>  Tilmelding - Skriva fyri Lívi

>  Nepal 11-2009

>  DR Congo 11-2009

>  Irak 11-2009

>  Eldri mál

>  Heilsanir frá leyslatnum

>  Ofta settir spurningar

>  Vegleiðing 

>  Børn og ung

>  Svør frá meksikonskum
    myndugleikum
SVØR FRÁ MEKSIKONSKUM MYNDUGLEIKUM

Adriana Sarmiento Enriquez
Í februar bóðu vit snarmálsskrivarar skriva til meksikonsku myndugleikarnar, um at kanna málið um horvnu 15 ára gomlu meksikonsku gentuna Adriana Sarmiento Enriquez. Familja og vinir hennara bera ótta fyri, at hon er myrd. Adriana Sarmiento Enriquez er tíverri onki eindømi. Síðan 1993 eru 430 kvinnur og gentur myrdar í býnum, sum Adriana er úr - Ciudad Juarez í meksikanska statinum Chihuahua. Amnesty International metir, at myndugleikarnir ikki gera nóg mikið fyri at kanna, hvat er farið fram í øllum hesum førunum.
 
Tveir snarmálsskrivarar hava fingið svar úr Meksiko. Svarið kann lesast á sponskum her: Enriquez (3.273 kb) og ein samandráttur á føroyskum kann lesast her: Enriquez (63 kb)   
 
Í brævinum verður víst á, at myndugleikarnir eru farnir undir at betra umstøðurnar í økinum. Fegnast verður um áhugan um allan heim at verja mannarættindini.

Les stuttu frágreiðingina um støðuna í  Chihuahua her

Bárbara Italia Méndez
Í mai bóðu vit skriva fyri lívi limir, heita á meksikonsku myndugleikarnar um, at gera eina óhefta kanning av harðligu og vanvirðiligu viðferðini, sum løgreglan gav Bárbaru Italia Méndez og 25 øðrum kvinnum undir mótmælisgongunum í San Salvador Atenco í statinum México í 2006. Kravt varð eisini, at kvinnurnar fáa fult endurgjald, og at tey, sum hava ábyrgdina fyri áganginum, koma fyri ein dómstól. 
 
Í august mánaði fingu tveir skriva fyri lívi limir svar úr Meksiko. Svarið kann lesast á sponskum her: Mendez (229 kb) og á føroyskum her: Mendez (29 kb) 
 
Sjálvt um svarið tíverri ikki er eitt lyfti um at gera eina óhefta kanning av tilburðunum, so vísa svørini, at tey brøv, ið vit senda, verða lisin og tikin í álvara. So haldið endiliga áfram við góða arbeiðinum. 

Les frágreiðingina um málið: Mexico: Laws without Justice (332 kb)

Amnesty heldur áfram at senda áheitanir til Meksiko um Bárbaru Italia Méndez, uppskot til brøv finnur tú her 


Melda teg til at skriva fyri lívið ella gerðast snarmálsskrivari – tað ger mun!
  Skriva fyri lívi

HVAT KANST TÚ GERA

Tíðindabræv tilmelda

Blív limur