| > Tilmelding - Skriva fyri Lívi > Nepal 11-2009 > DR Congo 11-2009 > Irak 11-2009 > Eldri mál > Heilsanir frá leyslatnum > Ofta settir spurningar > Vegleiðing > Børn og ung > Svør frá meksikonskum myndugleikum |
NEPAL 11-2009 Hótt orsakað av arbeiði fyri rættindini hjá kvinnum Rita Mahato Chamar verður hótt og diskriminerað orsakað av arbeiði sínum fyri kvinnurættindum. Tú kanst hjálpa Rita Mahato Chamar og øðrum mannarættindastríðskvinnum í Nepal við at senda bræv til Inspector General of Police Ramesh Chand Thakuri her.
30-ára gamla Rita Mahato Chamar, ið er heilsuráðgevi, er blivin hótt eftir lívinum, við neyðtøku og burturføring orsakað av arbeiði sínum við at hjálpa kvinnum, sum hava verið fyri harðskapi.
Arbeiðið hjá Rita Mahato Chamar hjá WOREC er at skjalprógva mál um harðskap móti kvinnum. Hon skrásetir málini hjá løgregluni, hjálpir við handtøkum av gerningsmonnum við at útvega prógv og veitir kvinnum løgfrøðiligan og medisinskan stuðul. Orsakað av arbeiði sínum er hon fyri álopi í lokalsamfelagnum.
Hesar hendingar eru meldaðar til løgregluna og biðið varð um verju. Higartil hevur løgreglan tó einki gjørt.
Tú kanst taka bræv niður og senda til myndugleikarnar, sum hava ábyrgdina: Tak brævið niður her, skrivað undir, koyr í ein brævbjálva við 12 kr frímerki á og send brævið avstað.
Harðskapur móti kvinnum og gentum
Kvinnur eru framvegis fyri nógvum mismuni og harðskapi, bæði alment og privat. Í juni 2008 greiddi mannarættindanevndin í Nepal frá, at mál um heimanfylgju, sum er bannað við lóg, dráp og kynsligur harðskapur eru hækkandi í tali.
Veikar lógir og vantandi arbeiði hjá løgregluni gera tað verri at rættarfylgja málum um harðskap í heimum umframt kynsligum harðskapi móti kvinnum. Løgreglan noktar at geva upplýsingar til mannarættindastríðskvinnur viðvíkjandi støðuni í kanningum av málum um kynsligan harðskap.
|
![]() HVAT KANST TÚ GERA
![]() ![]() |





