Altjóða romadagur 2013
Veist tú, hví tað er diskriminerandi at rópa eitt romafólk fyri sigøjnara?
Orðið “sigøjnari” er ein niðurgerandi lýsing, sum ikki-romafólk hava brúkt um romafólk í fleiri árahundrað. Romafólk brúka ikki hesa lýsing sjálvi. Orðið sigønari verður mett at koma frá griska orðinum “atsinganos”, sum hevur nøkunlunda somu merking sum orðið “paria” ella “tey, mann ikki rørir”. Orðið “roma” merkir harafturímóti menniskja á romanskum, sum eru upprunamálið hjá rómafólki.
Romafólkið: Óynskt og vanvirt
Romafólkið, eisini kent sum sigoynarar, hevur ongantíð fingið nakra virðing í Evropa, men nú er hetta fólkaslagið vorðið eitt klandursmál í ES, tí Frakland sendir tey av landinum - hóast tey eru komin úr einum øðrum ES-landi.
Les her grein frá 2010 um støðuna viðvíkjandi romafólki í Fraklandi.
Amnesty Kafé: "Kveik ein tanka"
“Kveik ein tanka” er heitið á áhugaverdum tiltøkum sum ung í Amnesty fara at skipa fyri eitt hóskvøld í hvørjum mána. Tey ungu seta evni á skrá og bjóða øðrum ungum inn til áhugaverd og hugnalig prát, har endamálið er at fáa innlit um átrokandi evni.
Hóskvøldið 11. apríl verður kjakevnið altjóðá vápnasáttmálin.
Søguligur sigur

Limalondini í ST hava í dag samtykt ein søguliga týdningarmiklan vápnasáttmála. Sáttmálin fer í framtíðini at forða fyri møguleikanum at senda vápn til lond, um hesi eru í vanda fyri at verða nýtt til fólkadráp, brot á mannarættindi ella krígsmannabrotsverk.
Amnesty kann við gleði staðfesta, at hart arbeiði enduliga hevur givið úrlit.
Tíggju ár við grovum mannarættindabrotum
Í dag eru 10 ár síðani, at USA fór inn í Irak, og framvegis eru álop á sivil, píning og órættvíst rættargongd dagligur kostur í Irak. Hetta er niðurstøðan í nýggjari Amnesty frágreiðing, sum kemur út á 10 ára degnum.
"10 ár eftir at stýrið hjá Saddam Hussein fall, hava fleiri irakar størri frælsi enn undir Saddam Hussein, men grundleggjandi rættindi, sum vit annars høvdu væntað, at fólkið hava, mangla framvegis." Soleiðis sigur leiðarin hjá Amnesty International fyri Miðeystur og Norðurafrika, Hassiba Hadj Sahraoui. Og tá sipar hann til grundleggjandi rættindi, sum rætturin til ikki at vera píndur og rætturin til rættvísa rættargongd. Ein grundleggjandi trupulleiki er, at rættarskipanin í Irak framvegis í stóran mun byggir á, at fáa viðkomandi at játta seg sekan, og tað er í hesum sambandi at píning verður framd.
Hoyr meira um trupulleikar við píning og arbeiðnum hjá Amnesty International móti pínining í sendingini Røddin frá 2012 her.