Undirvísing

Undirvísing

Arbeiðsháttur

Kennir tú tíni rættindi?

By Djóni J. Eidesgaard

ØLL BØRN SKULU KENNA SÍNI RÆTTINDI ST hevur enn einaferð viðmælt øllum limalondum at undirvísa í mannarættindum. Í yvirlýsing hjá…

S.O.S. Evropa

S.O.S. Evropa

Tíðindi úr FO

Flóttafólk í Evropa

By Katrin á Neystabø

HJÁLP okkum at leggja trýst á ES Tað eru fleiri orsøkir til, at fólk velja at flýggja til Evropa. Summi…

More...
ST samráðingar um vápnasáttmála

ST samráðingar um vápnasáttmála

Tíðindi úr FO

Vápnaídnaðurin er ein av heimsins størstu ídnaðum.

By Djóni J. Eidesgaard

Í dag verða ST samráðingar um ein altjóða vápnasáttmála tiknar upp aftur. Tað eru í dag fleiri lógir fyri útflutningi…

Føroya deild hevur aðalfund 2. mai

Føroya deild hevur aðalfund 2. mai

Aðalfundurin verður 2. mai 2013

By Djóni J. Eidesgaard

>>SO HAVA VIT SETT DATO Á<<   Aðalfundur 2013: Amnesty International er ein limafelagskapur, har tú sum limur hevur góðan…

Frontpage Slideshow | Copyright © 2006-2011 JoomlaWorks Ltd.

Listafólk senda stuðulsáheitanir

Í dag 17. august fellur dómur í málinum um tær tríggjar russisku sangarinnurnar Maria Alekhina, Ekaterina Samutsevich og Nadezhda Tolokonnikova úr bólkinum Pussy Riot.

Her heima í Føroyum hava listafólk eisini víst sín stuðul við listaverkum evnað til høvið.

Her eru myndirnar frá føroysku listafólkunum

Ungu kvinnurnar eru ákærdar fyri at hava sungið uppreistrarsangin, Virgin Mary, redeem us of Putin tann 21. februar 2012. Dagurin í dag er doyptur Global Pussy Riot Day (sí: http://www.freepussyriot.org/) og mótmælistiltøk fara fram kring allan heim í dag, har heitt verður á myndugleikarnar í Russlandi um at leyslata ungu kvinnurnar. Nógvir tónleikarar hava víst sín stuðul til Pussy Riot – millum annað Red Hot Chili Peppers og Sting. Her heima í Føroyum hava listafólk eisini víst sín stuðul við listaverkum evnað til høvið. Tað er Inger Smærup Sørensen, sum hevur tikið stig til hetta, og niðanfyri síggjast tey 11 stuðulsáheitanir frá føroysku listafólkunum. Amnesty er umboðað í ymisku mótmælisgongunum við boðskapinum um, at Amnesty heitir staðiliga um, at ákærur um týgg verða tiknar aftur, og at tær tríggjar Maria Alekhina, Ekaterina Samutsevich og Nadezhda Tolokonnikova beinanvegin og uttan krøv verða leyslatnar. Harafturat heitir Amnesty á myndugleikarnar um beinanvegin at seta í verk kanningararbeiði fyri at kanna hóttanir, sum familjulimir og verjar hjá teimum trimum kvinnunum hava fingið, og um neyðugt, at verja tey. Talufrælsið er ein mannarættur sambært grein 19 í Heimsyvirlýsingini um mannarættindi, og tí skal eingin setast í varðhald fyri friðarliga at brúka henda rætt.