80% siga vælkomin

NÝGGJ KANNING UM FLÓTTAFÓLKASPURNINGIN:
Amnesty hevur latið gjørt eina hugburðskanning um hugburðin millum føroyingar um flóttafólkaspurningin.

Kanningin vísir, at føroyingar í stóran mun taka undir við (83% eru samd/partvís samd um), at fólk eiga at kunna leita sær friðskjól í øðrum londum fyri at sleppa undan kríggi og forfylging. Og heili 77% eru samd ella partvís samd í, at Landsstýrið átti at gjørt meira fyri at hjálpa flóttafólkum, sum flýggja undan kríggi og forfylging.

Vit spurdu eisini um, hvussu nær persónliga fólk vilja taka ímóti fólkum, sum flýggja undan kríggi og forfylging. Og til henda spurning svaraðu heili 80%, at tey høvdu latið tey búð í Føroyum. Harav fleiri enn 50% høvdu latið tey búð í býnum/bygdini, grannalagnum ella heima hjá viðkomandi.

Eitt nærri yvirlit yvir spurningar og svar kunnu síggjast her: GALLUP KANNING. Her ber m.a. til at hyggja eftir kyni, aldur og hvar í landinum fólkini, sum hava svarað, búgva.

FØROYINGAR ERU KLÁRIR AT GERA MEIRA
Hesi tøl fortelja okkum, at føroyingar eru klárir at umrøða spurningin um, hvussu Føroyar kunnu hjálpa meira. Amnesty meinar, at tíðin er komin til at Landsstýrismaðurin tekur málið til umrøðu á Føroya Løgtingi, soleiðis at Føroyar taka eina almenna støðu, og soleiðis at vit kunnu leggja langtíðarætlanir.

Amnesty fer í 2017 at umrøða evnið og skipa fyri upplýsandi tiltøkum har flóttafólkaspurningurin verður umrøddur, tí tað er avgerandi at spurningur verður viðgjørdur á einum upplýstum grundarlagið, eins og tað eisini er týdningarmikið, at allir partar og allar røddir verða hoyrdar í tilgongdini.

Tað er Gallup Føroyar, sum hevur gjøgnumført kanningina har fleiri enn 500 fólk kring landið eru spurd. Spurningarnir eru orðaðir eftir eini altjóða kanning hjá Amnesty, og tí kunnu tølini samanberast við hugburðin hjá fólkum í 27 øðrum londum. Í hesi
samanbering eru føroyingar ímillum tey lond, sum ligga ovast og í størstan mun ynskja at hjálpa fólkum, sum flýggja undan kríggi og forfylging.

Sí tølini fyri hini 27 londini her: ALTJÓÐA KANNING.

Í Radaranum 18. januar segði Poul Michelsen, uttanríkisráðharri at arbeitt verður við at lýsa málið, soleiðis at málið kann fáa eina politiska viðgerð, og í morgin hósdagin 19. januar fer Poul Michelsen á fund við Inger Støjberg um flóttafólkaspurningin.

Amnesty fer at fylgja málinum.