| > Tilmelding - Skriva fyri Lívi > Nepal 11-2009 > DR Congo 11-2009 > Irak 11-2009 > Eldri mál > Heilsanir frá leyslatnum > Ofta settir spurningar > Vegleiðing > Børn og ung > Svør frá meksikonskum myndugleikum |
DR CONGO 11-2009 Tilvildarliga fongslaður uttan dóm Paul Ndokayi og fleiri aðrir fyrrverandi yvirmenn í herinum eru blivnir ákærdir fyri yvirgang, men Paul Ndokayi er ongantíð settur fyri rættin. Tú kanst hjálpa Paul Ndokayi við at senda eitt bræv til Joseph Kabila, forseta í Congo.
Tá umboð fyri Amnesty International í juni 2007 møttu Paul Ndokayi, herovasta, sum stóð á odda fyri arbeiðinum at avvápna fyrrverandi herlið í Congo, í fongslinum, hevði hann pínu í øllum kroppinum og fekk næstan ikki flutt armar og hendur. Hann kærdi seg um pínu og bløðingar í oyrunum, og hann hevði ilt við at hoyra.
Hann og fleiri aðrir fyrrverandi ovastar í herinum eru blivnir ákærdir fyri yvirgang.
Hann er ongantíð settur fyri nakran rættarligan myndugleika og er blivin noktaður rættin til at royna, um tað, at hann bleiv handtikin og hildin aftur, er lógligt.
Tú kanst hjálpa Paul Ndokayi við at senda bræv til forsetan í Demokratiska Lýðveldinum Congo, Joseph Kabila. Tak brævið niður her, skrivað undir, koyr í ein brævbjálva við 12 kr frímerki á og send brævið avstað.
Píndur í fongslinum
Paul Ndokayi varð handtikin í Kinshasa 27. november 2006. Meðan hann hevur verið hildin aftur, hevur hann verið fyri píning og aðrari harðari viðferð. Fyri tíðina verður hann hildin aftur í høvuðsfongslinum í Kinshasa, Centre de Detention et Rééducation de Kinshasa (CPRK), sum er ein miðstøð, har fólk verða hildin aftur og enduruppdrigin, og hann hevur ikki fingið nakra læknahjálp fyri tann skaða, sum hann hevur fingið í sambandi við píning.
Dagin eftir at Paul Ndokayi varð handtikin, var hann førdur til Kin-Mazère, sum er høvuðsstøð hjá trygdarløgregluni, og har varð hann avbukaður og píndur í fimm tímar. Hann varð bundin og fekk ketur um fótliðirnar og fekk boð um at leggja seg á gólvið. Hann varð síðani sligin við lurkum, sparkaður í høvdið og stungin í fótin við einum knívi. Hann misti vitið og bleiv síðani vaktur aftur av píningarbøðlum sínum, sum har eftir við einum træpetti brutu hond hansara í fleiri støðum.
Grov og politisk grundað brot á mannarættindi
Píning og ring viðferð verða brúkt av trygdarherliðunum hjá stjórnini og av vápnaðum bólkum, serliga móti fólki, sum verða mett at vera politisk mótstøðufólk. Fólk verða bukað, stungin við knívi, hongd frá eini rist ella vindeygakarmum, umframt at fólk verða neyðtikin, meðan tey verða hildin aftur. Tilvildarligar handtøkur verða brúktar sum vanligur partur av arbeiðinum hjá trygdartænstuni hjá statinum, og serliga av hernaðar- og løgregluovastum, ið eru undir illgruna fyri at hava samband við politisku andstøðuna Movement de Libération du Congo (MLC) og leiðaran hjá hesi rørslu, Jean-Pierre Bemba Gombo, ella persónum, sum eru undir illgruna fyri at stuðla National Congress for the Defence of the People (CNDP).
Nógv av teimum, sum hava verið hildin aftur, hava verið hildin varðhaldsfongslað í einakliva í vikur og mánaðir í loyniligu fongslunum hjá herinum ella trygdartænastuni. Viðurskiftini í teimum flestu av hesum fongslunum eru ræðulig, ómenniskjaslig og niðrandi. Tað verður ofta boðað frá, at fólk eru deyð orsakað av vantandi føði ella av sjúkum, sum kundu verið viðgjørdar.
|
![]() HVAT KANST TÚ GERA
![]() ![]() |





