> Tilmelding - Skriva fyri Lívi
> Mál í 2011
> Soleiðis velja vit málini út
> Skrivimarathon 2010
> Eldri mál
> Heilsanir frá leyslatnum
> Ofta settir spurningar
> Vegleiðing
> Børn og ung
> Svør frá meksikonskum
myndugleikum |
Mál í 2011:
Nýggjastu málini kunnu takast niður her
Onnur mál frá 2011 kunnu takast niður her
Prenta út - Skriva undir - Brævbjálva við 12 kr. frímerki - Send avstað!
MEIRA UM: SKRIVA FYRI LÍVI
Føroya deild hevur valt at leggja Skriva fyri lívi og Snarmál saman, soleiðis at øll mál, ið vit senda út í framtíðini kallast "Skriva fyri lívi".
Tó kunnu snarmál, ið hava eina ávísa freist, verða partur av málunum, ið vit senda út, undir samlaða heitinum "Skriva fyri lívi".
Skriva fyri Lívi er eitt heimsumfatandi netverk við fleiri hundraðtúsund fólkum, sum hvønn mánaða brúka tíð uppá at hjálpa nøkrum av teimum mongu fólkum í heiminum, sum sita fongslaði orsakað av teirra trúgv, hugsanum, kyni ella samleika, og sum hvørki hava tosað fyri ella nýtt harðskap. Í Føroyum hava fleiri fólk skrivað slík brøv í mong ár. Harafturat eru fleiri, sum skriva tey brøvini, sum eru prentaði í limablaðnum hjá Amnesty, sum allir limir fáa sendandi 4 ferðir um árið, ella skriva undir brøv, sum liggja á heimasíðunum hjá ymsu Amnesty deildunum.
Tú finnur nýggjastu brøvini í valmyndini til vinstru undir yvirskriftini Skriva fyri Lívi. Her kanst tú eisini melda teg til at fáa fráboðan við telduposti, hvørja ferð vit heita á fólk um at senda brøv út.
Tað ger mun!
Skriva fyri Lívi er ein altjóða og effektivur átaksháttur, sum Amnesty International nýtir til tess at seta meira ferð á nøkur av teimum nógvu málunum, vit leypandi arbeiða við. Sum Skriva fyri Lívi-sendari ert tú við til at fáa samvitskufangar leyslatnar, at forða avrættingum, at steðga píning, ”hvørvingum” ella øðrum brotum á mannarættindini. Royndirnar hjá okkum eru at tað munar í minsta lagi í 3. hvørjum føri.
Nakrar ferðir um árið
Nakrar ferðir um árið fáa tey, sum eru meldaði til Skriva fyri Lívi-átakið, trý brøv sendandi við brævuppskotum, sum eru klár at senda myndugleikum, sum hava ábyrgd av brotum á mannarættindini. Brøvini skulu bara dagfestast, skrivast undir og sendastt. Skriva fyri Lívi málini verða vald út á Altjóða Skrivstovuni hjá Amnesty millum túsundavís av málum, sum Amnesty leypandi arbeiður við. Mett verður í hvørjum einstøkum føri um, hvør kann fáa gagn av einum átaki júst hesuferð.
Soleiðis gert tú:
Tak brøvini niður. Skriva dagfesting, navn og gjarna bústað undir. Prentað brøvini út og skriva navnið (aftur) við hond.
Skriva navnið og bústaðin, sum stendur í ovasta vinstra hornið á brævinum uttaná brævbjálvan. Brøv til Europa skulu hava 10,00 kr frímerki á, til onnur lond 12,00 kr frímerki.
Brøv ella teldupostur
Tú kanst fáa brøvini sendandi antin við posti ella telduposti. Av tí at teldupostur er munandi bíligari fyri okkum, vilja vit fegin at hesin møguleikin verður valdur, um tað ber til. Men tá tú sendir brøvini til stjórnir og onnur, sum hava ábyrgd av brotum á mannarættindini, vísa royndirnar hjá Amnesty, at vanlig brøv hava munandi størri ávirkan enn ein teldupostur. Hetta er lutvíst tí at vanlig brøv síggjast betri og tí at teldupostadressur kunnu verða stongdar. Tað hendir meira enn so, at sendararnir fáa brøvini aftur í høvdið og so halda seg hava fingið skeiva adressu frá Amnesty.
Um tú sjálv/ur vilt skriva brøvini
Hóast Amnesty hevur orðað brøv til átøkini, ert tú altíð meira enn vælkomin at skriva tíni egnu brøv. Vegleiðing til at skriva brøv finst í valmyndini vinstrumegin.
Fjórði hvør verður hjálptur beinanvegin
Umleið eina ferð av hvørjum fýra, sum Amnesty ger eitt átak, fáa offrini hjálp beinanvegin. Um tey førini, har korini hjá offrunum verða bøtt, eisini verða tald við, er úrslitið enn betri. Á adressuni http://www.amnestyusa.org/our-successes/page.do?id=1011281 ber til at lesa góð Amnesty tíðindir. Her eru frágreiðingar um fangar, sum eru leyslatnir og frambrot á mannarættindaøkinum sum heild. Amnesty í USA dagførir hetta yvirlit og síðan er tí á enskum.
Týdningin, átøkini hjá Amnesty hava fyri tann einstaka, kunnu tey bara sjálvi siga frá. Les frágreiðingar frá nøkrum leyslatnum, sum Amnesty hevur frætt aftur frá.
Fleiri brøv
Í danska limablaðnum Amnesty er undir yvirskriftini Skriv for liv hvørja ferð uppskot til brøv at skriva til myndugleikar við áheitan um at leyslata fangar ella at kanna mál, har Amnesty heldur órættur er framdur. Hetta eru sama slag mál, sum vit senda út við telduposti í Skriva fyri Lívi netverkinum. Um tú hevur hug, kanst tú eisini skriva tey brøvini av sum standa í Amnesty.
|
|

HVAT KANST TÚ GERA


|