>  Tilmelding - Skriva fyri Lívi

Nepal 11-2009

DR Congo 11-2009

Irak 11-2009

Eldri mál

Heilsanir frá leyslatnum

Ofta settir spurningar

Vegleiðing 

Børn og ung

Svør frá meksikonskum
    myndugleikum
IRAK 11-2009

Fongslaður í níggju ár uttan rættarmál 
Walid Yunis Ahmad er undir illgruna fyri at hava luttikið í yvirgangsvirksemi og hevur nú sitið fongslaður í níggju ár uttan at hava verið settur fyri rættin. Tú kanst hjálpa honum til rættvísi við at senda bræv til Mas’ud Barzani, forseta.
 
Walid Yunis Ahmad varð handtikin 6. februar 2000 í Erbil, ið er høvuðsstaður í Kurdistan økinum í Irak. Hann hevði arbeitt fyri eina lokala radio- og sjónvarpsstøð, har hann hjálpti við at framleiða sendingar og umseta tilfar til kurdiskt, arabiskt og turkiskt.
 
Stutt fyri at hann varð handtikin, luttók Walid Yunis Ahmad á einum fundi í Islamisku Rørsluni í Kurdistan, sum er ein lógligur andstøðuflokkur. Eftir fundin koyrdi hann við einum bili, sum varð steðgaður og kannaður av løgregluni. Løgreglan sigst at hava funnið spreingievni í bilinum og handtók bæði Walid Yunis Ahmad og bilføraran, hóast at Walid Yunis Ahmad noktaði einhvønn kunnleika til spreingievnini.
 
Bilførarin varð leyslatin tríggjar mánaðir seinni. Walid Yunis Ahmad er hinvegin framvegis fongslaður, nú níggju ár eru gingin.
 
Tú kanst hjálpa Walid Yunis Ahmad við at senda bræv  til Mas’ud Barzani, forseta. Tak brævið niður her, skrivað undir, koyr í ein brævbjálva við 12 kr frímerki á og send brævið avstað.
Lagnan ókend inntil í ár
Leingi eftir at Walid Yunis Ahmad var blivin handtikin, vóru lagna og uppihaldsstað hansara ókend, og myndugleikarnir noktaðu fyri at hava upplýsingar um hann. Trý ár seinni upplýsti altjóða Reyði Krossur fyri familjuni hjá Walid Yunis Ahmad, at hann framvegis var á lívi, og at hann varð hildin aftur. Har eftir fingu tey loyvi at vitja hann í bygninginum hjá trygdarløgregluni, Asayish, í Erbil.
 
Walid Yunis Ahmad sigur, at hann, meðan hann varð hildin aftur í trý ár, bleiv píndur, og at hann hevur sæð, at onnur blivu pínd, umframt at hann fór í hungursverkfall.
 
Tann 10. mars 2009 upplýsti ráðharrin fyri mannarættindum fyri stjórnini hjá Kurdistan fyri Amnesty International, at tað ikki, tá Walid Yunis Ahmad varð handtikin, var ,,nøkur lóg,” ið kundi brúkast til at viðgera málið, men at Asaish framvegis ikki vildi lata hann leysan, eftirsum at hann varð mettur at vera ein ,,vandamikil maður.”
  
Støðan á Kurdistan økinum
Økið, sum verður umsitið av lutvíst sjálvstýrandi Økisstjórnini í Kurdistan, er minni ávirkað av framhaldandi stríðnum enn aðrir partar av Irak, og gongdin var góð. Fleiri hundrað politiskir fangar, her undir fleiri, ið hava verið hildnir aftur uttan rættarmál í fleiri ár, vórðu latnir leysir.
 
Ein lóg um miðlar, sum varð samtykt í september 2008, tók av fongsling sum revsing fyri ærumeiðing. Eitt ískoyti til Personal Status Law, her undir avmarkingar í møguleikum at hava fleiri konur, bleiv samtykt í oktober 2008.
 
Hinvegin koma alt fleiri frágreiðingar um brot á mannarættindini: Trygdarløgreglan hjá Økisstjórnini í Kurdistan, Asayish, arbeiðir í veruleikanum uttan ábyrgd undir revsilógini, og nýggjar fráboðanir eru komnar um tilvildarligar handtøkur. Myndugleikarnir hava ikki kannað mál um fólk, ið vóru blivin burtur, og greitt verður frá píning, sum verður framd at trygdarløgregluni Asayish. 
riva
  Skriva fyri lívi

HVAT KANST TÚ GERA

Tíðindabræv tilmelda

Blív limur