Forfylgdir mannarættindaverjar, mismunur og harðskapur móti kvinnum 

27. mai varð ársfrágreiðingin hjá Amnesty International almannakunngjørd. Við støði í frágreiðingini verður mannarættinda-
støðan í Europa og Sentral Asia lýst.

Forfylgdir mannarættindaverjar
“Eg droymi um eitt lív í friði saman við dóttrini. Eitt stað har eg kann gerast omma og vera góð við míni ommubørn, men eg havi
enn eina uppgávu, sum skal gerast. Vit noyðast at berjast fyri rættvísi, vit kunna ikki geva upp.” (
Brot úr samrøðu, sum Amnesty
International gjørdi við Natalia Estemirova, eftir at vinur hennara og mannarættindaverjin Stanislav Markelov var myrdur).

Klokkan hálvgum níggju ein juli morgun í fjørð í kekenska høvuðstaðnum Grozny, var ein av førandi mannarættindaverjunum í
Kekenia Natalia Estemirova førd út í ein bil, sum stóð og bíðaði. Meðan hon varð førd inn í bilin, rópti hon til tey, sum vóru
hjástødd: “Eg verði burturflutt”. Seinni sama dag var líkið av henni funnið við skotsárum í Ingusjetia.


AIR 2010
© Private

Hetta var ein sorgarleikur, ikki bert fyri 15 ára gomlu dóttrina, sum Natalia hevði uppalt einsamøll, men eisini fyri fólkið í Kekenia.
 Tey hava mist eina av teirra djørvu og ótroyttiligu røddum, sum ferð aftaná ferð hevur skjalprógvað tey mannarættindabrot og tað
órættvísi, sum fólkið í Kekenia hevur verið fyri. Heimurin hevur mist ein djarvan og ídnan mannrættindaverja.

Enn størri er sorgarleikurin, um russiska rættarskipanin heldur ikki hesaferð megnar at stilla tey til svars, sum eru atvoldin til, at
enn ein mannarættindaverji er myrdur.

Drápið á Natalia Estemirova er ikki eitt eindømi. Fleiri stjórnir í Europa og Sentral Asia liva ikki upp til teirra ábyrgd at verja
mannarættindaverjar og hava áhaldandi roynt at kúga tey, sum skjalprógva mannarættindabrot, hava øðrvísi hugsjónir ella aðra
trúgv enn tey, sum sita við valdi.

Mismunur
Rasisma og ótolsemi er atvoldin til, at innflytarar eru fyri mismuni í nógvum londum og ikki kunnu luttaka á jøvnum føti við onnur í
samfelagnum. Tey hava ikki møguleika at luttaka í politiska lívinum og eru ikki vard í lógini.

Hesin mismunur gjørdist serliga sjónligur í 2009. Í nógvum londum hevur búskaparkreppan ført til ein enn meira rasistiskan og
hatskan tóna í almenna rúminum.

Sveis avgjørdi við fólkaatkvøða í november í fjørð, at tað skal vera bannað at byggja minarettir (torn, sum standa við moskur).
Avgerðin hjá Sveis er dømi um, hvussu álvarsligt tað er, tá hatsk populisma førir til eina avmarking av rættindunum hjá borgarum
í landinum.

Nógv flóttarfólk vóru fyri mismuni, vóru útihýst frá arbeiðsmarknaðinum og upplivdu stórt fátækradømi. Í Italia varð ein lóg, sum er
partur av einum trygdarpakka, sett í gildið. Lógin staðfestir, at tað er revsivert ikki at hava uppihaldsloyvi, á enskum verður heitið
irregular migrants brúkt.

AIR 2010 flóttafólk
 © Amnesty International

Vandi er fyri, at lógin fer at føra til, at fólk, sum ikki hava uppihaldsloyvi, hvørki fáa skúlagongd ella heilsutænastur. Somuleiðis er
vandi fyri, at tey lógarbrot, sum møguliga verða framd ímóti hesum fólkum ikki verða meldaði, tí hesi eru bangin fyri at verða koyrd
úr landinum.

Í Onglandi búgva flóttafólk, sum hava fingið noktað innferðarloyvi og ikki hava møguleika fyri at venda heimaftur, í sera vánaligum
umstøðum. Ein stórur partur av hesum fólkum eru bundin av tí vælvild, sum sjálvbodnir felagsskapir veita.
 
Mest umfatandi mismunurin í Europa verður framdur móti roma fólkinum, sum í stóran mun eru útihýst frá almenna lívinum. Í
nógvum førum hava roma húski vánaligan bústað og ikki nøktandi atgongd til skúla og heilsutænastur.

