Um vikuskifti var eg saman við 500 donskum Amnesty-limum møtt til spennandi
landsfund á Strand Hotel í Nyborg hjá Amnesty í Danmark. Talan var um eitt sera
spennandi og litfagurt vikuskifti, har ælabogalitir, ið umboða fjørbroyti,
vóru gjøgnumgangandi.
Á myndini niðanfyri sæst størsti parturin av teimum 500 luttakarunum á landsfundinum. Vit gera eitt ælaboga flagg,
ið skal nýtast í samband við Baltic Pride í Litava tann 8. mai. Amnesty krevur at rættindini hjá samkyndum í
Litava verða vard. Og eftir landsfundin valdu vit í felag, at júst hetta skuldi vera høvuðsboðskapurin
í almenna áheitanini hjá Amnesty.
Les almennu áheitanina her.
Ímyndin av litfagra ælaboganum setti dám á eitt vikuskifti, har høvuðsboðskapurin var,
at heimurin hevur tørv á einum felagsskapi sum Amnesty, ið talar røddini hjá teimum,
hvørt grundleggjandi mannarættindi eru skerd.
Danska deild er sera sterk
Á landsfundinum, ið byrjaði kl. 9 leygarmorgun, løgdu umboð fyri donsku deild út við
at vísa á ta kolusalu menning, ið deildin hevur verið ígjøgnum seinastu árini.
Danska deild gongur undan og eigur stóran lut í altjóða arbeiðnum hjá Amnesty.
Limir og starvsfólk brenna veruliga fyri síni søk, ið ongantíð hevur verið so týdningarmikil,
og tey osa av drívmegi.
Á aðalfundinum í Føroyum tann 17. apríl setti onkur av føroysku limunum spurning við,
hvussu búskaparkreppan kann hugsast at merkja limatalið og stuðulin til Amnesty.
Danska deild hevur ongantíð sett henda spurning, men tey eiga svarið.
Sambært Amnesty International er talan ikki er um eina búskaparkreppu, talan er fyrst og
fremst um eina mannarættindakreppu, og tørvurin á mannarættindafelagskapum er tí serliga
stórur í hesum døgum. Og stuðulin til Amnesty í Danmark er ein livandi sannroynd um júst hetta.
Dansk deild hevur seinastu árini megnað at fingið henda boðskap fram í ljósið og alsamt fleiri danir
ynskja at stuðla hesum boðskapi og at stuðla arbeiðnum, sum Amnesty International ger fyri
mannarættindi kring heimin.
Í tíðarskeiðnum frá 2010 til 2016 eitur globala átakið, ið allar Amnesty deildir kring heimin
arbeiða við: Krevjið Virðing. Nýggja globala átakið, ið Føroya deild eisini arbeiði við, varpar ljós
á búskaparlig, sosial og mentunarlig rættindi hjá heimsins íbúgvum. Við slagorðum sum:
"mannarættindi móti fátækradømi" er málið at vísa á, at fátækradømi er ein av størstu orsøkunum til
at mannarættindabrot verða fram.
Við hesum høvuðsboðskapi og eini sera vælriknari deild við engageraðum og hartarbeiðandi
starvsfólki, kann Danska deild í dag vísa á imponerandi úrslit. Seinastu 10 árini er limatalið
voksið frá umleið 15.000 til 95.106 limir, og greiða málið er at runda 100.000 limir við ársenda 2010.
Hetta eru avrik, ið Føroya deild kann læra nógv av, og okkara luttøka á landsfundinum er ein
máti hjá okkum at fáa íblástur og finna mátar at samstarva við donsku deild.
Gyltir samstarvsmøguleikar
Á landsfundinum vóru heili 18 sokallað workshops, ið øll viðgjørdu átrokandi mannarættindaspuringar.
Talan var um persónligar frásagnir, filmar, framløgur og bólkaarbeiði. Sum umboð fyri Føroya deild
luttók eg á fleiri av hesum, har eg serliga valdi at brúka tíðina upp evni, ið eru viðkomandi fyri okkara
arbeiði í Føroyum. Ítøkilig úrslit frá landsfundinum eru samstarvsmøguleikar og avtalur innan undirvísing
í mannarættindum og samstarv í samband við átakið: Krevjið Virðing.
Vit gleðast um framhaldandi góða samstarva við donsku deild.
/Katrin á Neystabø, 27. apríl


