Heimasíða
Amnesty sóknast eftir fólki at taka sær av heimasíðuni í samstarv við tey sum hava ábyrgd av heimasíðuni. Arbeiðið inniber: Menning av heimasíðuni, gerð av serligari ungdómssíðu og menning av elektroniskum tíðindabrævi.
Fundraisari
Høvuðsuppgávan hjá fundraisaranum er at menna tiltøk innan fundrasingøkið. Vit hava brúk fyri fólki við áhugað og kunnleika í at kanna møguleikarnar fyri nýggjum inntøkukeldum og at gróðurseta fyrstu fundraising tiltøkini. Arbeiðið er fjølbroytt og inniber millum annað, at tú skal seta teg í samband við ymiskar grunnar og fyritøkur. Fundraisarin fær somuleiðis høvi at luttaka á altjóða fundum um fundraising.
Hjálparfólk til skrivstovuna
Okkum vantar fólk at taka eina hond í á skrivstovuni. Talan er um vanligt skrivstovuarbeiði, so sum kopiering, postavgreiðslu og annað fyrifallandi skrivstovuarbeiði. Arbeiðstíðin er 1-2 tímar um vikuna.
Umsetari
Vit hava altíð tørv á fólki at umseta tilfar til bløðini og heimasíðuna. Talan er oftast um tilfar, sum skal umsetast úr enskum, donskum, norskum og svenskum.