Starvslýsing

Starvsvenjing
STARVSVENJING

Sum starvslesandi í føroysku Amnesty deildini kemur tú at luttaka í dagliga arbeiðinum hjá deildini, og tú fært somuleiðis møguleikan at arbeiða við økjum, sum eru tengd at tínari fakligu bakgrund og tørvinum hjá Amnesty International Føroya deild. Dømi um arbeiðsøki eru:

Ungdómsarbeiði
 - Gerð av strategiskari ungdómsætlan
 - Stovnan av nýggjum ungdómsbólkum og røkt av verandi bólkum
 - Menning av nýggjum tiltøkum á ungdómsøkinum

Menning av virksemi
-
Menning og ígongdseting av arbeiðinum hjá virknu limunum
 - Planlegging, samskipan og gerð av verkætlanum og tiltøkum í samstarvi við skrivstovuna

Undirvísing
 -
Menning og samskipan av undirvísingartilfari (til fólkaskúlan og miðnámsskúlarnar)
 - Fyrilestrar og framløgur

Heimasíða
 -
Menning av heimasíðuni
 -
Ger av serligari ungdómssíðu
 - Menning av elektroniskum tíðindabrævi

Kunning og miðling
 -
Gerð av kunningartilfari til heimasíðuna og tíðindabrævið
 - Gerð av kunningartilfari til fjølmiðlarnar
 -
Gerð av tilfari um AI 

Vinnulívið og mannarættindir
 -
Menning av samstarvi millum AI og vinnulívið
 - Leggja lunnar undir ein sokallaðan “Amnesty Busiess Club”, sum m.a. hevur við sær at:
 - Kunna vinnulívið um altjóða mannarættindasáttmálar og mannarættindastøðuna í viðkomandi londum
 -
Gera vinnulívið tilvitað um mannarættindi og egna ábyrgd á økinum

Fund-raising
 -
Kanna møguleikarnar fyri nýggjum inntøkukeldum
 -
Gróðurseta fyrstu fund-raising tiltøkini

Útlendingaøkið í Føroyum
 -
Gerð av frágreiðing um útlendingaøkið í Føroyum

Førleikakrøv
Umframt at vera áhugað/ur í mannarættindum og hava hug at seta seg inn í arbeiðsøkini hjá Amnesty er neyðugt at tú ert framhaldslesandi á hægri lærustovni. Tey, ið søkja, eiga somuleiðis at hava góð samstarvsevnir, vera ágrýtin, miðvís, kunna arbeiða sjálvstøðugt og vera til reiðar at royna nýggjar avbjóðingar.

Arbeiðstíðin er 35 tímar um vikuna. Starvsvenjingin er ólønt og er skipað eftir somu reglum, ið eru galdandi fyri starvslesandi hjá tí almenna. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til:

Amnesty International, Føroya Deild
Hoydalsvegur 6
FO-100 Tórshavn
Ella til: jkruse@amnesty.fo

  Skriva fyri lívi

HVAT KANST TÚ GERA

Tíðindabræv tilmelda

Blív limur

 

 


AnniJanni