VIT HAVA BRÚK FYRI TÆR

Styrkin í Amnesty eru tey menniskju, ið stuðla felagsskapinum –  sum virkin, sum limir ella stuðlar. Við at stuðla arbeiðinum hjá Amnesty hjálpir tú fólki, ið missa teirra rættindi. Fólk, ið flýggja frá kríggi, verða kúgað, pínd ella sita í varðhaldi uttan orsøk.

LÍVLINJAN

Lívlinjan er sms-netverk hjá Amnesty. Tú móttekur tvey til trý skundmál um mánaðin.

GERST LIMUR

Sum limur í Amnesty styrkir tú mannarættindini heima og úti. Tú gerst partur av heimsins størstu fylking fyri frælsi og rættvísi.

STUÐLA EINAFERÐ

Til ber at stuðla Amnesty við eini upphædd. Peningurin fer til arbeiðið fyri mannarættindum heima og úti.

VIRKIN Í AMNESTY

Amnesty hevur ta sannføring, at hvør einstaklingur kann gera mun, at hvør undirskrift, bræv og SMS telur, og at vit saman kunnu broyta heimin.

SKRIVA EITT BRÆV

Títt hondskrivaða bræv, saman við hundratals øðrum brøvum, kunnu bjarga lívum. Tú kanst luttaka á einum av skrivi-tiltøkunum kring landið, ella skipa fyri tínum egna tiltaki.

FÁ MEIRA AT VITA UM MANNARÆTTINDI

Vit raðfesta at ráðgeva og svara spurningum hjá fólki um mannarættindi. Eisini koma vit fegin út á skúlar og til onnur tiltøk at halda fyrilestar um mannarættindi. Vit kalla hetta undirvísingartænastan.

Um tú hevur fyrispurningur, kanst tú seta teg í samband við okkum á tel 235817 ella við at senda ein teldupost til katrin@amnesty.fo.