Amnesty International setir fólkum kring heimin spurningin: Hvat er eitt virðiligt lív?
 
Her heima fer Føroya deild at seta hendan spurning á mentanarnáttini. Hetta er partur av Krevjið Virðing átakinum, sum hevur til
endamáls at basa teimum mannarættindum, sum føra til og halda fólki í fátækradømi.
 
Hevur tú 5. minuttir, kom so framvið á skrivstovuni hjá Amnesty International Føroya deild á Hoydalsvegi 6. Skriva hvat tað vil
siga at liva eitt virðiligt lív á eitt gult pappír. - Vit taka eina mynd av øllum teimum sum luttaka.
Í fyrstu atløgu verða allar myndirnar samlaðar á heimasíðu okkara og á facebook.

Hevur tú 15. Minuttir, ber til at fáa kaffi, køkir og eitt prát um Amnesty.


Katrin á Neystabø (1)
Átakssamskiparin Katrin á Neystabø hevur svarað spurninginum: "hvat er eitt virðiligt lív?"

Tú kanst eisini koma á skrivstovuni eftir einum gulum pappíri at skriva á og fara í býin at taka myndina. – Síðan kanst tú senda
okkum myndina á amnesty@amnesty.fo
 
Innsavnan av myndum byrjar nú og heldur fram til 29. Maj 2011, tá verður fimti ár síðan Amnesty International varð stovnað.
- Vit vóna at kunna savna 5000 myndir við svarum um hvat eitt virðuligt lív er.

Vit gleða okkum at síggja teg á mentanarnáttini.
Vit hava opið frá kl. 19 - 23.