HEIMSINS BESTA SUMMARARBEIÐI

"AMNESTY SØKIR STARVSFÓLK TIL ANDLIT TIL ANDLITS LIMAÁTAK 2010 "
 

ANDLIT  
Amnesty International, Føroya Deild fer aftur í ár undir limaátakið: ”Andlit til andlits”, har vit senda fólk út á gøturnar at finna nýggjar stuðlar og limir.
Vit sóknast í hesum sambandi eftir fólki millum 18 – 35 ár, sum saman við øðrum ungum skulu umboða Amnesty á gøtuni.

FØRLEIKAR
Vit sóknast eftir fólki, sum eru áhugaði í mannarættindum og sum taka undir við arbeiðinum hjá Amnesty International. Tað er somuleiðis neyðugt at viðkomandi er opin og fyrikomandi og dámar at tosa við fólk.

TÍРOG STAÐ
Arbeiðið fer í høvuðsheitum fram í Tórshavn, men farið verður eisini út um landið. Vit arbeiða millum 4-6 tímar um dagin í tíðarskeiðinum: 24. juni til 24. juli. Møguleiki er fyri at arbeiða ein part av tíðarskeiðinum

LØN

Tímalønin
er 104,53 kr. um tíman og verður útgoldin 14. hvønn dag (afturúr). Umframt løn verður goldið 12% í frítíðarløn.

SET TEG Í SAMBAND VIРOKKUM
 
Tú ert vælkomin at seta teg í samband við Katrin á Neystabø á 21 77 21 ella at senda ein stuttan teldupost til amnesty@amnesty.fo, har tú greiðir frá um teg sjálvan og um møguligar arbeiðstíðir.

 
 Nýggir limirNýggir limirNýggir limir Skriva fyri lívi

HVAT KANST TÚ GERA

Tíðindabræv tilmelda

Blív limur

 

AnniJanni