NORÐURLENDSK UNGDÓMSRÁÐSTEVNAN 2009

Hvørt ár skipar Amnesty fyri einari ungdómsráðstevnu (NYC). Í summar var ráðstevnan í norska høvuðsstaðnum Oslo. Ráðstevnan hevði til endamáls at upplýsa unga fólkið í Amnesty og sostatt fáa tey at gerast virkin í felagsskapinum. Demand Dignity ella á føroyskum krevjið virðing varð høvuðevnið á ráðstevnuni. Demand Dignity snýr seg um, at Amnesty skal seta fátækradømi í brennidepilin. 


“Make Shell Clean” 
Heiða 19 og Bárður 20 fóru til Noregs at umboða Føroya deild. Legan var sera væl skipað og tað vóru nógv stór Amnesty nøvn, ið komu at greiða frá teirra Amnesty – lívi. Tann eina dagin var avgjørt at fara oman á torgið í Oslo at mótmæla. Slagorðini í mótmælisgonguni vóru “Make Shell Clean”. Orsøkin til hetta var, at Shell hevur dálkað vatnið hjá túsundtals fólkum í Nigera og Niger. Amnesty ungdómurin fekk í hesum sambandi samlað um 1000 postkort, ið verða send til ymisk týdningarmikil fólk. At enda kann sigast, at nógv vinabond vóru knýtt á tí ótrúliga lærurík og áhugaverdu ráðstevnuni.

Heiða G. Nolsøe og Bárður Isheim - Mynd: Jacoba Kruse
  Skriva fyri lívi

HVAT KANST TÚ GERA

Tíðindabræv tilmelda

Blív limur

 

AnniJanni