AMNESTY INTERNATIONAL

AMNESTY INTERNATIONAL ER EIN ALTJÓÐA RØRSLA við meira enn sjey milliónum heimsíbúgvum, sum taka órættvísi persónligt. Vit stremba ímóti einum heimi, har øll menniskju hava øll tey mannarættindi, sum ST-yvirlýsingin um mannarættindi frá 1948 ásetur.

Tað vóru vanlig fólk sum tú og eg, sum stovnaðu felagsskapin. Felagsskapurin er politiskt og átrúnaðarliga óheftur og óheftur av øllum fíggjarligum áhugamálum. Eingin stjórn er friðað fyri atfinningum frá Amnesty, og eingin støða er vónleys.

Í 1961, tá ið felagsskapurin varð stovnaður, hevði fáur sæð fyri sær, at tann, sum fremur píning, fór at gerast friðleysur, at flestu lond í heiminum fóru at banna deyðarevsing, og at stjórnarleiðarar, sum fremja krígsbrotsverk móti mannaættini, fóru at verða settir fyri ein altjóða dómstól.

Tað er betri at tendra eitt ljós enn at biðja ilt yvir myrkrið. – Peter Benenson, sum stovnaði Amnesty International í 1961.

Tað BYRJAÐI VIÐ EINI SKÁL FYRI FRÆLSI

Tá ið tveir studentar í Portugal í 1961 vórðu fongslaðir fyri at skála fyri frælsi, øtaðist tann bretski advokaturin, Peter Benenson, við. Við eini grein í blaðnum The Observer setti hann gongd á eitt átak, sum varð væl betur fagnað enn væntað. Bløð um allan heim endurprentaðu greinina, sum var eitt neyðarróp um at gera okkurt ítøkiligt fyri teir gloymdu fangarnar. Hugskotið var at heita á fólk kring allan heimin um at virka í felag fyri rættvísi og frælsi.

Greinin hjá Peter Benenson kveikti eina serliga rørslu og slóðaði fyri einum nýggjum máta at virka fyri broytingum.

Ikki fyrr enn tann seinasti samvitskufangin er leyslatin, tað seinasta píningarkamarið er afturlatið, og ST-yvirlýsingin um mannarættindi er ein veruleiki fyri fólkið í heiminum, verður arbeiði okkara liðugt – Peter Benenson.

 Amnesty í dag

Eftir meira enn 50 ár við nógvum ítøkiligum úrslitum hevur Amnesty verið fyri kollveltandi broytingum. Tí tann, sum støðugt vil ganga á odda í stríðnum fyri mannarættindum, má lata sær broytingar lynda.

Vit eru farin frá bara at hava eitt høvuðssæti í London til at hava stórar økismiðstøðir kring allan heimin. Í Afrika, Asia, Latínamerika, Miðeystri, Evropa og Eysturevropa.  Økismiðstøðirnar fáast við kanningararbeiði, átøk og samskifti. Vit megna nú skjótari og betur at átala, mótmæla og virka ímóti mannarættindibrotum. Vit eru ein reystari rødd fyri frælsi og rættvísi.

Hugsa tær, hvat vit kunnu avrika, tá ið vit standa lið um lið við aktivistar úr øllum pørtum av heiminum. Hvussu nógvar samvitskufangar vit kunnu fáa leysar, hvussu nógvum píningarofrum vit kunnu bjarga, og hvussu nógvum menniskjum vit kunnu geva møguleikan at krevja síni rættindi og rættin til eitt virðiligt lív.

Hvat gera vit?

1. Vit kanna og almannakunngera veruleikar, tá mannarættindabrot verða framd.

2. Vit ávirka stjórnir og aðrar valdsmiklar bólkar so sum stórar altjóða fyritøkur. Tí vit vilja tryggja okkum, at tey eftirliva grundleggjandi mannarættindi.

3. Vit fortelja ta sonnu og sterku søguna hjá teimum menniskjum sum vit arbeiða saman við.

4. Vit hava milliónir av stuðlum og virknum limum, sum vit íverkseta átøk saman við fyri at broyta heimin og verja tey mest sárbæru menniskjuni í heiminum.

5. Vit stuðla og eggja øllum menniskjum at krevja síni rættindi við at upplýsa um grundleggjandi mannarættindi.

6 grundleggjandi virði hjá Amnesty International

Altjóða samhaldsfesti

At gera veruligan mun fyri tann einstaka

Altjóða slagkraft

Mannarættindi fyri øll altíð

Óhefti

Demokrati og sínamillum virðing

Lógin fyri

Amnesty International

Yvirlýsing fyri

Amnesty International

5 strategisk mál hjá

Amnesty International

Ársfrágreiðingar 

Altjóða frágreiðingin:

Amnesty International útgevur hvørt ár eina ársfrágreiðing har mannarættindabrot í øllum heimsins londum verða umrødd. Ein gjøgnumgongd av hvørjum einstøkum landi, og henda frágreiðing er grundarlagið undir stórum parti av arbeiðnum hjá felagsskapinum. Í hesi frágreiðing verða Føroyar viðgjørdar sum partur av kongaríkinum Danmark.

Sí altjóða frágreiðingar hjá Amnesty International:

Føroya Deild

Les meira um Føroya Deild