Urgent Action

> 
Skrivileiðbeining

> 
Tilmelding UA




 
SNARMÁL - URGENT ACTION (UA)

Snarmálsnetverkið er ein átaksháttur hjá Amnesty International, sum verður nýttur til tess at forða áleikandi brotum á mannarættindi um allan heimin. Snarmál eru mál, har neyðugt er at skriva beinavegin fyri at forða avrættingum, at steðga píning, "hvørvingum" ella øðrum brotum á mannarættindini. Vandin fyri píning og avrættingum er størstur innan tvey tey fyrstu samdøgrini aftaná eina handtøku, og tí er tað sera umráðandi at appelbrøvini koma fram skjótast gjørligt. Appelbrøv kunnu vera áheitanir til myndugleikar um at ógildiga ein deyðadóm, at steðga píning ella at veita einum sjúkum fanga læknaviðgerð. Um Amnesty til dømis fær boð um, at ein avrætting fer fram innan fáar dagar, kann einasti møguleiki fyri at steðga avrættingini vera appelbrøvini hjá snarmálsnetverkinum.

Hjálpir tað?
Amnesty International metir, at í minsta lagi ein triðingur av offrunum fáa hjálp gjøgnum snarmálsnetverkið. Í nøkrum førum verða fangarnir leyslatnir, í øðrum førum verða "horvnir" persónar "funnir", deyðadómar verða ógildaðir, sjúkir fangar fáa læknaviðgerð og aðrir fangar fáa samband við familjuna og umheimin.

Týdningin, átøkini hjá Amnesty hava fyri tann einstaka, kunnu tey bara sjálvi siga frá. Les frágreiðingar frá nøkrum offrum, sum Amnesty hevur frætt aftur frá - sí góð tíðindi undir Tíðindi í valmyndini vinstrumegin.

Í teimum førunum har appelbrøvini at síggja til ikki hava hjálpt, eru myndugleikarnir í minsta lagi gjørdir varugir við, at menniskju í túsundaðtalið kring allan heimin fylgja við í hvussu mannarættindini verða handfarin í viðkomandi landinum.

Amnesty metir, at hvørt snarmál hevur við sær, at eini 3000 til 5000 appelbrøv verða send frá fólkum úr øllum heiminum. I nøkrum førum eru heili 18.000 appelbrøv send um sama mál.

Tak lut!
Um tú hevur hug at gera mun og verða við til at hjálpa nøkrum av teimum mongu fólkunum í heiminum, sum sita fongslaði orsakað av teirra trúgv, hugsanum, kyni ella samleika, og sum hvørki hava tosað fyri ella nýtt harðskap, so kanst tú gerast virkin í snarmálsnetverkinum. Tær nýtist ikki at vera limur í Amnesty fyri at gerast virkin og tú avgert sjálv/ur, hvussu nógv mál tú ynskir at fáa um mánaðin.

Skrivstovan samskipar snarmálini, og vit fáa hvønn dag fleiri mál, har neyðugt er at seta tiltøk í gongd beinavegin. Mett verður í hvørjum einstøkum føri um, hvør kann fáa gagn av einum átaki júst hesuferð. Tú hevur eisini møguleika at gera vart við, um tað eru serlig evni ella ávís lond, tú kundi hugsað tær at arbeitt við. Tað kundi eisini verið, at tú kundi hugsað tær at skriva fyri starvsfelagaðar í vanda.

Eitt mál um mánaðin
Hvønn mánaða fáa tey, sum eru meldaði til snarmálsnetverkið eitt ella fleiri mál sendandi við postinum ella við telduposti. Av tí at teldupostur er munandi bíligari fyri okkum, vilja vit fegin, at hesin møguleikin verður valdur, um tað ber til. Men tá tú sendir brøvini til stjórnir og onnur, sum hava ábyrgd av brotum á mannarættindini, ráða vit tær til at senda ein teldupost og eitt bræv til hvørja adressu. Fyrimunurin við telduposti er, at brøvini koma skjótt fram. Hinvegin visa royndir hjá Amnesty, at vanlig brøv ofta hava størri ávirkan enn ein teldupostur. Hetta er lutvíst tí at vanlig brøv síggjast betri og tí at teldupostadressur kunnu verða stongdar. Tað hendir meira enn so, at sendararnir fáa brøvini aftur í høvdið og so halda seg hava fingið skeiva adressu frá Amnesty.

Soleiðis gert tú:
Sum snarmál-sendari fært tú eitt (ella fleiri) snarmál um mánaðin sendandi við posti ella telduposti. Tú fært eina lýsing av, hvat málið snýr seg um, nakað av bakgrundsvitan um støðuna í landinum, uppskot um, hvat tú kannst koma inn á í tínum brævi og nakrar adressur til landsins myndugleikar. Tú skalt út frá hesum upplýsingum sjálv/ur orða brøv á enskum ella á høvuðsmálinum í landinum, tú skrivar til. Appelbrøvini skulu vera stutt og fólkalig. Vegleiðing til at skriva brøv finst í valmyndini vinstrumegin.

Brøvini verða síðani send sum luftpostur, fax og/ella teldupostur til myndugleikarnar í landinum, tú skrivar til. Brøv til Europa skulu hava 7,50 kr frímerki á, til onnur lond 10,00 kr frímerki.

FI (Further information)
Um vit fáa nýggjar upplýsingar um eitt snarmál, tú hevur arbeitt við, senda vit tær upplýsingarnar sum Further information. Onkuntíð snýr tað seg um ein fanga, sum er leyslatin, eina avrætting sum er útsett ella at viðurskiftini hjá einum fanga á annan hátt eru batnaði. Tað hendir tó, at Amnesty ikki hevur frætt frá fangum í longri tíð og tískil ber ótta um viðkomandi. Í tílikum førum verður møguliga heitt á teg um at skriva fleiri brøv til viðkomandi myndugleikar.

  Skriva fyri lívi

HVAT KANST TÚ GERA

Tíðindabræv tilmelda

Blív limur

 

AnniJanni