33 grundir at fegnast um 2016

Tað svitast ikki, at vit sóu nógv afturstig í 2016, og nógv tykjast hava kolldømt árið sum eitt ræðuligt ár. Men var tað nú so galið? Tykkum fyri at takka hava vit funnið 33 grundir at fegnast um 2016.

Í felag hava vit leyslatið 650 órættvíst fongslað og illa viðfarin fólk. Tað er næstan tvey um dagin! Saman hava vit eisini broytt lóggávu í 40 londum. Í einum ári, sum var merkt av stórari óvissu, funnu vit altso eitt, sum vit øll kunnu vera vís í: Tað er ikki nóg mikið at ilskast um órættin; broytingin hendir, tá ið vit saman bretta upp um armar og fara til verka.

Her eru tær 33 lívsjáttandi søgurnar um, hvussu tit hjálptu okkum at broyta lív og umstøður hjá fólki úr øllum heraðshornum á heiminum í 2016.

  1. Albert Woodfox, USA

Leyslatin í februar eftir 43 ár og 10 mánaðir í einkliva í einum statsfongsli í Louisiana. “Eg fái ikki lagt nóg stóran dent á, hvussu stóran týdning tað hevur at fáa brøv ymsastaðni úr heiminum,” segði Albert. “Tað fekk meg at kenna meg verdan. Tað gav mær styrki – sannførdi meg um, at tað, eg gjørdi, var rætt.” Tað var í sambandi við átakið Skriva fyri lívi, at stuðlar í hundraðtúsundatali strongdu á at fáa hann leyslatnan.

  1. Mazen Mohamed Abdallah, Egyptalandi

Leyslatin úr varðhaldi í februar. Trygdarpolitiiið hevði neyðtikið tann 14 ára gamla drongin í eini roynd at fáa hann at játta seg sekan. Tá ið Amnesty varpaði ljós á søguna, birti tað skjótt í nógva fjølmiðlaumrøðu. Hetta hóvaði tí egyptisku stjórnini so illa, at hon ikki sá sær onnur ráð enn at sleppa Mazen leysum. “Eg fái ikki sagt við orðum, hvussu takksamur eg eri Amnesty International fyri at geva mær sonin aftur,” segði mamma Mazen.

  1. Kostyantyn Beskorovaynyi, Ukraina

Leyslatin í februar eftir áhaldandi trýst frá Amnesty-stuðlum. Í juli og august vórðu tólv menn aftrat og ein kvinna leyslatin eftir spentar fundir millum myndugleikarnar og Amnesty International og Human Rights Watch. Tey høvdu øll sitið í loyniligum varðhaldi í Kharkiv har norðuri í Ukraina. Á fundum gjøgnum árið handaðu vit áhaldandi ukrainskum embætisfólkum ein lista við nøvnum. Á listanum stóðu eisini Kostyantyn og hini leyslatnu. “Takk fyri arbeiðið, tit gera,” segði Kostyantyn seinni við okkum. “Eg helt ongantíð eg fór at sleppa leysur.”

  1. Mahmoud Hussein, Egyptalandi

Leyslatin í mars. Í meira enn tvey ár sat tann 20 ára gamli studenturin í varðhaldi uttan at sleppa fyri rættin. Hann varð handtikin í 2014, 18 ára gamal, fyri at ganga í eini T-shirt við áskriftini “Tjóð uttan píning”. 145.000 fólk um allan heim tóku lut í átakinum at fáa hann leysan. Hetta var ein liður í átakinum Steðga píning.

“Eg eri tykkum Amnesty-aktivistum, sum skipaðu fyri stuðulsátakinum, so takksamur. Tað gav mær vón, og eg kendi meg veruliga stuðlaðan, tí hóast eg var avbyrgdur frá fólki, í einum kirkjugarði fyri livandi, livdi eg í huganum á øðrum.” – Mahmoud Hussein, oktobur 2016

  1. Phyoe Phyoe Aung, Myanmar

Leyslatin í apríl. Amnesty-stuðlar úr øllum heiminum skrivaðu tey meira enn 394.000 brøvini, teldubrøvini, tweetini og annað fyri at fáa hana leysa. Hetta var ein liður í átakinum Skriva fyri lívi. Hon varð leyslatin saman við nógvum øðrum lesandi mótmælisfólkum. “Stóra takk, øll somul”, skrivaði hon herfyri í einum brævi til stuðlarnar. “Ikki bara fyri at tit tóku lut í átakinum at fáa meg leyslatna, men eisini fyri at tit hjálptu okkum at halda lív í vónini og trúnni.”

