VIRKIN Í AMNESTY

Amnesty hevur ta sannføring, at hvør einstaklingur kann gera mun. At hvør undirskrift, bræv og sms telur og at vit saman kunnu broyta heimin.

At vera sjálvboðin virkin er ein partur av DNA’inum hjá Amnesty. Tað er tað, sum skilur okkum frá øðrum mannarættindafelagskapum og er við til at skapa úrslit. At vera virkin er alt frá, at senda sms boð, luttaka í orðaskiftum um mannarættindi á Facebook, at luttaka í skrúgongum ella at senda eitt hondskriva bræv.

Øll kunnu vera við

At verða virkin, er fyri bæði ung og vaksin. Tað inniber, at tú ert virkin á teimum sosialu miðlunum, hjálpir til tiltøk, ella at tú ert partur av einum bólki sum skipa fyri egnum tiltøkum. Tú kanst vera við á ymiskar mátar. Tað styrkir boðskapin, tá sjálvbodnar kreftir taka støðu til ítøkilig mál og herferðir, sum felagsskapurin arbeiða við. Tín lutur ger mun!

Soleiðis gerst tú virkin

Um tú ynskir at gerast virkin, kanst tú fara uppí bólkin fyri virkin á facebook ella seta teg í samband við okkum á tel 235817 ella við at senda ein teldupost til katrin@amnesty.fo, so kunnu vit saman tosa um, hvat tú kundi hugsað tær at gjørt.

Kom við í bólkin fyri vikrin í Amnesty