Um mannarættindi

Um mannarættindi

Undirvísingartænastan

Eitt av aðalmálunum hjá Amnesty er at børn og ung kenna síni rættindi. Og brúka vit tíð og orku uppá at halda upplegg fyri skúlanæmingum.

Vit koma gleðiliga út á skúlar, men bjóða ofta eisini smærri bólkum inn á skrivstovuna at fáa eitt upplegg og høvi at seta spurningar um eitt ávíst evni.

Set teg í samband við okkum

Heimsyvirlýsingin um mannarættindi

Virðisgrundarlagið hjá AIFO byggir á heimsyvirlýsingina hjá ST um mannarættindi frá 1948.

Ásetingarnar í hesi heimsyvirlýsing eru grundarlagið fyri øllum, sum vit arbeiða fyri, og visiónin er ein heimur, har hvørT menniskja hevur øll hesi 30 rættindi, einS og øll tey rættindi, sum aðrir altjóða sáttmálar tryggja.

Altjóða sáttmálar

Føroyar eru partur av altjóða samfelagnum og hava bundið seg til eina røð av mannarættindasáttmálum. Á hesi síðuni fært tú yvirlit yvir altjóða sáttmálarnar og innlit í, hvussu eftirlitið við hesum sáttmálunum fer fram.

Amnesty fylgir við hesum arbeiði og hevur gjørt viðmerkingar og frágreiðingar í samband við onkrar av eftirmetingunum.

Stutt um Mannarættindi?

Tí skulu mannarættindi inn um skúlagátt

Vegleiðandi kanning av 9. floksnæmingum, sum Amnesty hevur gjørt, vísti, at bert 1 av trimum vita, at børn hava serlig rættindi.

Samgonguskjalið 2015: “Samgongan vil arbeiða fyri tí inkluderandi samfelagnum. Altjóða sáttmálar – eitt nú mannarættindasáttmálin, barnarættindasáttmálin og ST-sáttmálin um rættindi hjá teimum, sum bera brek – eiga at verða virdir og fylgdir.”

Og sambært hesum sáttmálum eiga vit sum land at tryggja, at børn og ung kenna síni rættini.

Greinasavn um mannarættindi

Til miðnám og hægri lesna

Í 2009 gav Amnesty eitt greinasavn út, har altjóða sáttmálar, sum Føroyar hava bundið seg til, verða umrøddir. Hetta greinasavn gevur eitt innlit í sáttmálarnir og hvussu hesir verða eftirmettir í ST.

Tilfar á SNAR um mannarættindi

Til fólkaskúla

NÁM hevur eina síðu á heimasíðuni SNAR, har tú fært eitt yvirlit yvir viðkomandi tilfar um mannarættindi.

Á síðuni eru eisini ymiskt tilfar, sum Amnesty hevur ment.

Hefti um mannarættindi

Til barnagarð og fólkaskúla

Í 1995 gav Amnesty International Føroya Deild út heftið „Mannarættindi“. Endamálið var at gera frálærutilfar til fólkaskúlan. Heftið er serliga ætlað framhaldsdeildini, men kann eisini brúkast sum íblástur til undirvísing í yngru flokkunum og á miðnámsskúlum. Tak tilfarið niður her.

Kennir tú tíni rættindi?

Øll børn hava rætt

Evni til undirvísing

Samkynd kunnu giftast

Føroyar og flóttafólk

Samtykki og kropsligt sjálvræði