- Neyðhjálp og mannarættindi mugu ganga hond í hond

Amnesty International ávarar um, at ruðuleikakenda støðan, sum valdar í Haiti, eftir harða jarðskjálvtan týsdagin, økir vandan fyri álvarsligum mannarættindabrotum.

ST og aðrir hjálparfelagsskapir gera eitt gott arbeiði, undir sera vánaligum umstøðum, fyri at bjarga mannalívum og jarða tey deyðu. - Hjálp til tey neyðstøddu og at uppbyggja mest grundleggjandi undirstøðukervi fær hægstu raðfesting.  - Men lógloysi, sum valdar í Haiti ger umstøðurnar hjá neyðhjálparfólkum truplar og økir um vandan fyri álopum, serliga móti kvinnum og børnum. Nógv børn eru vorðin foreldraleys, og ungar gentur eru serliga útsettar.

Undirstøðukervið í Haiti, sum var viðkvæmt áðrenn jarðskjálvtan, liggur nú í sori. Hvørki løgreglan ella rættarskipanin virkar. Hetta kann føra til álvarslig mannarættindabrot , sum kunnu verða framd uttan at tann, sum fremur tey fær nakra revsing.

Amnesty International hevur í longri tíð skjalprógvað umfatandi harðskap, móti kvinnum og ungum gentum í Haiti. Myndugleikarnir hava gjørt sera lítið fyri at steðga tí kynsliga harðskapinum, sum er farin fram.

Amnesty International heitur á ST og aðrar felagsskapir, um so vítt gjørligt, - at verja fólkið frá enn størri mannarættindabrotum, í tí ruðuleika, sum valdar í Haiti.

Amnesty International vísir djúpa samkenslu við familju og vinu hjá teinmum deyðu og sendur samhugaheilsan til fólkið í Haiti.

Meira kann lesast her http://www.amnesty.org/en/news-and-updates/protection-human-rights-must-accompany-relief-efforts-haiti-20100115

  Skriva fyri lívi

HVAT KANST TÚ GERA

Tíðindabræv tilmelda

Blív limur

 


AnniJanni