Tað ger mun

Ein út av trimum Lívlinjumálum geva úrslit. Sostatt eru tíni sms boð við til at bjarga lívum.

Úrslit frá 2015:

ALTJÓÐA

  • Deyðadømdi Saman frá Iran fekk eina nýggja rættarsak
  • Ferdous, slapp undan pískasløgum, fyri at vera ”óhóskandi íklæddur” (Sudan)
  • Mexikanski Adrian, sum bleiv fongslaður og píndur fyri eina ger ein annar hevði gjørt, bleiv leyslatin.
  • ES setti í verk eitt víðkað bjargingartiltak fyri bátaflóttum í Miðjarhavinum
  • Fimm Kinesiskar kvinnusaksstríðsfólk blivu leyslætnar móti veðhaldi

FØROYAR

  • Vit fingu eina orðing við í samgonguskjalið til valið 2015, um at fáa revsilógina broytta viðvíkjandi neyðtøkum.
  • Landstýriskvinnurnar í Almanna- og heilsumálum søgdu alment, at tær fara at arbeiða fyri at fáa sett á stovn eina bráfeingismótøku fyri neyðtøkuofrum.