Diskriminatión í ES

Um tvær samkyndar kvinnur verða noktaðar atgongd til eitt hotellkamar í Fraklandi, ella um ein muslimsk genta í Onglandi verður diskriminerað vegna hennara trúgv, kunnu hesar ikki fáa kompensatión fyri tað órættvísi, sum tær hava verið fyri.

Í fleiri ES-londum er tað ikki ólógligt at gera mismun á fólki vegna trúgv, aldur, brek ella øðrvísi kynsliga orientering. Ein nýggj samtykt kann tryggja øllum ES borgarum betri verju ímóti diskriminatión. Uppskotið er framvegis ikki samtykt og hevur mótstøðu í fleiri ES londum.

ES má standa saman
Lóggávan í ES ímóti diskriminatión er ikki nøktandi, og krøvini fyri verju ímóti mismuni eru ymisk landanna millum. Diskriminatión vegna kyn og rasu er ólóglig, men forboð ímóti diskriminatión vegna átrúnað, aldur, brek og sekstulla orientering eru bert galdandi á arbeiðsmarknaðinum. Ein nýggj samtykt kann steðga hesum mismuni, men hetta krevur, at eitt samlað ES stendur saman. Um uppskotið frá ES kommissiónini verður viðtikið, skulu øll londini seta í gildi hesi javnrættindi. Hetta krevur tó, at øll 27 ES-londini atkvøða fyri uppskotinum.

Týskland er ímóti
Samtyktin er ikki viðtikin, tí fleiri lond eru ímóti, m.a. Týskland. Almennu grundgevingarnar eru, at ES-lóg ímóti diskriminatión ikki hevur víst seg at verja ES-borgarar, og Týskland hevur ikki tørv á at herða lógina viðvíkjandi diskriminatión.
Amnesty heldur, at orsøkin til mótstøðuna ímóti samtyktini í størri mun er, at tað er ov dýrt at liva upp til krøvini í samtyktini. Serliga krøvini um verju ímóti diskriminatión vegna brek.
Amnesty heldur ikki, at hetta eru haldgóðar orsøkir.

ES eigur at verja borgarar ímóti diskriminatión
Amnesty arbeiðir fyri, at nýggja samtyktin verður viðtikin, tí Amnesty heldur, at samtyktin kann betra rættarstøðuna hjá ES borgarum, ið eru fyri diskriminatión. Frælsið ímóti diskriminatión er ein mannarættur, ið skal virðast. Og Amnesty meinar, at ein slík samtykt stuðlar einum felags hugburði um, at allir borgarar hava jøvn rættindi, og at eingin bólkur hevur uppiborðið meira verju enn aðrir bólkar.

Steðga diskriminatión í ES við at skriva undir her!

                         Skriva fyri lívi

HVAT KANST TÚ GERA

Tíðindabræv tilmelda

Blív limur