Fyrsta livandi borðfótbóltskappingin í FøroyumLivandi borðfótbóltskapping
 - Á torginum í SMS frá týsdegnum 15. juni til leygardagin 19. juni
 
Í hesum døgum verður m.a. ein afturvendandi fótbóltsdystur, har samgongan møtir andstøðuni, tikin uppaftur.  

Dystast verður á torginum í SMS 
frá týsdegnum 15. juni til leygardagin 19. juni.
Dystirnir vera týdagin, mikudagin, hósdagin og fríggjadagin kl. 16.00.
Finaluumfarið verður leygardagin kl. 13.00.

Onnur lið, ið fara at dystast eru hesi: Amnesty, Javni, felagsliðið hjá Javnstøðunevndini/Demokratia, Friðarbogin, Ungmannafeløgini, Løgreglan, Showmen, Brandstøðin, SMS, Miðlahúsið, Dimma, Sjúkrasystrar, Handverkarar og onnur.

Amnesty skipar fyri hesi livandi borðfótbóltskapping í samband við altjóða HM átak, har vit varpa ljós á mannarættindaverjar kring heimin.

Soleiðis spæla liðini á torginum í SMS

Týsdagin 15. juni kl. 16.00: Dimmalætting, SMS, Handverkarar og Amnesty
Mikudagin 16. juni kl. 16.00: Ungmannafeløgini, Javnstøðunevndin/Demokratia, Javni og Kringvarpið
Hósdagin 17. juni kl. 16.00: Samgongan, Andstøðan, Sjúkrasystrar og Brandstøðin
Fríggjadagin 18. juni kl. 16.00: Friðarbogin - Showmenn, Løgreglan og Feministarnir

Leygardagin 19. juni kl. 13.00: Vinnarnarnir týsdagin, mikudagin, hósdagin og fríggjadagin

LES um 11 mannarættindaverjar og RÓPIРÁ LIÐIÐ við at skriva undir her á netinum!

TAK LÝSINGINA NIÐUR Verjuleikarar á altjóða mannarættindaliðnum (1.247 kb) (hang lýsingina upp har tú hyggur eftir HM fótbólti)

LES MEIRA um átakið og arbeiðið hjá Amnesty á nýggja talgilda Wire Alert 
 

  Skriva fyri lívi

HVAT KANST TÚ GERA

Tíðindabræv tilmelda

Blív limur