Delara Darabi

Frágreiðingin um deyðarevsing  "Death Sentences and Executions in 2009" staðfestur, at í minsta lagi sjey ung fólk vóru avrættaði í 2009.

Árliga frágreiðingin um deyðarevsing frá Amnesty International er prýdd við einum málningi hjá iransku Delaru Darabi, hon var ein av teimum, sum vóru avrættaði í 2009. Delara Darabi varð skuldsett og fongslað fyri drápið á ein í familju hennara í 2003. Hon var 17 ára gomul, tá hetta hendi.

Ì fyrsta umfari jattaði hon seg seka, tí hon trúði at sjeikur hennara fór at sleppa frá at verða hongdur. Seinni tók hon játtanina aftur.
 
Delara Darabi hevði góðar gávur sum listakvinna, hon málaði nógv meðan hon sat í fongsli.
 
Nýgg prógv komu undan kavi meðan Delara Darabi sat í fongsli, sakførari hennara fekk ikki fingið loyvi at leggja tey fram. Ei heldur varð hann kunnaður um avrættingina, hóast tað er lógarásett, at sakførarin skal kunnast 48 tímar áðrenn deyðadómurin verður framdur.

Amnesty International metir ikki, at Delaru Darabi fekk eina rættvísa rættargongd. Iran hevur síðan 1990 í minsta lagi avrættað 42 ung fólk, hóast tað er brot á altjóða lóg.
  Skriva fyri lívi

HVAT KANST TÚ GERA

Tíðindabræv tilmelda

Blív limur