TÍN STUÐUL GER MUN

Tín stuðul verður brúktur at broyta mannarættindastøðuna her heima og úti í heimi.

Føroya deild hevur trý høvuðsmál

  • At skapa tilvitan um mannarættindi. At syrgja fyri, at øll í Føroyum vita, hvørji mannarættindini eru og hvat hesi

merkja fyri hvørt einstakt menniskja.

  • At kunna um og virka fyri at betra mannarættindastøðuna í heiminum – skapa kjak, hugburðsbroytingar og eggja

til samhaldsfesti.

  • At fylgja mannarættindastøðuni í Føroyum. Verða álvarslig brot á grundleggjandi mannarættindini framd móti

ávísum bólkum í føroyska samfelagnum, hava vit skyldu til at vísa á trupulleikan, og at gera alt, vit kunnu fyri, at trupulleikin verður loystur.

 

At náa hesum málum hevur Føroya Deild í fleiri ár havt lønt starvsfólk á føroysku skrivstovuni.

Amnesty International er ein óheftur felagsskapur, og hetta merkir m.a., at Amnesty ikki móttekur almennan pening. Vit leggja tí stóra orku í áhaldandi at menna limaskaran, tí tað er stuðulin frá hvørjum einstøkum limi, sum ger, at vit kunnu virka óheft í Føroyum.