ÁRSFRÁGREIÐING 2013

ÁRSFRÁGREIÐING 2013

ÁRSFRÁGREIÐING 2013

By Djóni J. Eidesgaard

Høvuðsboðskapurin hjá Amnesty International í altjóða ársfrágreiðingini 2013 er, at heimurin er eitt alsamt meira vandamikið stað fyri flóttafólk. Vit…

More...
Frontpage Slideshow | Copyright © 2006-2011 JoomlaWorks Ltd.

Tvey ára fongsulsrevsing

Í dag 17. august fall dómur í málinum um tær tríggjar russisku sangarinnurnar Maria Alekhina, Ekaterina Samutsevich og Nadezhda Tolokonnikova úr bólkinum Pussy Riot. Rætturin dømdi tær sekar og skulu tær í geglið at sita í tvey ár. 

Amnesty International hevur heitt á myndugleikarnar um at leyslata kvinnurnar beinanvegin, tí einki grundarlag er fyri einum sakarmáli.

Tær tríggjar sangarinnurnar eru ákærdar fyri at hava sungið uppreistrarsangin, Virgin Mary, redeem us of Putin tann 21. februar 2012. Hetta er ikki ein brotsgerð, og tí eiga tær at verða leyslatnar beinanvegin.

Amnesty International metir, at talan er um eitt politisk borið sakarmál, og at tær tríggjar sangarinnurnar í Pussy Riot, Maria Alekhina, Ekaterina Samutsevich og Nadezhda Tolokonnikova eru samvitskufangar, sum eru í stóran vanda fyri ikki at fáa eina rættvísa rættargongd.  

 

Sí stuðulsáheitanir frá føroyskum listafólkum, sum Amnesty International Føroya deild hevur sent teimum trimum kvinnunum í dag.