  1. Maria Teresa Rivera, El Salvador

Leyslatin í mai. Tann 33 ára gamla kvinnan varð í 2011 dømd 40 ára fongsul, eftir at hon hevði mist tað ófullborna fostrið. Amnnesty-aktivistar í túsundatali úr øllum heiminum skrivaðu brøv og heittu á El Salvador um at avkriminalisera fosturtøku. “Eg eri hvørjum manni og hvørji kvinnu, sum fylgdi míni sak við tí logandi kertuljósinum, og sum vónaði, at eg fór at verða leyslatin, ómetaliga takksom,” skrivaði hon seinni.

  1. José Marcos Mavungo, Angola

Leyslatin í mai. Hann varð dømdur fyri uppreistur í septembur 2015, tí hann hevði hjálpt til at skipa fyri einum friðarligum mótmælistiltaki.

  1. Khadija Ismayilova, Aserbadjan

Leyslatin í mai. Eftir at tann virðislønti journalisturin hevði kært dómin, setti hægstirættur í landinum revsingina úr hálvum áttanda árs treytaleysari fongsulsrevsing niður í trý ára treytaða fongsulsrevsing. Í marsmánað vórðu eisini 11 onnur, teirra millum navnframir journalistar, leyslatin. Hetta hendi aftan á tvey ára lobbyarbeiði og átøk og við tykkara stuðli.

  1. Yecenia Armenta, Meksiko

Leyslatin í juni. Tá ið hon varð handtikin tann 10. juli í 2012, varð hon avbard, næstan kolsúrniseitrað, neyðtikin og pínd í 15 tímar, til hon játtaði seg seka í at hava hjálpt til at beina fyri manninum. Amnesty-stuðlar gjørdu einar 300.000 royndir at hjálpa henni. Hetta var ein liður í átøkunum Steðga píning og Skriva fyri lívi. “At fáa øll hesi brøvini, sum siga mær, at eg ikki eri einsamøll,” segði hon, ”gevur mær eina fjálga kenslu. Og eg hugsi: Ja, tað passar, eg eri ikki einsamøll.”

  1. 17 angolskir ungdómsaktivistar, Angola

Leyslatnir við treytum síðst í juli eftir áhaldandi átøk. Millum tey leyslatnu var Sedrick de Carvalho, sum var handtikin fyri at vera við í einum lesibólki, har ung kjakaðust um fólkaræði og frælsi. “Eg vil takka Amnesty International,” segði hann seinni. “Tykkara stuðli fyri at takka eru vit ikki í fongsli longur.”

  1. Ildefonso Zamora Baldomero, Meksiko

Leyslatin tann 12. august. Umhvørvisaktivisturin og samvitskufangin hevði verið órættvíst fongslaður í níggju mánaðir. “Av hjarta takki eg Amnesty International um allan heim,” segði Ildefonso. “Mær fattast orð at siga tykkum, hvussu óendaliga takksamur eg eri tykkum.”

  1. Belén, Argentina

Leyslatin úr varðhaldi í august. Meira enn 120.000 fólk úr øllum heiminum skrivaðu undir áheitanina, sum í juli varð send myndugleikunum á staðnum um at sleppa Belén leysari. Tann 27 ára gamla kvinnan var dømd 8 ára fongsul, tí hon hevði mist tað ófullborna fostrið. Hon bíðar enn eftir endaligum dómi.

  1. Fred Bauma og Yves Makwamba, Lýðveldið Kongo

Vórðu leyslatnir síðst í august. Ikki færri enn 170.000 fólk tóku lógvatak saman at hjálpa teimum báðum ungu aktivistunum úr Lýðveldinum Kongo. Hetta var ein liður í átakinum Skriva fyri lívi. “Hvørt einasta bræv, hvør einasta vitjan, hvørt einasta orð hevur styrkt okkum og stimbrað hugin at halda á í tí drúgva, men rættvísa stríðnum fyri frælsi og fólkaræði,” segði Yves. Aftur at teimum báðum vórðu eisini tíggju aðrir aktivistar, sum eisini vóru limir í ungdómsrørsluni LUCHA, leyslatnir í 2016.

