Um Amnesty International
"Who is Amnesty International?... Everyone who has ever written a letter asking for the release of a prisoner of conscience ... Everyone who has ever stood in a vigil mourning the death of a political prisoner... Everyone who has ever handed out leaflets, stuffed envelopes ...done accounts.... Every name on every petition counts".
(Brot úr røðuni, tá Amnesty Interntational fekk handað Nobel friðarheiðurslønina í 1977)
Sjónin hjá AI er ein heimur, har hvør menniskja hevur øll mannarættindini, sum eru staðfest í Heimsyvirlýsing Sameindu Tjóða um Mannarættindi og øðrum altjóða viðurkendum samtyktum um mannarættindi.
Til tess at røkka hesi sjón, er missiónin hjá AI at gera kanningar og tiltøk at fyribyrgja og steðga álvarsligum brotum á rættin til kropsligt og sálarligt sjálvræði (integritet), samvitskufrælsi, framsøgufrælsi og frælsi frá mismuni.
Amnesty International er at vera ein heimsumfatandi mannarættindafelagsskapur, sum er grundaður á Heimsyvirlýsing Sameindu Tjóða um Mannarættindi frá 1948, og aðrar altjóða góðkendar samtyktir um mannarættindi.
Alt byrjaði í 1961 tá enski sakførarin, Peter Benenson, las eina grein um tveir portugisar. Hesir høvdu skálað fyri frælsi, og tað kostaði teimum tvey ár í fangaskapi. Hetta fekk bikari hjá Peter Benenson at flóta yvir. Benenson skrivaði tí greinina "The forgotten prisoners" í The Observer. Greinin snúði seg um, hvussu ósek fólk verða fongslað, pínd og avrættað vegna sannføring teirra.
Peter Benenson heitti á lesararnar um at luttaka í einum átaki "Appeal for Amnesty 1961". Endamáli var at leggja trýst á stjórnir, ið framdu brot á mannarættindi. Undirtøkan gjørdist so góð, at hetta var byrjanin til altjóða felagsskapin Amnesty International.
Les meira um søguna hjá Amnesty International her.
Endamálið hjá Amnesty International er lýst í viðtøkum felagsins. Viðtøkur fyri Amnesty International vórðu samtyktar av 25. altjóða aðalfundinum - International Council Meeting, sum var í Dakar, Senegal, 17. til 25. august 2001. - les viðtøkurnar her á føroyskum.
Salil Shetty er aðalskrivari í Amnesty International. Hann tók formliga við starvinum í juni 2010.
Á altjóða heimasíðuni hjá Amnesty finst nógv tilfar um mannarættindastøðuna kring heimin. Til ber at leita eftir tíðindum um lond, evni, tíðarskeið o.s.f. Eisini ber til at finna frágreiðingar og annað tilfar. Á skrivstovuni hava vit nakað av prentaðum frágreiðingum og bókum, sum til ber at læna ella keypa.