Ársaðalfundur 2020

Til allar Amnesty-limir Nú tilráðingarnar frá myndugleikunum eru broyttar, soleiðis at fleiri fólk kunnu savnast, hevur nevndin valt at seta aðalfundin á skrá aftur. Vit taka hædd fyri tilmælunum, og hava so mikið gott pláss í hølunum, at vit ikki meta tørvur er á tilmelding til fundin. Øll eru vælkomin. Upprunaliga var aðalfundurin settur at…

Móttøkan til fólk, sum hava upplivað neyðtøku, má setast á skrá nú

4 felagsskapir hava sent áheitanarskriv til Landsstýrismannin í heilsumálum og til Landssjúkrahúsleiðsluna. Les skrivið HER. Í gjár hava niðanfyristandandi felagsskapir sent áheitanarskriv til Landsstýrismannin í heilsumálum og sjúkrahúsleiðsluna um at seta gongd á arbeiðið við eini móttøku fyri fólk, sum hava upplivað neyðtøku ella annan kynsligan harðskap. Hetta skriv er sent í sambandi við, at…

COVID-19, undantaksstøður og frælsisrættindi

Um undantaksstøður og mannarættindi og um tvungið sóttarhald Grundleggjandi frælsisrættindini hava verið skerd seinastu mánaðirnar, og kanningar vísa allar, at sárbærastu bólkarnir í samfelagnum verða harðast rakt. Eitt rættarsamfelag í eini undantaksstøðu sum hesari, við uppliva í løtuni, kann góðtaka avmarkingar í persónliga frælsinum hjá borgarunum. Tað er tó avgerðandi, at tiltøkini, sum verða sett…

Áhugafelagsskapirnir skulu takast í arbeiðið frameftir

7. mai 2020 Felags áheitanarskriv til landsstýrisfólk og løgtingslimir: 11. mars varð boðað frá, at føroyska samfelagið skuldi setast niður í ferð orsakað av koronafarsóttini. Bert ein minniluti av føroyingum eru higartil smittað, enn færri eru vorðin álvarsliga sjúk, og tað fegnast vit um. Vit kunnu vera errin av skjótu og effektivu handfaringini av koronafarsóttini,…

ELDRI MAÐUR Í VANDA FYRI AT DOYGGJA AV COVID-19 Í FONGSLINUM – SLEPPIÐ HONUM LEYSUM

Journalisturin Azimjan Askarov hevur sitið í fongsli í skjótt tíggju ár – bara fyri sítt friðarliga mannarættindavirksemi. Hann fyllir 69 í hesum mánaðinum og hevur hjartatrupulleikar og trupulleikar við andadráttinum. Hann er í lívsvanda, nú ið COVID-19 breiðir seg í fongslunum í Kirgistan. Krev, at hann verður leyslatin nú. Azimjan Askarov situr ein lívstíðardóm í…