Skúlagongd kundi verið ein møguleiki at sloppið burtur úr hesi óndu ringrás av fátækradømi, men ofta verður skúlagongd ikki
játtað roma fólki. Í Kekkia og Slovakia verða roma børn skilt sundur frá hinum børnunum og sett í aðrar flokkar ella skúlar. Í Italia,
Serbia og Makedonia vóru roma fólk tvungin úr teirra heimi. Fleiri staðni eru roma fólk fyri beinleiðis illvilja. í Ungarn setti
løgreglan eitt serligt løgreglulið við 120 løgreglufólkum at kannað eina røð av álopum m.a. dráp á roma fólk, hetta varð gjørt eftir,
at fyrsta kanningin als ikki varð gjørd á nøktandi hátt.
 
Myndugleikarnir í fleiri europeiskum londum halda fram við at eggja til ótolsemi mótvegis samkyndum, hetta ger tað truplari hjá
samkyndum at verða vard og hoyrd. Í august í fjør samtykti tann litaviska stjórnin eina lóg sum instutionaliserar homofobi.

Í Turkalandi vóru fólk framhaldandi fyri mismuni vegna teirra kynsligu sannføring. Fimm transgender kvinnur vóru dripnar. Bert í
einum føri varð nakar dømdur fyri drápið. Í Hvítarusslandi noktaðu myndugleikarnir einum bólki við 20 fólkum at fáa loyvi at kunna
um rættindini hjá samkyndum á einum almennum stað.
 
Hóast møguleikanum at taka undir við einum nýggjum europeiskum sáttmála, sum verjir móti mismumi, sum kann vera við til at
verja tey, sum eru fyri mismuni á arbeiðsmarknaðinum vegna brek, átrúnað, kynsliga orientering og aldur, eru tað framvegis
limalond í ES, sum ikki taka undir við hesum sáttmála.
 
Harðskapur móti kvinnum og gentum
Harðskapur móti kvinnum og gentum í heiminum er umfatandi í øllum Europa og umfatar øll sosial løg og aldursbólkar. Bert ein
lítil partur av hesum kvinnum melda harðskapin. Ymsar orsøkir eru til tess: Ræðsla fyri makanum, sum fremur harðskapin,
tankin um at gera familjuna fyri skommum ella fíggjarlig óvissa, sum avleiðing av at melda kann fáa. Í nógvum førum er tað
manglandi avleiðingin fyri tann, sum fremur harðskapin, sum fær kvinnurnar at halda seg aftur við at melda. Í nógvum førum
verða ongar avleiðingar av hesum harðskapsmálum.

Í Turkalandi er talið á kvinnuhúsum, har kvinnur kunna leita sær hjálp, væl lægri enn 1 til hvørjar 50.000 íbúgvar, sum annars er
 ásett við lóg í Turkalandi. Í stórbýnum Moskava, har meira einn 10 milliónir fólk búgva er bara eitt kvinnuhús.

 
Í nógvum førum mistu kvinnurnar trúnna upp á, at myndugleikarnar viðgjørdu harðskapin, sum eitt revsimál. Ofta verður
harðskapur móti kvinnum sæddur at vera ein trupulleiki sum hoyrir privatlívinum til. Tí eru tølini yvir harðskap í heiminum í
almennum frágreiðingum sera lág. Hetta merkir ikki einans, at tann sum fremur harðskapin ikki verður revsaður, men tað merkir
eisini, at vit ikki til fulnar kenna, hvussu stórur hesin trupulleikin er og tískil ikki finna munagóðar loysnir til at loysa trupulleikan.

AIR 2010 Kvinna

Nakrir bólkar eru sera sárbarir, tá tað snýr seg um harðskap móti kvinnum. Hjá kvinnuligum innflytarum í eitt nú Spania er
truplari enn hjá øðrum kvinnur at fáa rættvísa viðferð. Tær kvinnur, sum yvirlivdu neyðtøku undir krígnum í Bosnia og Hersegovina
eru framvegis við skerdan lut, tá tað snýr seg um fíggjarlig og sosial rættindi og møguleikan fyri at endurbyggja teirra lív. Hjá fleiri
teirra er tað ikki eydnast at finna eitt arbeiði og tær liva enn undir teimum kropsligu og sálarligu meinum, tær fingu undir krígnum.

Ársfrágreiðingin fyri 2010 og annað tilfar, sum lýsir mannarættindastøðuna farna árið kann síggjast á
http://thereport.amnesty.org/ og www.amnesty.org