av tailendska Herovastanum Prayut. Politiskar dagføringar, likes og deilingar, umframt persónlig boð á Facebook, eru bannað í Tailandi og verða revsað við langari fongsulsrevsing.

“The Facebook Eights” – sum hesi ákærdu verða nevnd – verða nú førd fyri ein hernaðardómstól og kunnu vænta í minsta lagi 12 ára fongsulsrevsing fyri at eggja til órógv. Tvey av teimum átta eru eisini ákærd fyri at hava háðað kongahúsið í persónligum boðum á facebook, sum eisini er ólógligt.

Narges Mohammadi

IRAN: Stríðið fyri mannarættindum gav 16 ár fongsulsrevsing

3. juni

Ein av navnaframastu mannarættindastríðsfólkunum í Iran, Narges Mohammadi, er dømd 16 ára fongsulsrevsing. Hetta er gott dømi um, hvussu mynduleikarnir í Iran nýta rættarskipanina fyri at kúga fólk, sum finnast at samfelagsskipanini.

Tað er eingin ivi um, at Narges Mohammadi verður revsað fyri friðarliga arbeiði sítt fyri mannarættindum í Iran. Í 2014 hitti hon fyrrverandi umboðskvinnu í EU í uttanríkis- og trygdarpolitikki. Hetta, og ein samrøða við altjóða miðlar, endaði við seks ára fongsulsrevsing fyri at “spjaða propaganda” og at “hótta trygdina í landinum”.

Narges vað eisini dømd 10 ára fongsulsrevsing fyri at stovna felagsskapin Legam, sum arbeiðir ímóti deyðarevsing. Sambært iranskari lóg fær Narges longst møguliga revsing, sum er 10 ár.

Indonesian Police

INDONESIEN: Deyðadømd fyri at smugla valium

20. maj 2016

Í Indonesia sita trý fólk júst nú og bíða eftir at fáa at vita, nær tey verða avrættað. Tey hava fingið deyðarevsing fyri at smugla benzodiazepine – eitt evni í valium og stesolid. Í minsta lagi 165 persónar eru á deyðsgongini í Indonesia, har deyðarevsing javnan verður nýtt.

Tann 8. mai vórðu tríggir fangar fluttir til oynna Nusakambangan, sum verður nýtt sum fongsul. Í fjør vórðu 13 fólk avrættað á oynni – alt í samband við rúsevnisdómar.

Fongsulsmyndugleikarnir og løgreglan á oynni hava váttað, at tey hava gjørt seg til reiðar at skjóta nakrar fangar. Tó hava myndugkleiarnir enn ikki kunngjørt, hvørjir fangar skulu avrættast ella nær tað verður, men bert at fangarnir fáa boðini tríggjar dagar áðrenn avrættanina.

Mohammad al-Hashlamoun, a 17-year-old Palestinian, was given a six month administrative detention order in January 2016

ÍSRAEL: Palestinsk børn verða afturhildin uttan rættarmál

10. maj 2016

Abed al-Rahman Awad Kmali er ein av mongu palestinsku børnunum, sum sita í ísraelskum fongsli. Ísraelsk herlið handtóku Abed al-Rahman Awad Kmali klokkan tvey um morgunin, meðan hann lá og svav. Hann er ikki avhoyrdur, og hann veit ikki, hví hann situr í fongslinum.

Í minsta lagi 11 palestinsk børn eru í sonevndum fyrisitingarligum afturhaldi. Tey eru ein “álvarsamur vandi fyri trygdina”, og tí verða tey fongslað í eitt óavmarkað tíðarskeið uttan ákæru og rættarmál. Summi av børnunum hava verið avhoyrd í fleiri dagar, og onnur verið avbyrgd í fleiri vikur.

Fyrisingarligt afturhald er í stríð við altjóða lóg og barnarættindinasaáttmálan hjá ST, sum Ísrael eisini hevur skrivað undir.

Atena Farghadani

IRAN: Kanna um listarfólk er jomfrú

28. april 2016

Í einum av mest harðrendu fongslinum í Iran bíðar 29 ára gamla Atena Farghadani. Hon hevur kært málið og bíðar eftir avgerðini. Ímeðan verður hon eyðmíkt av myndugleikunum, sum millum annað hava kravt kanning, ið kann vísa um hon hevur verið í song við nøkrum, og um hon er við barn.

Iranska listarkvinnan er dømd 13 ára fongsulsrevsing fyri m.a. at hava teknað iranskar politikarar sum apur og kýr sum eitt mótmæli móti eini nýggjari lóg. Lógin bannar sjálvráddari sterilisering, ið ger tað torførari at skiljast og gevur avmarkaðar møguleikarnar fyri fyribyrging til kvinnur. Hetta eru øll átøk, sum halda iranskum kvinnum niðri.

DAGFØRING:

Atena er latin leys. Ein kærudómstólur í Theran broytti dómin til 18 mánaðar fongsulsrevsing, og tá hevði Atena longu sitið tað mesta av dóminum. Amnesty heldur fram við at berjast fyri málinum hjá Atenu og viðferðini hjá myndugleikarnir av henni.

sygtsystem_1200x628

DANMARK: Tvíkynd skulu av sjúkulistanum

12. april 2016

Fyri at fáa hormonviðgerð og/ella skurðviðgerð skulu tvíkynt fyrst verða lýst sálarsjúk. Samstundis verða tey noydd gjøgnum eina langa og eyðmýkjandi tilgongd, har tey skulu svara spurningum sum “hugsar tú um foreldur tíni, tá tú fleygar tær?” og “hevur tú nakrantíð fingið pengar aftur fyri kynsligt samband?” Fram til 1981 vóru samkynd á sama lista sum sálarsjúk. Amnesty leggur trýst á danska heilsumálaráðharran um at strika tvíkynd av hesum lista.

DAGFØRING:

Sum fyrsta landið í heiminum hevur Dagmark avgjørt, at tvíkynt ikki longur verða skrásett sum sálarsjúk. Amnesty fer framvegis at virka fyri, at tvíkynt fáa hesi rættindi nú støðan er tikin soleiðis, at tvíkynt fáa eina virðiliga viðgerð uttan mismun og ikki verða noydd í eyðmýkjandi frágreiðingar.

Um tú hevur fyrispurningur, kanst tú seta teg í samband við okkum á tel 235819 ella við at senda ein teldupost til elsa@amnesty.fo.