>  Tilmelding - Skriva fyri Lívi

Nepal 11-2009

DR Congo 11-2009

Irak 11-2009

Eldri mál

Heilsanir frá leyslatnum

Ofta settir spurningar

Vegleiðing 

Børn og ung

Svør frá meksikonskum
    myndugleikum
HEILSANIR FRÁ LEYLATNUM

Alpha Condé (Guinea)
Andstøðuleiðarin, sum var við í Skriva fyri Lívi átakinum í januar/februar 2001, varð leyslatin 18. maj 2001. Hann og tveir aðrir samvitskufangar, sum Amnesty eisini arbeiddi fyri, vóru náðaðir av forsetanum í Guinea. Hann sendir hesa heilsuna til brævskrivararnar hjá Amnesty: "Takk fyri stuðulin frá brævskrivarunum hjá Amnesty. - Eg føldi meg ongantíð einsamallan ".

 

Ghassan Muhamad 'Attamleh (Ísrael)

Ghassan Muhamad 'Attamleh, sum er ísraelskur arabari, og sum varð afturhildin í sambandi við stríðið millum ísraelar og palestinar, varð leyslatin 3. juni 2001. Ghassan Muhamad 'Attamleh var við í Skriva fyri Lívi í Amnesty blaðnum og hann sendir hesa tøkkina til Amnesty: "Brævskrivararnir hjá Amnesty hava havt stóra ávirkan á mína leyslating, og eg eri teimum sera takksamur. ".

 

Ismail Adylov (Usbekistan)

Ismail Adylov, formaður fyri usbekiska mannarættindafelagskapinum NOPCHU, sum var við í Skriva fyri Lívi apríl/mai 2001, varð leyslatin 3. juli 2001. Ismail Adylov ber vegna seg sjálvan, familju sína og limirnar í NOPCHU eina stóra tøkk til øll, sum skrivaðu vegna hansara leyslating.

 

Bishnu Pukar Shrestha

Bishnu Pukar Shrestha úr Nepal er lærari og mannarættindaforkempari. Hann varð leyslatin 7. juli 2000 eftir at hava verið ”horvin” í 10 mánaðir.

"Hetta er eyðnuríkasta løtan, har eg kann takka tykkum fyri tykkara stóru hjálp at fáa meg latnan leysan úr myrka rúminum og fáa meg út aftur í verðina uttanfyri … Eg standi í skuld til tykkara fyri einastandandi gerðina tit gjørdu fyri at fáa meg úr deyðans gapi …Vinarliga sendið mína tøkk til aðalskrivaran og øll í Amnesty, sum vóru við til at verja mítt lív … Eg ynski tykkum øllum góða heilsu…”

 

Antoinette Chahin

Antoinette Chahin er fyrrverandi samvitskufangi úr Libanon:

"Hevði eg bara kunna hitt tykkum persónliga og takka fyri tann stuðul tit veittu mær. Tit vóru mítt ljós í fongsulsmyrkrinum, tit vóru vónin, sum gjørdi, at eg yvirlivdi."

Antoinette Chahin varð handtikin, pínd og dømd deyðarevsing fyri eitt morð, hon einki hevði við at gera. Málið hjá Antoinette Chahin var við í  "Skriva fyri Lívi" i august 1997. Tað varð tikið uppaftur 23. juni 1998, og eitt ár seinni varð hon fríðkend og leyslatin. Eins og teir túsundavís av Amnestylimunum, sum skrivaðu fyri hana, arbeiddu lokalir Amnestybólkar í Kanada, Fraklandi, Japan og Marokko eisini áhaldandi fyri hennara søk.

 

Dita Indah Sari

Dita Indah Sari er fyrrverandi samvitskufangi úr Indonesia. Úr fongsulsklivanum sendi hon hesa heilsu til tey mongu, sum hava skrivað til hennara:

"Hvørja ferð eg fái eitt bræv onkunstaðni frá úr heiminum, er tað sum ein rósa sprettur í klivanum. Tað er ein sera fløvandi kensla, sum eg fegin vil siga tykkum frá við hesum brævi. Takk fyri allan stuðulin, tit hava veitt mær. "

Eftir at hon varð leyslatin í juli 1999 greiddi hon frá, hvussu myndugleikarnir bóru seg at við teimum mongu brøvunum, sum komu til hennara:

"At byrja við royndu teir at velja tey brøvini út, sum eg kundi lesa. Teir kannaðu brøvini, eitt fyri og annað eftir, men tað oru ov nógv, og at enda søgdu teir, at eg kundi hava tey túsundavís av brøvunum fyri meg sjálva."

Tá hon vitjaði skrivstovuna hjá Amnesty International í London segði hon:

"Sum fyrrverandi samvitskufangi veit eg, hvussu týdningarmikið arbeiðið hjá felagsskapum sum Amnesty International er. Amnesty limirnir kempaðu fyri míni leyslating. Teir skrivaðu brøv til stjórnina, tá eg var sjúk, og góvu mær vón, tá eg helt ongin vón var eftir."

 

Lois Robison

Sonur Lois Robison hevur sitið á deyðsgongini í Texas í 16 ár.

"Eg vil fegin siga øllum teimum takk, sum hava arbeitt so hart fyri at steðga deyðarevsing og fyri at fangar fáa sømiliga viðferð – herí eisini limirnir í Amnesty International. Teir hava ikki familju, sum situr á deyðsgongini og kortini gera tey hetta arbeiðið, tí tey vita at tað er neyðugt. Eg vil tí takka av øllum hjarta mínum."

 

Dr. Bakili Muluzi, forseti í Malawi

Dr. Bakili Muluzi, forseti í Malawis segði í einum dekret við áttanda aðalfundin hjá Kirkjurnar Verðinsráði í Harrare í Zimbabwe í desember 1998:

"Eg havi lovað Amnesty International, at eg aldrin vil undirskriva ein deyðadóm yvir eitt medmenniskja, og eg vil við hesum staðfesta hetta lyftið. Lívið er heilagt. Eg trúgvi, at menniskja kann broytast, og eg trúgvi at fyrigeving ger báðar partar til betri menniskju. Í navni sannleikans og rættvísisins heiti eg á allar stjórnarleiðarar í Afrika, okkara felags landi, um at arbeiða fyri at steðga harðskapinum millum fólk okkara og soleiðis greiða vegin fyri eini betri framtíð fyri børn okkara."

 

Vaclav Havel, fyrrverandi forseti í Tjekkia

Vaclav Havel, fyrrverandi forseti í Tjekkia og fyrrverandi samvitskufangi í Tjekkoslovakínum segði í 1989

"Mítt mál prógvar, at átøkini hjá Amnesty International bæði geva meining og úrslit."

  Skriva fyri lívi

HVAT KANST TÚ GERA

Tíðindabræv tilmelda

Blív limur

 

 


AnniJanni