Er neyðugt at skriva bústaðin hjá sær á brøvini? Tað er ikki neyðugt at skriva bústaðin á brøvini. Tað er tó týdningarmikið at kunna standa við, tað, sum tú hevur skrivað. Um móttakararnir skulu kunna svara brøvunum, má bústaðurin verða við. Skal Amnesty hava avrit sendandi av einum møguligum svari? Vit vilja sera fegin hava avrit, um tú fært svar uppá okkurt av brøvunum. Vit senda tey til Altjóða Skrivstovuna í London. Brøvini skulu sendast til Amnesty International Føroya Deild, Hoydalsvegur 6, 100 Tórshavn Um tú ikki hevur sent brøvini innan ein mánaða, kanst tú ringja á skrivstovuna og kanna, um málið enn er aktuelt. Tað eru fleiri, sum skriva brøvini í Skriva fyri Lívi, so um tú leypur okkurt einstakt bræv um av onkrari orsøk, er ikki so avgerandi fyri málið. Men um eingin skrivar, er hetta sjálvandi ein álvarsligur trupulleiki fyri málið. Hví heitir Amnesty á fólk um at skriva brøv heldur enn teldupost til stjórnir? Tú kanst fáa brøvini sendandi antin við posti ella telduposti. Av tí at teldupostur er munandi bíligari fyri okkum vilja vit fegin, at hesin møguleikin verður valdur, um tað ber til. Men tá tú sendir tíni brøv til stjórnir og onnur sum hava ábyrgd av brotum á mannarættindini, vísa royndirnar hjá Amnesty, at vanlig brøv hava munandi størri ávirkan enn ein teldupostur. Hetta er lutvíst tí at vanlig brøv síggjast betri og tí at teldupostadressur kunnu verða stongdar. Tað hendir meira enn so. at sendararnir fáa brøvini aftur í høvdið og so halda seg hava fingið skeiva adressu frá Amnesty. Um tú kortini heldur ynskir at senda teldupost enn vanlig brøv, finnur tú teldupostadressur hjá flestu stjórnum í heiminum á hesi adressuni: http://www.isgeo.it/address_directory/ Er tað vandamikið at skriva undir brøv til stjórnir í londum, sum mann ynskir at vitja seinni? Amnesty hevur staðið fyri brævátøkum í fleiri enn 40 ár, og milliónir av brøvum eru send. Vit hava ongantíð frætt um, at nakar hevur havt trupulleikar av at fáa innferðarloyvi til eitt land, sum viðkomandi hevur skrivað til á henda hátt. Vit meta tað tí ikki vera sannlíkt, at tað er nakar vandi. Vit kunnu hinvegin ikki veita nakra trygd og tí er tað altíð tín avgerð, um tú vilt skriva til eitt land, tú seinni ætlar at vitja.
> Tilmelding - Skriva fyri Lívi
> Nepal 11-2009
> DR Congo 11-2009
> Irak 11-2009
> Eldri mál
> Heilsanir frá leyslatnum
> Ofta settir spurningar
> Vegleiðing
> Børn og ung
> Svør frá meksikonskum
myndugleikumOFTA SETTIR SPURNINGAR
Nakrir spurningar um Skriva fyri Lívi ganga ofta aftur. Her eru spurningar og svarini til teir spurningarnar, vit oftast fáa.
Hvat hendir, um eg ikki sendi brøvini beinanvegin?



HVAT KANST TÚ GERA


