Samkyndleiki kriminelt í 70 londum
Jean-Claude Mbede úr Kamerun varð í 2011 dømdur hálvt fjórða ár í fongsli fyri at hava sent eini tekstboð tilein vin.
Í Uganda er eitt lógaruppskot lagt fram, sum skal revsa homofili við deyðanum. Sudan og Saudi-Arabia hava longu sett deyðarevsing í verk fyri homofili.
Í St. Pætursborg og fleiri øðrum russiskum landspørtum eru lógir samtyktar, sum banna positivari umtalu av homofili framm fyri børnum. Eitt samsvarandi lógaruppskot er lagt fram í parlamentinum í Ukraina. Í Litava hevur parlamentið Eitt Orðaskifti Um At Broyta Grundlógina, Soleiðis At Hon útilokar øll Parløg Uttan Tað Millum Konu Og Mann.
Eitt Líknandi Lógaruppskot Er Sett í Verk í Ungarn. Bæði í Serbia, Litava, Ukraina og fleiri øðrum evropeiskum londum verður Pridin, tann árliga markeringin fyri LGBT-rættindum, móttikin við harðligum mótmælistiltøkum.