  1. Homa Hoodfar, Iran/Kanada

Leyslatin í septembur. Tann kanadiski-iranski borgarin er professari í mannfrøði og undangongukvinna fyri kvinnurættindum. Fólk í tíggjutúsundatali í Kanada og aðrastaðni við skrivaðu undir áheitanina á myndugleikarnar um at sleppa henni leysari. 

  1. 31 friðarlig mótmælisfólk leyslatin, Gambia

Leyslatin móti veðhaldi í desembur. Ein teirra var andstøðuleiðarin Ousainou Darboe. Amnesty virkaði miðvíst fyri at fáa tey leyslatin og heitti eisini á sínar stuðlar um at sýna teimum samhuga. Mótmælisfólkini vórðu leyslatin í kjalarvørrinum á einum friðarligum vali, har fólkið gekk á odda og feldi tað kúgandi stýrið hjá Yahya Jammeh.

Tín stuðul hjálpti okkum gera slóðbrótandi avdúkingar, sum broyttu lív.

  1. Irak: 293 illa viðfarin fólk leyslatin úr varðhaldi –

Í mai fingu vit serliga atgongd til eina bráðfeingis savningarlegu í Anbar, vestan fyri Baghdad í Irak. Vit komu fram á okkurt um 700 fólk, summi teirra heilt niður í 15 ára aldur, sum vórðu afturhildin undir ótolandi umstøðum, undir illgruna fyri at hava samband við Islamiskan stat (IS). Vit almannakunngjørdu alt fyri eittt avdúkingina, sum fekk nógva miðlaumrøðu. Harumframt vóru vit á týdningarmiklum fundi við irakiska forsætisráðharran. Úrslitið var, at 293 fólk vórðu leyslatin.

  1. Nigeria: 100 fólk flutt úr ræðuligum umstøðum

Tann 11. mai avdúkaðu vit, at í minsta lagi 149 fólk vóru deyð í eini hernaðarligari nigeriskari savningarlegu í 2016. Tey vóru eftir øllum at døma deyð í hungri, av vatntroti og av sjúku. Millum tey deyðu vóru 11 pinkubørn og børn yngri enn seks ár. Hóast tann nigeriski herurin alment avsannaði avdúkingina, vórðu okkurt um 100 varðhaldsfangar leyslatnir, beint eftir at okkara frágreiðing var almannakunngjørd.

Tú hjálpti okkum at bjóða ítróttastjórnareindum av og fáa krígsbrotsfólk dømd.

  1. Altjóða fótbóltsmyndugleiki boyggir seg fyri trýsti

Í mars avdúkaðu vit, hvussu gestaarbeiðarar, sum bygdu ein leikvøll til heimsmeistaraskapin í fótbólti í Katar í 2022, vórðu misnýttir. Stuðlaátøk og kanningararbeiði hjá Amnesty fingu bæði katarskar myndugleikar, byggifyritøkur og FIFA at taka málið upp. Tvær fyritøkur góvu sínum arbeiðsfólkum passini aftur. Ein fyritøka, sum serliga stóð fyri skotum, varð uppsøgd í seks mánaðir. Altjóðafelagsskapurin fyri frælsan ítrótt (sum skal brúka ítróttahentleikarnar í Katar í sambandi við heimsmeistaraskapin í frælsum ítrótti í 2019) lovaði at taka málið upp, hóast felagsskapurin ikki sjálvur var nevndur í frágreiðingini hjá Amnesty. FIFA lovaði at seta eina óhefta nevnd at hava eftirlit við umstøðunum á byggiplássum, sum hava samband við heimsmeistaraskapin í 2022.

  1. Krígsbrotsmaður dømdur í Kjadd

Við einum avgerandi altjóðarættarligum úrskurði varð fyrrverandi forsetin Hissène Habré tann 30. mai dømdur lívlangt fongsul fyri brotsverk móti mannaættini, krígsbrotsverk og píning. Brotsverkini vórðu framd í Kjadd árini 1982-1990. Millum prógvini hjá ákæruvaldinum vóru Amnesty-frágreiðingar úr 1980-árunum og ein serfrøðingavitnisfrágreiðing hjá einum fyrrverandi starvsfólki hjá Amnesty.

Tú hjálpti at bjarga lívi.

