Føroya deild skipar fyri spennandi tiltaki í Skálanum í Norðurlandahúsinum tann 25. nov. 2010 Les meira her Tiltakið var sera væl eynað. Les mera her Tú kanst gera mun her |
STEÐGIÐ HARÐSKAPI MÓTI KVINNUM Amnesty International fer undir heimsumfatandi átak
Bæði í friðartíð og tá ið kríggj herja eru kvinnur fyri ógvusligum ágangi, bara tí tær eru kvinnur. Milliónir av kvinnum verða bukaðar, neyðtiknar, myrdar, álopnar og meiðslaðar, og rætturin at liva verður í mongum førum noktaður teimum. Í minsta lagi ein av hvørjum trimum kvinnum í heiminum eru fyri álvarsligum harðskapi í teirra lívi. Amnesty International heitti á allar menn og kvinnur um at standa saman um at steðga hesi ræðuligu skomm í okkara tíð. ”Hetta er ikki nakað, sum bara hendir aðrastaðni, tað hendir eisini her. Tað er ikki bara nakað, sum hendir øðrum, tað hendir eisini tær, vinum tínum og tíni familju. Ikki fyrr enn vit øll, menn eins væl og kvinnur, siga: ”nei, eg vil ikki, at hetta skal henda”, kunnu vit gera enda á harðskapinum” segði Irene Khan. Amnesty International hevur í sambandi við átakið givið út frágreiðingina It is in our hands – Stop Violence against women. |
![]() HVAT KANST TÚ GERA
![]() ![]() |






