Um Lívlinjuna

Hvønn dag fær Amnesty upplýsingar um grov brot á mannarættindini, sum krevja stundisliga atgerð (handling). Menniskju eru fyri burturflyting, tilvildarligari fongsling, píning ella deyðadóm.

Kanningarfólk hjá Amnesty International eru kring allan heimin. Tey eygleiða lokalar umstøður, samla fakta og sjónarvitnis frásagnir, har tað henda brot á mannarættindini, og taka støðu til, hvussu vit á besta hátt kunnu broyta hesi brot.

Um tey meta, at ein undirskriftsinnsavning kann gera mun, verður tað sent út til allar deildir hjá Amnesty. Saman eru vit sterk. Tú fært eini sms boð um kjarnina av sakini og kann skjótt skriva undir við sms boðum. Innan 24 tímar, kunnu vit savna fleiri túsund tals undirskriftir, sum verða brúktar at leggja áherðslu á avarandi mynduleikar. Tað kann vera ein politikari, embætisfólk, sendiráðharri ella dómari, sum móttekur undirskriftirnar saman við áheitanarbrævi. Um møguligt, biðja vit um fund.

Lívlinjan er eitt ókeypis sms-netverk hjá Amnesty. SMS netverki er stórsta og mest úrslitagóða átak hjá Amnesty í norðanlondum. Tað verður brúkt tá skjót atgerð og nógvar undirskriftir eru neyðugar. Tað er einfalt og úrslitagott. Ein út av trimum atgerðum skapa úrslit. Tú móttekur tvey til trý skund-mál um mánaðin, og kann lætt skriva undir við at svara sms boðunum við. Amnesty savnar allar undirskriftirnar og sendir tær víðari til avvarandi mynduleikar. Kostnaðurin er vanligur sms takstur.

Tí hevur Amnesy International Føroya Deild sett í verk SMS netverki, soleiðis at vit í Føroyum eisini kunnu gera mun einfalt, skjótt og úrslitagott.