Limaátakið andlit til andlits 2012
Í tíðarskeiðnum 4. juli - 3. august eru umboð fyri Amnesty úti á gøtuni og bjóða fólki at gerast limir í Amnesty.
Hetta er fimtu ferð, at vit skipa fyri limaátaki av slíkum slag. "Amnesty í Føroyum er tann deildin hjá Amnesty, sum hevur flest limir í mun til íbúgvar í landinum. Hetta er sera flott og hetta
verður ofta nevnt, tá vit eru á fundum uttanlands, sigur Jacoba Kruse aðalskrivari". Limastuðulin er avgerandi fyri arbeiðið hjá Amnesty og vit vóna, at vit fáa nógvar nýggjar limir í summar.
Hevur tú hug at gerast limur í Amnesty? spyr Sanna, eitt av andlitunum hjá Amnesty.