Altjóða samfelagið má krevja, at Medvedev tekur ábyrgd
29. apríl 2010

Á landsfundi hjá Amnesty Interational Danmark var Føroya deild um vikuskiftið við til at undirskriva opið bræv til danska forsætisráðharran Lars Løkke Rasmussen í samband við, at russiski forsetin Dimitrij Medvedev fyri fyrstu ferð vitjaði í Danmark 27. og 28. apríl.
Í opnum brævi understrikar Amnesty vegna teir 500 luttakararnar, ið vórðu møttir á landsfundinum, yvirfyri forsætisráðharranum, at altjóða samfelag má krevja, at Russland tekur ábyrgd av teimum mannarættindabrotum, ið fara fram í Russlandi.
Amnesty uppfordrar Lars Løkke Rasmussen til at taka álvarsom evni um mannarættindi upp við forsetan, og síðani at leggja fram úrslitini av hesum orðaskifti á almennum tíðindafundi.
Amnesty hevur við fleiri frágreiðingum dokumenterað, at minnilutar og fólk, ið seta spurning við skipanina, eru fyri grovari diskriminatión, píning og grovum hóttanum í Russlandi, hartil er tælufrælsið og rætturin til at taka seg saman í felagsskapir á skipaðan hátt kúgað.
Hesi eru nøkur av økjunum, ið landsfundurin hjá Amnesty uppfordraði Lars Løkke Rasmussen at taka upp við russiska forsetan.
At verja fólk, ið stríðast fyri mannarættindum
Natalie Estermirova, Anna Politkovskaya og StanislavMarkelov eru øll likviderað eftir at hava tala at mynduleikunum.
At steðga diskriminatión av samkyndum
Russisku mynduleikarnir vísa stóran mótvilja mótvegis samkyndum. T.d. endaði ein friðarlig mótmælisgonga seinasta ár við 50 fyrilitsleysum handtøkum.
Rættvísi í Tjetjenien
Seinastu 15 árini hevur Amnesty dokumenterað álvarsaman harðskap móti borgarum í Tjetjenien og restina av Norður Kaukasus. Upp móti 100.000 fólk eru dripin í fjaldu sorgarleikunum.
Les brævið her |
|

HVAT KANST TÚ GERA


|