  1. Iranskur tannáringur slapp undan avrætting

Alireza Tjiki varð bjargaður undan gálganum, eftir at mótmælir úr øllum heiminum høvdu fordømt ta ætlaðu avrættingina. Eftir ætlan skuldi hann heingjast tann 15. mai 2016, men eftir áhaldandi trýst frá starvsfólkum hjá Amnesty og tweet frá aktivistum við boðskapinum #SaveAlireza valdu myndugleikarnir at steðga avrættingini. Alireza er ikki tryggur enn – tí heita vit nú á Iran um at ógilda deyðadómin.

  1. Avrættingar steðgaðar í Maldivunum og Indonesia

Tykkara áhaldandi stuðul í sambandi við arbeiðið at fáa deyðarevsing avtikna um allan heim munaði veruliga í Maldivunum og Indonesia. Í juli hjálptu tit okkum at steðga – í øllum førum fyribils – tí ætlaðu uppafturtøkuni av arvættingum í Maldivunum eftir meira enn 60 ár. Amnesty-stuðlar løgdu nógv fyri at forða fyri, at 14 fólk í Indonesia, sum eftir órættvísa rættargongd vóru dømd fyri rúsevnabrotsverk, vórðu avrættað. Tíverri vórðu fýra teirra avrættað, men ólavsøkudag vórðu hinar tíggju avrættingarnar útsettar, og myndugleikarnir lovaðu at kanna sakirnar væl og virðiliga. Átakið at bjarga teimum tíggju heldur fram.

  1. 10 ára gomul sýrisk genta fær lívsneyðuga skurðviðgerð

Eftir altjóða trýst frá Amnesty-stuðlum og øðrum eydnaðist tað tann 13. august at flyta eina illa særda 10 ára gamla sýriska gentu burtur úr býnum Madaya og leggja hana undir bráðneyðugan skurð. Ghina Ahmad var farin at keypa mammuni heilivág, tá ið ein sniðskjútti úr sýriska stjórnarherinum skeyt hana í beinið.

Tykkara stuðul gjørdi mun, tá ið lóggávan varð broytt í 40 londum.

  1. Burkina Faso lovar at basa barnagiftu og tvingsilsgiftu

Tykkara hjálp fyri at takka bant stjórnin í Burkina Faso seg í februar til at steðga barnagiftu og tvingsilsgiftu í landinum. Stjórnin bant seg til at hækka giftingaraldursmarkið hjá gentum upp í 18 ár og at bera so í bandi, at tvingsilsgifta verður greidliga skilmarkað í lógini. Meira enn hálv millión skrivaði undir okkara umbøn. Hetta var ein liður í átøkunum Mín kroppur, míni rættindi og Skriva fyri lívi – og umbønin ávirkaði stjórnina.

“Tað er imponerandi, at Amnesty við brøvum og postkortum í túsundatali megnaði at bjóða myndugleikunum av við atliti at barnagiftu og tvingsilsgiftu.” Løgmálaráðharrin í Burkina Faso, apríl 2016

  1. Malavi: Nýggj lóg verjir fólk við albinismu

Meira enn 225.000 skrivaðu undir okkara áheitan á malaviskar myndugleikar um at verja fólk við albinismu fyri morði. Trýstið úr øllum heiminum bar í sær, at Malavi í septembur broytti tvær lógir, sum verja fólk við albinismu fyri harðskapi og morði. Í dag fáa tey, sum verða tikin við beingrindum ella kropspørtum hjá fólki við albinismu uppi á sær, lívlangt fongsul, verða tey dømd.

  1. Gongur framá at basa píning

Tykkara áheitanir um at steðga píning fingu fleiri lond at taka stig til at basa framferðarháttinum. Guinea gjørdi píning til brotsverk, og Togo herdi lógina at fáa hana at samsvara við altjóðarætt. Eftir at Amnesty-stuðlar í fleiri ár hava virkað fyri tí, hevur Kanada loksins bundið seg til at steðga píning. Landið hevur nevniliga staðfest tað ókravda ískoytið til millumtjóðasáttmálan ímóti píning (OPCAT). Eftir at Amnesty-aktivistar í trý ár høvdu virkað fyri hesum, fekst í ár ein søguligur úrskurður um politipíning í Filipsoyggjum. Hetta var fyrstu ferð, at nakar varð dømdur eftir lógini um píning, sum varð viðtikin í 2009.

  1. Gongur framá við rættindunum hjá upprunafólki í Kanada

Í august setti Kanada eina landsfevnda, óhefta kanning í verk, í sambandi við at kvinnur og gentur av upprunafólki eru horvnar og myrdar. Hetta hendi, eftir at Amnesty-stuðlar, áhugabólkar fyri kvinnur av upprunafólki og onnur í meira enn tíggju ár høvdu strongt á myndugleikarnar.

