Skriva fyri lívi 2019

Fá POSTKORT sendandi við at skriva ella ringa

Vit senda og posta fegin øll brøvini fyri tykkum.

EG SKRIVI FYRI LÍVI, TÍ VIT GERA MUN!

Eg skrivi fyri lívi, tí vit gera mun!

Skriva stutt ella langt. Ein heilt stuttur setningur, ein mynd ella eitt hjarta kann gera størri mun, enn tú kanst ímynda tær.

Skriva fyri lívi er eitt altjóða átak, har fólk kring allan heim skriva brøv. Vit skriva áheitanarbrøv til myndugleikar og samhugabrøv til mannarættindaverjar. Vit birta vón við hvørjum brævið og í einum av trimum málum síggja vit eina ítøkiliga broyting. Vit bjarga lívum við orðum.

SARAH OG SEÁN

Mannarættindaverjar, GRIKKALAND

Sarah og Seán hava hjálpt bátsflóttafólkum við griksku oynna Lesbos. Tey eru nú skuldsett fyri fólkasmugling og kunnu verða dømd 25 ára fongsul.

Sarah og Seán

MAGAI MATIOP NGONG

Deyðarevsing, SUÐURSUDAN

Sleppið 15 ára gomlum deyðadømdum leysum.

screenshot-2019-11-20-11.52.01

YASAMAN ARYANI

Kvinnurættindi, IRAN

16 ára fongsul fyri at fara úr hidjabini.

Yasaman

YILIYASIJIANG REHEMAN

Hvørvingar, KINA

Skildur frá familjuni.

Yilyiasijyang

Ert tú lærari – Ger sum Rannvá!

…fyri at læra næmingarnar, at eisini tey kunnu gera mun!
At skriva brøv egnar seg stak væl til undirvísing í m.a. føroyskum, kristni, donskum, sponskum, enskum, samfelagsfrøði og øðrum.

Danska deildin hjá Amnesty hevur ment viðkomandi undirvísingartilfar.

Eg skrivi fyri lívi, tí vit gera mun!

Annika skrivar brøv, og tað hevur omma Anniku eisini gjørt í nógv ár

…Vit skriva, tí tað vit gera mun!

Eg skrivi fyri lívi, tí vit gera mun!

Um tú hevur fyrispurningur, ynskir at keypa ljós, fáa postkort sendandi ella okkurt annað, kanst tú altíð seta teg í samband við okkum á tel 235817 ella við at senda ein teldupost til katrin@amnesty.fo.