MIÐAFRIKALÝÐVELDI: CLAIRE YINGUINZA OG 19 ÁRA GAMLA DÓTTIRIN, NADIA, BLIVU NEYÐTIKNAR AV VÁPNAÐUM MONNUM. NADIA BLEIV VIÐ BARN OG SMITTAÐ VIÐ HIV. MENNINIR GANGA ENN LEYSIR. HJÁLP FAMILJUNI AT FÁA RÆTTVÍSI.

Seint eitt kvøldið troka ellivu vápnaðir menn úr Anti-balaka-militsini seg inn í húsini hjá Claire. Tey ellivu ommubørnini blíva hjartkipt og gráta hart, men menninir steingja tey inni í sovikamarinum og hótta við at skjóta tey, um tey ikki halda munn. Teir endavenda heiminum og stjala alt, sum hevur nakað virði: sjónvarp, køliskáp, pengar og byggitilfar, sum er ætlað til at byggja eyka kømur við. Síðan renna teir Claire um koll, skræða klæðini av henni og neyðtaka hana fleiri ferðir.

Claire fellur í óvit undir neyðtøkuni. Tá ið hon veit til sín aftur, eru menninir horvnir. 19 ára gamla dóttirin, Nadia, er eisini neyðtikin. Hon hevur blá merkir um allan kroppin og er ógvuliga skelkað.

VIÐ BARN OG HIV-POSITIV

Tann ógvusligi tilburðurin hevur stóra ávirkan á heilsuna hjá Nadiu. Hon fer tí á hospitalið, og prøvarnir vísa tvey úrslit: hon er HIV-positiv og við barn. Seinni fær hon eina gentu, sum eisini er HIV-positiv.

”Tað stendur illa til hjá mær. Av tí at dóttir mín er HIV-positiv, hyggja fólk niður á meg, har eg búgvi. Eg vil fegin hava endurgjald fyri tað, vit hava mist.” (Claire)

Tríggjar dagar eftir neyðtøkuna, vátta læknar á staðnum, at tað er einki at ivast í, at Claire er neyðtikin. Hon er kannað nakrar ferðir fyri HIV, men prøvarnir eru til alla lukku negativir.

Hóast tað skjótt eru fýra ár síðan brotsgerðin bleiv framd, er málið ikki komið fyri rættin enn.

EINKI RÆTTVÍSI

Tíverri er søgan um Claire og Nadiu einki eindømi. Nógvar illgerðir sleppa undan revsing í Miðafrikalýðveldi, har fólk í túsundatali ikki fáa rættvísi. Nógv vita snøgt sagt ikki, hvussu tey skulu melda eina valdsgerð, og onnur tora ikki at melda, tí tey óttast hevndaratgerðir. Rættarskipanin er vánalig og partísk.

Claire visti ikki, at hon kundi leggja sakarmál fyri rættin. Nú hjálpa felagsskapir, sum Amnesty samstarvar við, henni at savna upplýsingar og prógv at leggja fyri rættin. Men henni tørvar eisini okkara hjálp.

Hjálp okkum at leggja trýst á myndugleikarnar, so teir taka málið hjá Claire upp.

Vit brúka eisini undirskriftina til at virka fyri, at myndugleikarnir í Miðafrikalýðveldi yvirhøvur læra betur kanna og fyribyrgja neyðtøkum.