  1. Nýggj lóg fyri horvin í Peru

Ein nýggj lóg ber í sær, at fólk í túsundatali, sum hava sóknast eftir sínum horvnu kæru, loksins hava fingið ein møguleika at fáa greiðu á, hvat ið varð av teimum. Lógin varð viðtikin í juni, eftir at Amnesty-stuðlar í Peru áhaldandi høvdu strongt á myndugleikarnar at fáa teir at kanna, hvat ið varð av øllum teimum, sum vórðu burturflutt og hvurvu í hondunum á herinum og hernaðarbólkum undir tí vápnaða stríðnum í landinum árini 1980-2000.

  1. Gongur framá við rættindunum hjá upprunafólki í Australia

Í kjalarvørrinum á samskipaðum átøkum, og at vit almannakunngjørdu okkara frágreiðing um rættindir hjá ungum av upprunafólki, varð søga skrivað í Queensland í Australia í ár. Eftir fimm áratíggjur við órætti, fara 17 ára gomul, samsvarandi altjóðarætti, nú ikki longur at sita í fongsli saman við vaksnum og at verða stillað fyri rættin sum vaksin. Hetta fer at bøta um møguleikarnar hjá børnum, serliga børnum av upprunafólki, sum eru í 22 ferðir størri vanda enn onnur børn fyri at enda í varðhaldi, at koma aftur á beint.

  1. Norra og Danmark: Søguligt frambrot til frama fyri rættindir hjá transkyndum

    Í juni viðtók Norra eina nýggja lóg, sum eftir eini skjótari og gjøgnumskygdari mannagongd tryggjar transkyndum atgongd til løgliga kynviðurkenning. Lógin er sera týdningarmikil, tí hon letur einstaklingar sjálvar taka avgerð um sítt kyn og ger upp við tann skammiliga arvin við krøvum, sum valda mismun og eru brot á fleiri mannrættindir. Í mai viðtók danska fólkatingið, at transkyndir samleikar ikki longur skulu bólkast sum sinnisbrek.

  1. Saudiarabia: Hópbumbur afturhildnar

Fólk um allan heim tóku lut í okkara átaki at varpa ljós á tær oyðandi avleiðingarnar av hópvápnunum, famleiddum í Tí sameinda kongsríkinum, USA og Brasil, sum Saudiaarabia og tess sameindu hava brúkt í Jemen. USA hevur síðan steðgað flutninginum av hópbumbum til Saudiarabia, og stjórnin í Tí sameinda kongsríkinum hevur boðað frá, at hon hevur biðið Saudiarabia um eina “nýggja tilsøgn”.

  1. Alsamt fleiri lond seta deyðarevsing úr gildi

Trýstið úr øllum heiminum at fáa deyðarevsing avtikna veksur alsamt. Tann 12. mai setti Nauru sum tað 103. landið í heiminum deyðarevsing úr gildi fyri øll brotsverk. Og í juli góðkendi tjóðartingið í Guinea eitt uppskot til nýggja revsilóg við ongari deyðarevsing. Verður lógin viðtikin, verður Guinea tað 19. afrikanska landið at seta deyðarevsing úr gildi fyri flestu brotsverk.

  1. Forða handli við píningarútbúnaði

Áralong átøk hjá Amnesty-stuðlum og Omega Research Foundation fingu í oktobur Europasasamveldið at byrgja fyri handli við útbúnaði, sum verður brúktur til píning og avrætting. Tær viðtiknu avmarkingarnar eru løgfrøðiliga bindandi fyri øll limalondini í Europasamveldinum.

  1. Pólland – kvinnur slóða fyri kúvending í sambandi við ætlað fosturtøkubann

Í oktobur tustu pólskar kvinnur og gentur í sera stórum tali út á gøturnar at mótmæla ætlanini um at seta eitt fosturtøkubann inn í ta frammanundan sera avmarkandi fosturtøkulógina í landinum. Kvinnur fóru í verkfall fyri at sýna sína kollektivu vreiði um uppskotið, og fólk í túsundatali, teirra millum Amnesty-stuðlar, bóru teimum samhugakvøður. Endin var, at stjórnin dró í land – ein søguligur sigur fyri kvinnurættindir í landinum.