
Claudio Cordone virkandi aðalskrivari hjá Amnesty International leggur ársfrágreiðingina 2010 fram á tíðindafundi
Í ársfrágreiðingini hjá Amnesty International verður staðfest, at vit eiga at tryggja, at ongin er yvir lógini, hvørki stjórnir, vápnaðir
bólkar ella stórar vinnufyritøkur. Ársfrágreiðingin, sum viðger støðuna í 159 londum, staðfestir, at máttmiklar stjórnir í mongum
førum ikki halda lógina, og rættvísi einans gerst veruleiki, tá tað er til gagns fyri stjórnirnar. Frágreiðingin vísir døpur dømi har
politiskt vald hevur vunnið á rættvísinum.
Altjóða brotsmannadómstólurin er eitt týdningarmikið amboð, sum kann vera við til at tryggja rættvísi. Av G20 londunum eru sjey
lond, sum enn ikki hava tikið undir við dómstólinum. Tey eru USA, Kina, Russland, India, Indonesia, Saudi Arabia og Turkaland.
Í byrjanini av 2009 var útlit til, at tey mannarættindabrot, sum fóru fram í “krígnum móti yvirgangi”, fóru at fáa avleiðingar. Barack
Obama gav ordrar um, at tann serligi avhoyringar hátturin, sum var liður í loyniliga fangaflutningurin hjá CIA skulda halda uppat.
Hann lovaði, at Guantanamo skuldi stongjast áðrenn eitt ár var fráliðið. - Guantanamo er opið enn, og í Bagram eru fangarnir
enn undir umstøðum, sum eru í stríð við altjóða ásetingar. Ongin er enn stillaður til svars fyri tey mannarættindabrot, sum fóru
fram í “krígnum móti yvirgangi”.
Haraftat eru dømir um, at vápnaðir bólkar og fyritøkur í fleiri førum hava framt grov mannarættindabrot. Í Afganistan hava
túsundtals fólk merkt sviðan av Taliban. Í Irak eru fleri deyð av sjálvmorðsbumbum og í Kolombia eru dømi um, at
hernaðarbólkar hava nýtt børn í teirra álopum.
Hóast døpru dømini um manglandi rættvísi, so er skuldsetingarnar hjá Altjóða brotsmannadómstólinum móti sudanesiska
forsetanum Omar Al-Bashir, ein søgulig hending. Hetta er fyrsta dømi, um at ein forseti verður stillaður fyri rættin.
Neyðugt er framhaldandi at arbeiða fyri, at fleiri enn tey 111 londini, sum hava staðfest Rom sáttmálan, ið er grundarlagið fyri
Altjóða brotsmannadómstólinum, so brotsmannadómstólurin veruliga kann gerast eitt amboð, sum heimurin hevur til at fremja
rættvísi.
Atgongd til rættvísi spælir eisini ein leiklut í eini aðrari mannarættinda kreppu - fátækradømi. Mett verður, at 1,4 mia. fólk liva í
ógvusligum fátækradømi í menningarlondunum. Tey liva fyri minni enn 1,25 dollara um dagin. Fyri hesi fólk er rætturin til mat,
skúla, bústað og læknahjálp ikki ein veruleiki. Tey kunnu ikki krevja síni rættindi, tí antin er ongin rættarskipan ella er hon korrupt.
Ein onnur avleiðing av fátækradømi er burðardeyði. Mett verður at 350.000 kvinnur doyggja um árið í barsilssong.
Frágreiðingin vísir eisini, at minnilutabólkar ofta eru fyri mismuni. Hetta er støðan bæði, tá tað snýr seg um innflytarar og
samkynd. Somuleiðis staðfestur frágreiðingin, at kvinnur eru fyri lutfalsliga størri mismuni enn menn. Bæði tá tað snýr seg um
útbúgving, heilsu, arbeiði og atgongd til rættarskipanina eru tær fyri størri mismuni. Somuleiðis eru tær fyri harðskapi í heiminum,
neyðtøkum og sokallaðu æru drápunum.
Ársfrágreiðingin fyri 2010 kann síggjast á http://thereport.amnesty.org/


